Føroyskur tónleikur hevur fingið eitt forum, ið virðismetir føroyskan rútmiskan tónleik, ið leingi hevur tystað eftir viðurkenning og rímuligum korum. Við Prix Føroyar kappingini er rútmiski tónleikurin komin upp á ovastu rók og hevur tikið sítt leingi saknaða pláss í føroyska mentaheiminum.
At landstýrismaðurin í mentamálum, Signar á Brúnni, tá hann setti tiltakið, tók øll á bóli við at lova vinnandi bólkinum 50.000 krónur, er honum til miklan heiður og undirstrikar orð hansara um, at landsins myndugleikar virðismeta arbeiðið, ið verður gjørt á hesum øki.
Sum nakað serstakt, so vóru hesaferð hópurin av umboðum fyri útlendskt tónleikalív, ið umframt at kunna seg við føroyska tónleikapallin, eisini hjálptu við dømingini. Fyrireikararnir siga, at hetta er fingið í lag, tí tað merkist, at føroyskur undirhaldstónleikur er komin sera langt fram. Ikki er óhugsandi, at henda menning júst er orsakað av Prix Føroyar kappingini, ið júst er ætlað sum ein "gularót", føroyskum tónleiki til eggjan og menning.
Vinnararnir vunnu, umframt peningin, ið er oyramerktur til sølufremjandi tiltøk í samband við útgávu, eisini møguleikan at spæla á stóra norska tónleikafestivalinum Norwegian Wood, ið verður í Oslo 5. og 6. juni í ár.
Men lat okkum ikki gloyma fráfarna stjóran í Norðurlandahúsinum, Peter Turtschaninoff, tí tað var hann, ið byrjaði kappinga Prix Føroyar. Peter hevur, saman við stýrinum fyri Norðurlandahúsið, gjørt eitt stórt arbeiði fyri at stuðla føroyskum undirhaldstónleiki. Saman við Fróða Vestergaard, ið sum formaður í FUT skipaði fyri konsertferðini Futti á Ferð, menti Peter hugskotið um eina tónleikakapping; Prix Føroyar.
Eisini er vert at hava í huga sangleikin "Skeyk", ið eisini gjørdist veruleiki, meðan Peter sat við róðrið í Norðurlandahúsinum. Tað er eingin loyna, at Peter leggur frá sær og ferð úr Føroyum við bløðandi hjarta. Men tað er ikki bert hjartað, ið Peter hevur lagt eftir í Føroyum. Eftir hann standa varðar í tónleikalíki. Varðar, ið beina føroyskan tónleik frameftir, men sum eisini standa Peter Turtschaninoff til heiður, sum manninum, ið gav føroyskum undirhaldstónleiki eitt virðiligt forum og áhoyrarum rík upplivilsi. Sosialurin takkar Peter fyri árini í Føroyum og yskir blíðan byr framyvir