meðan rottur ikki eru at sleppa av við, tí at tær duga so væl at tilpassa seg. Náttúrligir fyrimunir kunnu vera so nógv annað enn styrki og egoisma. Dádýr eru so bangin av sær, at tey minna um umvandrandi [...] Náttúran ER ofta náðileys og »ónd«. Darwin sá hetta meiri enn tey flestu í kraft av arbeiði sínum, og hann misti trúnna á Gud av hesum: »Eg fái meg ikki at trúgva at ein góður og almáttugur Gudur við vilja [...] at raka hana. Tá ið hann kom aftur til Onglands av kanningarferð síni og útgav ferðafrásøguna, kundu fólk lesa hvussu skelkaður og mótfallin hann var av at ræðuleikarnir, ið hann hevði sæð í Suðuramerika
poppkonsertir víða hvar eru sanniliga í høvuðsheiti av tí góða, og gleðiligt er tað, at tónleikur nú meira enn nakrantíð er nakað, sum ungdómurin tekur til sín. Av hesum sprettur eisini nýskapan, har íbornu talentini [...] Ken Jones, sum leggur honum lag á. Eftir at hava hoyrt hesa røð av klassiskum tónastykkjum fingu vit eina birtandi uppliving, tá Jensia Højgaard Dam úr Sandavági settist á flygilbonkin og læt okkum hoyra [...] í løtuni, og sparast má á øllum økjum. Men verður ov nógv skorið av frá mentanarlívinum, har tað hjá okkum frammanundan í procentum av heildarveitingum verður latið munandi minni enn í londum uttan um
eru lagdir á Áarvegin, men Heðin Mortensen segði, at neyðugt var við hesum slagi av steinum, tí einki annað heldur. - Av tí at bilar koyra í gongugøtuni, er tað einki annað, sum heldur, segði Heðin Mortensen [...] Har kundu verið sølubásar av ymsum slag. Til dømis kundu vit bjóða handlum av bygd at komi í Tinghúsgarðin at bjóða sínar vørur fram einaferð inn ímillum. Ella antikvitetir av ymsum slag kundu verið seldir [...] byggisamtyktina, so byggjast kann hægri nú, segði Heðin Mortensen. Smátt er gott Ingigerð á Trøðni, leiðari av Kunningarstovuni í Havn, fekk síðani orðið. Miðbýurin er gamli býurin, har øll koma og øll fara úr
lembingin er byrjað, er hann ein stóran part av kvøldinum í seyðahúsinum í Funningsfirði, har út við 100 seyðir standa inni og fara at lemba. Hetta er seyður úr einum av teimum seks hagapørtunum í Funningi, nevniliga [...] gongur væl at reka. ? Eg havi ein hund, Donja, sum hjálpir væl til. Hundin havi eg fingið frá Øssuri av Steinum. Hetta er ein góður hundur, og tað lá beinanvegin í honum at vera ein góður seyðahundur, sigur [...] andar í náttúruni, er stórur. Ein serligan alsk hevur hann til seyðin ? og ikki minst tann seyðin, sum av uppruna er føroyskur. Túrarnir uppi millum fjalla eru mangir ? og summir strangir. Hann byrjaði at
Petersen sum nummar 15. Men av tí at Birita Matras Petersen í fínteljingini fekk 5 atkvøður afturat, so fór hon fram um Magnu Mørkøre og stendur nú at vera fyrsta varafólk – treytað av at Javnaðarflokkurin fær [...] Ovadóttir 113 0 113 18 Pole J. Hansen 96 0 96 19 Jónleyg J. Bech 93 0 93 20 Rasmus S. Mørkøre 79 -2 77 21 Jensia Højgaard Kjærbo 76 0 76 22 Bergun Kass 70 0 70 23 Guðrun Ejdesgaard 70 0 70 24 Michael Koba 56 0 [...] Kristian Clementsen 19 0 19 17 Birita Arge 14 0 14 H Miðflokkurin 2.242 2 2.244 Listin 136 0 136 1 Jenis av Rana 721 1 722 2 Steffan Klein Poulsen 518 0 518 3 Bill Justinussen 382 0 382 4 Rósa Tyril Gaardlykke
parturin av ferðini. Minnisplátu Armstrong og Aldrin vóru á mánanum í tveir og ein hálvan tíma, har teir samlaðu royndir av mánasteinum o.ø og teir stillaðu eisini mátitól upp. Teir tóku eisini myndir av mánanum [...] stilli av teimum trimum austronautunum. Collins fekk til uppgávu at stýra móðirskipinum, Colombia, og tí fekk hann ikki lut í søguliga møguleikanum at lenda á mánanum. Edwin ”Buzz” Aldrin var av skandinaviskari [...] skaldsøguna ”Hvor ble det av deg i alt mylderet, Buzz Aldrin?”. Ein skaldsøga um ein mann (Matthias), sum stendur í skugganum, eins og Buzz Aldrin kom at standa í skugganum av Neil Armstrong. 380.000 kilometrar
Einglalagið av tí grønu hillini var partur av dagsverki hansara. Gabriel var partur av Magnus Skæling og hann av honum. Vit vóru sum teir heilagu kongarnir, ið gingu okkara gongd. Komu av bygd og royndu [...] góður. Tú fekst brell av hesum sáttarroyki, at onkran dagin legði tú til brots við pípuni og hevdaði megi tína við hesum munnbara roykklova sjálvur. Ja, kanska, men ikki allir av okkum fóru at ganga sum [...] yvir Perluna og Sjómansheimið; tað sóu vit úr Miðstovuni. Roykurin av Havnini - glámlýsisiroykurin helt fast í húsatromirnar megin partin av desember mánaða. Tá lá Havnin í dvala og helt hondina yvir sínum
knapt tredivu ár eftir stóra skaðadagin her hjá okkum í Norðdepli. Fleiri av hinum bygdunum her norðuri vóru eisini illa raktar av vanlukkum á sjónum. Eg var smádrongur tá, og eg minnist so væl, at mamma [...] tollaksmessu vóru hundrað ár síðani, at tríggir bátar í Norðoyggjum – ein úr Norðdepli, ein úr Kunoy og ein av Skarði – gingu burtur, og at ein bátur úr Svínoy gekk burtur 13. desember 1913. Fangandi og upplýsandi [...] ber til at endurgeva frá teimum, sum vóru vitni til tað, ið fór fram fyri einari øld síðani, kemst av, at samrøður eru at finna eitt nú í bókunum hjá J. Símuni Hansen og Roberti Joensen og í øðrum heftum
vit einki at vita um. SA nýtir nærum ein heilan teig av greinini til tílíkt tómt tos. Eg havi grundgivið fyri mínum sjónarmiðum, og víst til ein hóp av viðurkendum og navngivnum granskarum, men tað hevur [...] tað sama, sum hann leggur meg undir at hava gjørt. Tann seinasti teigurin av greinini er nærum allur sum hann er ein ramsa av sjónarmiðum hjá tí “mæti” og “størstu” hetjuni í seinastu øld. Nú fáa vit enntá [...] orð ella orð um Gud, men eg má viðganga, at hvat innihaldi viðvíkur gjørdist eg ikki sørt vónsvikin av støðinum í greinini. Eg hevði satt at siga rokna við at finna onkrar góðar grundgevingar í greinini
borgmeistarin í Reykjavík, Steinum Valdis Oskardóddir, tá ið Reykjavík Art Festival varð sett: Vit skulu vera stolt av okkara listafólkum! Sanniliga kunnu norðoyingar vera stoltir av sínum listafólkum bæði [...] fyri í fjølmiðlunum. Føroyingurin hevur altíð verið forvitin og tikið til sín av útlendskum - bæði í orð og talu og eisini av meira ítøkiligum. Vit tosa um ensk lániorð í móðurmálinum og um franska katalogið [...] vera midnáttarsamkoman í Vágstúni. Og løtan leygarkvøldið var onki undantak í so máta. Heilt fitt av fólki høvdu longu leitað sær í Vágstún, tá Klaksvíkar Hornorkestur um hálvgum tólv tíðina legði fyri