eina lýsing í Dimmu, har tað varð sagt, at Ingálvur av Reyni hevði listaskúla. - Tað vildi eg sleppa at royna, men eg var ov ung. Eg helt, at skúlin var komin fyri at verða, men hann var tíverri bara tann [...] í tvey ár tilsamans arbeitt í tí yrkinum. - Tað hevur avgjørt nakað at siga fyri mína list, at eg havi ein mann, sum siglir. Tað at hann siglir, hevur sett nakað í gongd í mær. Eg brúki hvønn minutt, hann [...] fekk hug sjálv at royna. - Sum barn fekst eg mest við at tekna, eg havi í grundini altíð teknað og verið kreativ á nógvum økjum. Longu sum fjúrtan ára gomul málaði eg abstrakt. Minnist eg gekk fram við
lyndi til at halda hundin vera klókari, enn hann er ? at til ber at senda hann oman bakaran at keypa..! Veruleikin er, at hundurin allatíðina fær boð frá tí blinda, og at hin blindi altíð noyðist at vita, [...] beinleiðis at sleppa sær undan at koma í beinleiðis samband við okkum. Tey ið royna at veita hjálp, bera seg vegna væntandi vitan tíverri ofta skeivt at, tí teimum væntar vitan um, hvussu best er at bera seg [...] vóru teir somu. ? Tað veit eg satt at siga ikki, tí føroyingarnir at havi undirvíst hiðartil hava verið heldur tigandi, sigur Rikke og smírist. ? Eg eri sjálvandi greið yvir, at umstøðurnar ikki eru tær somu
hjálptu við dømingini. Fyrireikararnir siga, at hetta er fingið í lag, tí tað merkist, at føroyskur undirhaldstónleikur er komin sera langt fram. Ikki er óhugsandi, at henda menning júst er orsakað av Prix [...] ; Prix Føroyar. Eisini er vert at hava í huga sangleikin "Skeyk", ið eisini gjørdist veruleiki, meðan Peter sat við róðrið í Norðurlandahúsinum. Tað er eingin loyna, at Peter leggur frá sær og ferð úr [...] sítt leingi saknaða pláss í føroyska mentaheiminum. At landstýrismaðurin í mentamálum, Signar á Brúnni, tá hann setti tiltakið, tók øll á bóli við at lova vinnandi bólkinum 50.000 krónur, er honum til miklan
okkara útrokningar siga, at Grunnurin ikki er mentur at bera størri skuld enn 2 milliónir krónur, segði hann. Hvussu nógv tað kostar at flyta áskoðaraplássini visti Poul ikki at siga. ? Kanska einar 500 [...] fyri mosagróna jarðarbenið Uppi á Hálsi, og legði afturat, at tey vóru mong, ið vóru sannførd um, at drúgv tíð neyvan fór at ganga áðrenn økið fór at gerast leikvøllur á altjóða støði, ið so nógvir føroyingar [...] Hjalti og legði vónsvikin afturat, at alt hetta tosið hjá Poul Michelsen um, at breytin kemur seinni, bert er kávalótir og royktám, ið hevur til endamáls at dylja, at ongin rennibreyt kemur. Fyribilsloysnir
tá roynir at leggja dent á, at enn er langt til ?grønkandi vár?, sum høvundin tekur til í yrkingini: ?Mær leingist at fevna teg grønkandi var? mær leingist hold títt at kína. Mær leingist at kenna títt [...] er, aftur og aftur. Skótar! Við tykkum skótar vil eg siga, at tit eiga at lata náttúruna sleppa at floyma inn í hugans heim tykkara, har hon fer at geva tykkum upplivingar fyri lívið, eins og hon hevur [...] á børnunum, ið byrja at taka sínar eyðkendu ?várleikir? fram: Hoppa um band o.s.fr. Minnist eisini frá mínum egnu barnadøgum suðuri í Syðradali, hvussu vit plagdu at kappast um at finna hin fyrsta summardáan
máta at fella okkum uppá. Lat meg byrja við hendingini 13.3.99. Geir Olsen sigur, at vit hálaðu tvær ferðir eftir at eftirlitsmaðurin var komin umborð. Tað er eisini satt. Men hann gloymir at siga, at eg [...] fyrilá, fekk eg bert at vita, at tað var ov nógv av ungfiski í. 21,8%. Ikki eitt orð um, at vit máttu hála og flyta okkum av hesi leið. Og av mær sjálvum gjørdi eg tað ikki, tí at eg hevði fingið loyvi [...] Svarið varð, at tað var ógvuliga skilagott at royna tað. Ikki eitt orð um at vit ikki skuldu kasta aftur. Her bleiv ein fella gjørd, og vit duttu beint í hana. Eg hevði noterað í dagbókina, at vit høvdu fingið
eigur altíð at siga, at tað kundi verið betri, sigur Páll. -Ein eigur eisini altíð at tora at spyrja - um alt. Tann dag, ein ikki torur at spyrja longur, er tíð at leggja frá sær. Neyðugt er tí at tosa saman [...] fyri, at eitt val verður gjørt, sjálvt um ein kanska ikki er samdur . Ein eigur at duga at viðganga egið virðið. Er onkur annar betri, so eigur ein at duga at viðganga tað. Tað einasta at gera, er at blíva [...] so ringt at fáa at vita, sum at ein tosar ikki rætt. Men av størstum týdningi er at siga tað ærligt og rætt, tí tá hevur tú um bugtina og báðar endar, metir Páll, sum metir tað hava týdning at blíva við
nógv av at røkja: ? Eg minnist ikki rættuliga, men eg haldi, at eg var málverji einar tveir dystir heilt tíðliga í tíðini. Tá vóru vit í 2. deild, so tað er kanska ein fjórðingsøld síðani, minnist Aksel [...] ætlar tú at gera álvara av at halda tørn um møguleikan, sum tú nú hevur fingið, skemta vit, og Aksel er við: ? Eg helt tað við formannin, tá vit vóru á veg norður aftur, at tað verður sagt, at tú skalt [...] eru reglarnir viðvíkjandi málverjum soleiðis, at málverjin hevur ikki loyvi at taka bóltinum uppaftur í hendurnar, eftir at hann eina ferð hevur slept honum. Tað kostaði eitt óbeinleiðis fríspark, og TB
vísundamaður og lækni Albert Schweitzer: »?uden at Sandheden tager skade«. Eg haldi, at tygum ikki bert eru komin at markinum, men er farin yvir um, so at Sandheden tager skade. Yvirskriftin er henda løgna: [...] tygum: »Tað er fleiri ferðir komið fyri, at Olofson og aðrir prestar hava noktað skildum at giftast uppaftur. Somuleiðis er tað komið fyri, at prestur hevur noktað, at doypa børn hjá foreldrum, ið ikki eru [...] sambært teirri kristnu siðalæruni, at skiljast frá konu ella manni sínum. Og hetta, at prestur hevur noktað at doypa børn, er beinleiðis lygn, inntil tygum bara prógvað, at so er. Heldur ikki byggir siðalæra
dámar ikki at síggja onnur enn javnaðarfólk tjakast í blaðnum. Er talan um stuttskygdar javnaðarmenn, so kann eg skilja, at teir hugsa so. Men hugsa javnaðarmenn longri, so áttu teir at vitað, at ein sterkur [...] hvussu tey sóu út tá, so hevði neyvan verið grund til at skrivað lesarabrævið í Sosialinum 13. apríl. Minnist Birgir ikki, so kann eg fortelja honum, at tey bæði bløðini, sum eru eftir og sum vit vanliga [...] kenni best, Sosialurin, hevur eina linju, har aðalmálið er, at øll á ein sakligan hátt kunnu siga sína hugsan. Ikki huldumenn, men øll, sum tora at skriva sítt kristiliga navn undir sína hugsan. Hetta risastigið