Birgir Waag Høgnesen skrivar í Sosialinum 13. apríl, at Javnaðarflokkurin fíggjar sína egnu munnkurv, og hendan er Sosialurin. Vanliga leggi eg meg als ikki út í flokspolitisk tjak, men nú kann eg ikki tiga. Sum ein, ið hevur verið við til at byggja Sosialin í 90?unum til tað, hann er í dag, kann eg ikki uttan víðari lata á mær sita, at blaðið hvørki er fuglur ella fiskur í dag.
Kann vera at Birgir eitt sindur tilvitað (bevíst) gloymir, hvussu bløðini sóu út í 70?unum og 80?unum, tí um hann mintist, hvussu tey sóu út tá, so hevði neyvan verið grund til at skrivað lesarabrævið í Sosialinum 13. apríl.
Minnist Birgir ikki, so kann eg fortelja honum, at tey bæði bløðini, sum eru eftir og sum vit vanliga seta í samband við politiskar flokkar í dag, eru ljósár betri enn tey stinkandi politisku bløðini, sum myndaðu 70?ini og 80?ini. Í hvussu er tað blaðið, sum eg kenni best, Sosialurin, hevur eina linju, har aðalmálið er, at øll á ein sakligan hátt kunnu siga sína hugsan. Ikki huldumenn, men øll, sum tora at skriva sítt kristiliga navn undir sína hugsan. Hetta risastigið er hent í 90?unum í sama blaðið, sum sambært Birgir W. Høgnesen er hvørki fuglur ella fiskur. At Sosialurin lat básarnar upp fyri øðrum enn javnaðarfólki hevur framt dialogin, tvírøðuna í okkara samfelag. Og dialogurin fremur forstáilsi og størri tollyndi. Hetta er framburður, so tað forslær innan føroyska blaðheimin. Legg merki til, nógv minni hatur er at finna í politiska kjakinum í dag nú bert tvey bløð eru høvuðsboðberin, enn fyrr, tá hvør flokkur hevði sítt egna privata málgagn. Heimsbókmentirnar eru samdar um, at hatur fremur hevnd og hevnd enn meira hatur. Føroyingurin og harvið eisini javnaðarmenn eiga eina nógv betri skrivaða pressu í dag, nú arbeitt verður eftir handilsligum prinsippum, heldur enn eftir politiskum. Vit mugu ikki gloyma, at politisku flokkarnir sjálvir hava tillutað sær politiskan studning av almennum pengum, sum teir síðan hava nýtt til at fíggja teirra hugsjónarboðbera. Ikki serliga sunt fíggjarligt grundarlag fyri eina óhefta pressu, hvørs aðalmál millum annað er at ansa eftir at okkara fólkavaldu politikkarar skikka sær væl.
Sambært Birgiri, so siti eg eftir við tí fatan, at javnaðarmenn í Norðstreymi kenna seg uttanfyri Sosialin, og teimum dámar ikki at síggja onnur enn javnaðarfólk tjakast í blaðnum. Er talan um stuttskygdar javnaðarmenn, so kann eg skilja, at teir hugsa so. Men hugsa javnaðarmenn longri, so áttu teir at vitað, at ein sterkur Sosialur, sum eisini verður keyptur av øðrum enn javnaðarfólki, er munandi sterkari málgagn fyri flokkin, enn gamla interna blaðið, sum javnaðarfólk hugnaðu sær við í 60?unum, 70?unum og 80?unum, og sum nevan sá dagsins ljós í einum tjóðveldis- fólkafloks- ella sambandsheimi í allari almindeligheit.
Tess fleiri tjóðveldis-, fólkafloks- og sambandsrøddir eru at síggja í Sosialinum, tess terkari gerst javnaðarrøddin í sama blaði, um javnaðarmenn hava nakað uppá hjartað, væl at merkja, ikki sannheit. Tað átti næstformaðurin í Norðstreymoyar Javnaðarfelag at vitað, um ikki, so veit hann tað nú.