21. juli 1969: 40 ár síðani Armstrong setti fótin á mánan

Klokkan 2:56 tann 21. juli í 1969 hendi tann kanska mest minniliga stundin hjá mannaættini í 20. øld. Tá settu Neil Armstrong og Edwin ”Buzz” Aldrin fótin á mánan. Eisini heima í Føroyum sótu nógv fólk og fylgdu við søguligu stórhendingini

Undir kalda krígnum kappaðust USA og Sovjetsamveldið á mongum økjum. Stórveldini kappaðust innan vísind, ítrótt og ikki minst um at standa seg best í rúmdini.

Í byrjanini legði Sovjetsamveldið seg á odda í rúmdarstríðnum. Í 1957 tók Sovjetsamveldið vesturheimin av fótum, tá teir sendu lítla fylgissveinin ”Sputnik” í ringrás kring jørðina.

Bert fýra ár seinni gjørdist russarin, Jurij Gagarin fyrsta menniskja, sum ferðaðist úti í rúmdini. Gagarin náddi kring jørðina uppá bara 108 minuttir. Tá stóð øllum greitt, at Sovjetsamveldið var í gongd við at hølva USA av í kappingini um rúmdina.

Amerikanskir herleiðarar staðfestu yvirfyri amerikonsku stjórnini, at tapti USA kappingina um rúmdina, so kundi tað eisini koppa javnvágina í stríðnum ímóti heimskommunismuni. Okkurt mátti gerast stundisliga fyri at venda gongdini.

 

Ikki hugaður í byrjanini

John F. Kennedy, amerikanskur forseti, árini 1961-1963 var ikki so hugaður í at satsa ov nógv í kappingini um rúmdina. Men tað eydnaðist hernaðarligu ráðgevarunum at fáa unga amerikanska forsetan á aðrar tankar.

Stutt aftaná sovjetisku sigursferðina hjá Jurij Gagarin, helt John F. Kennedy eina minniliga røðu fyri amerikanska samveldistinginum, har hann boðaði amerikonsku tjóðini frá, at USA ætlaði at senda eitt menniskja til mánan, og at føra viðkomandi trygt aftur til jørðina.

Talan var um eina risaverkætlan, sum skuldi førast út í lívið, áðrenn 1960-árini vóru liðin. Risastóra rúmdarverkætlanin var nevnd ”Apollo”. Nýggjar rúmdarrakettir, rúmdarskip og rúmdarbúnar vóru framleidd í hópatali, og túsindtals menniskju vóru sett í ymisk størv, sum høvdu samband við verkætlanina.

Menn hava roknað uppá tølini, og mett verður, at Apollo-verkætlanin kostaði 130 miliardir dollarar í nútíðarpeningi.

 

Ymiskir av lyndi

Teir tríggir austronautarnir, sum vóru útvaldir at fara við á mánaferðini hjá Apollo 11 rúmdarskipinum, vóru allir føddir í 1930, og vóru sostatt í bestu árum, tá teir framdu ta minniligu ferðina.

Teir útvaldu austronautarnir vóru Neil Armstrong, Edwin ”Buzz” Aldrin og Michael Collins.

Armstrong, Aldrin og Collins høvdu ógvuliga ymisk lyndi. Collins var tann mest stilli av teimum trimum austronautunum. Collins fekk til uppgávu at stýra móðirskipinum, Colombia, og tí fekk hann ikki lut í søguliga møguleikanum at lenda á mánanum.

Edwin ”Buzz” Aldrin var av skandinaviskari ætt, omman og abbin fluttu úr Værmlandi í Svøríki og til USA, seinast í 19. øld. Leingi helt Buzz Aldrin, at hann fór at gerast tað fyrsta menniskja, sum slapp at stíga fótin á mánan, men valið fall á Neil Armstrong. Buzz Aldrin var heldur opinskáraður, meðan Neil Armstrong var meiri róligur, og dugdi betur at leggja sær orðini.

Henda støðan hevur so insperað norska rithøvundin, Johan Harstad til at skriva skaldsøguna ”Hvor ble det av deg i alt mylderet, Buzz Aldrin?”. Ein skaldsøga um ein mann (Matthias), sum stendur í skugganum, eins og Buzz Aldrin kom at standa í skugganum av Neil Armstrong.

 

380.000 kilometrar

Mánaferðin hjá Apollo 11 byrjaði á Kennedy Space Center í deilríkinum, Florida tann 16. Juli. Aftaná eina ferð uppá 380.000 kilometrar, sum tekur fýra dagar, er tað stóra málið í eygsjón.

Buzz Aldrin og Michael Collins gera klárt at fara umborð á ”The Eagle”, sum er eitt sjey metrar høgt mánalendingarskip. Sniðið á The Eagle er rættiliga primitivt, og mánalendingarskipið er ikki lætt at stýra. Michael Collins verður eftir umborð á móðirskipinum.

Aldrin og Armstrong nærkast mánanum, og gera klárt til at lenda, men tað er nær við at ganga galið beinavegin. Økið, sum er valt til teirra mánalending vísur seg at vera fult av stórum steinum, men í seinastu løtu megnar Armstrong at stýra The Eagle burtur frá vandaøkinum.

Men nú eru teir fleiri kilometrar frá málinum hjá sær, og brennievni er við at ganga undan. So koma boðini frá kontrolrúminum í Houston: ”60 sekundir”, tað er tíðin Armstrong hevur til at fáa The Eagle uppá pláss. Armstrong sær næstan einki. Rakettmotorarnir hava elvt til eitt mikið dustrok, so tað kennist sum um teir flúgva gjøgnum eitt skýggj.

”30 sekundir” ljóðar frá kontrolrúminum í Houston. Í kontrolrúminum í Houston er panikkur. Men Armstrong er sum altíð, róligur og fattur. Og knappliga er mánin fyri teimum. Armstrong megnar at gera eina bleyta lending.

Klokkan er 20.17 í Føroyum, og dagurin er 20. juli. Tvey menniskju eru lend á mánanum. Staðið Armstrong og Aldrin eru lendir á verður nevnt ”Mare Tranquillitatis” – stillunnar hav.

 

Jógvan Arge rapporteraði heim

Kring heimin fylgja 100-tals av miljónum við tí, sum hendir í bæði sjónvarpi og í útvarpi.

Heima í Føroyum sita fólk eisini sum negld í gólvið. Útvarpsstjórin, Niels Juel Arge, hevur sett seg inn í studio á Bryggjubakka, og hann og tøkningurin, Marius Rein, hava samband við Jógvan Arge, sum er staddur í Danmark. Jógvan hevur eitt svart/hvítt sjónvarp frammanfyri sær, hetta er 10 ár áðrenn sjónvarpið kemur til Føroya.

Danska sjónvarpsmonopolið, DR sendir beinleiðis frá søguligu stórhendingini. Jógvan rapporterar hegnisliga frá øllum tí, sum hendir. Inni í studionum hjá Niels Juel sita tveir smádreingir, púra kúrrir og lurta við spenningi.

Niels Juel hevur lagt teimum eina við, at teir sleppa at sita inni í studionum, um teir ikki geva eitt einasta ljóð frá sær.

Teir eru systkinabørn, og eita Torbjørn Jacobsen og Magni Arge.

Tobbi endurgav fyri stuttum á Rás2, hvussu spennandi og rúnarbindandi hetta minniliga kvøldið var, ein sannur varði í føroyskari útvarpssøgu, har Jógvan Arge veruliga slóg sítt navn fast hjá teimum føroysku lurtarunum.

 

Eitt lítið fet

Klokkan er 2:56 í Føroyum, og nú er 21. Juli. Armstrong kemur grulvandi út úr The Eagle, og hann tekur tey fyrstu fetini nakað menniskja hevur tikið á mánanum, og í tí næstu løtuni sigur hann tey ódeyðuligu orðini: ”That´s one small step for a man, one giant leap for mankind” – Hetta er eitt lítið fet fyri ein mann, men eitt stórt lop fyri mannaættina.

Løtuna aftaná tekur Aldrin síni fyrstu fet á mánanum. Báðir strekkja beinini, talan er um ein risastóran sigur. Mong ár seinni greiddi Armstrong kortini frá:

- Eg var rættiliga bilsin um, at vit megnaðu tað. Satt at siga, so helt eg, at tað var bara ein 50 prosents møguleiki fyri, at vit fóru at klára tað. Men tá saman um kom, so var lendingin tann lættasti parturin av ferðini.

 

Minnisplátu

Armstrong og Aldrin vóru á mánanum í tveir og ein hálvan tíma, har teir samlaðu royndir av mánasteinum o.ø og teir stillaðu eisini mátitól upp.

Teir tóku eisini myndir av mánanum, og av sær sjálvum við einum svenskum Hasselblad-myndatóli. Teir góvu sær eisini sjálvsagt tíð til at seta eitt amerikanskt flagg á mánan.

Armstrong og Aldrin høvdu eisini eina minnistalvu við sær, á henni stóð: ”Her lendu menn frá planetuni, Jørðini, fyri fyrstu ferð á mánanum, í juli í árinum 1969 eftir Kristi føðing. Vit komu í friði vegna alla mannaættina”.

 

Mundu ikki sloppið avstað

Tá tveir og ein hálvur tími var farin, grulvaðu Armstrong og Aldrin inn í lendingarmodulið, men har fingu teir ein stóran skelk.

Tá teir grulvaðu út í teirra kloðsutu rúmdarbúnum var ein av teimum komin til at oyðileggja kontaktina, sum skuldi tendra rakettmotorin. Men aftaná at hava hugsað og grunað eina løtu, funnu teir eina loysn uppá trupuleikan.

Í samstarvi við kontrollrúmið í Houston funnu teir út av, at teir kundu starta motorin, við at kortslutta hann. Trupuleikin var bara, at teir høvdu ikki ein langan og smalan metallut við hondina.

Men so kom Buzz Aldrin at hugsa um, at hann hevði ein austronautpenn. Talan var um ein penn av merkinum ”Fischer” – AG7E, serliga framleiddur til at brúka úti í rúmdini. Við skelvandi fingrum brúkti Aldrin metalhylkið fyri at fáa raketmotorin í gongd. Tað eydnaðist, og nú kundi ferðin heim aftur byrja.

 

Lendu í Stillahavinum

Fýra dagar seinni lendu Aldrin, Armstrong og Collins á jørðini aftur. Teir lendu í Stillahavinum, eystanfyri Wake-oyggjarnar.

Komnir heim til USA vóru teir settir í karantenu í tríggjar vikur. Tá tær tríggjar vikurnar vóru farnar, fóru Neil Armstrong, Buzz Aldrin og Michael Collins á eina sigursferð, har teir vóru stórliga fagnaðir í gøtunum í New York, Chicago og Los Angeles.

Talan var um ein vísindaligan og moralskan stórsigur fyri amerikumenn, sum nú endiliga høvdu lagt Sovjetsamveldið aftur um seg í tí stóru rúmdarkappingini. Og tað taldi eisini nógv, at lyftið hjá John F. Kennedy sála, um at amerikumenn skuldu hava ein mann á mánanum, áðrenn 1960-árini vóru liðin, var hildið.

Seinnu árini hava fólk verið frammi, og sagt, at mánaferðin í 1969 var tað reina gykl, og at alt var tað reina uppspinn. Filmsframleiðarin, Bart Sibrel hevur arbeitt serliga hart fyri at ”prógva”, at mánaferðin ongantíð var veruleiki.

Í 2002 konfronteraði hann tann tá 72 ára gamla, Buzz Aldrin við hesum, og hann nevndi Buzz Aldrin ein lygnara. Buzz Aldrin gjørdi ikki mætari enn, at hann slóg Sibrel í gólvið við einum nevaslagi.

Men flestu vísindafólk stuðla, at mánaferðin var veruleiki. Ein tann fremsta grundgevingin er, at amerikanska flaggið fór at veittra aftaná, at tað var sett upp. Flaggið helt fram við at veittra, tí tað er eingin atmosfera á mánanum, sum steðgar rørslum.

Bart Sibrel og hansara felagar eru tó ikki givnir við herferðini, men teir koma neyvan nógv til orðanna, nú heimurin hátíðarheldur 40 ára dagin fyri mánalendingini. Árini 1969-1972 vóru seks væleydnaðar mánalendingar framdar. Seinasti maðurin, sum gekk á mánanum var Eugene Cernan, sum var leiðari umborð á Apollo 17 rúmdarfarinum.

Síðani 17. Desember í 1972, hevur einki menniskja sett fótin á mánan.