Burtursæð frá kappróðrinum, man stóra hæddarpunktið á Norðoyastevnu vera midnáttarsamkoman í Vágstúni. Og løtan leygarkvøldið var onki undantak í so máta. Heilt fitt av fólki høvdu longu leitað sær í Vágstún, tá Klaksvíkar Hornorkestur um hálvgum tólv tíðina legði fyri við tónleiki. Úti í Klaksvík vóru skótarnir byrjaðir at ganga kyndlagongu og komu teir beint fyri midnátt í Vágstún, sum tá var mest sum fullsett av fólki.
Eftir røðuna hjá Frits Johannesen, lærara og listamanni í Fugafirði, varð farið oman í Vágsbø at hyggja at fýrverki, sum í dýrdarveðrinum neyvan hevur verið vakrari. Løtan endaði við felagssangi, har fólk munda halda á at syngja í ein góðan tíma ella meir.
Við tað gamla og tó
Í so máta var alt við tað gamla á Norðoyastevnu. Og tó. Eftir midnáttarsamkomuna var tað ongin, sum nýttist at skunda sær til síðsta eykatúr hjá Dúgvuni ella fara á gátt hjá vinum og kenningum at biðja sær song. Og eins og gestirnir á Norðoyastevnu, komu og fóru eisini kappróðrarbátarnir sum teir vildu í trailararum! Ongin tysjan av spentum kappróðarfólki á ferjuleguni, sum tá kappróðrarbátarnir plagdu at koma við Dúgvuni ella Smyrli.
Aðrar tíðir og nýggir møguleikar eru í ferð við at broyta Norðoyastevnuna, og í Vágstúni tók Frits Johannesen sera hóskandi tráðin upp í síni hugleiðing um, hvussu vit menniskju altíð hava verið nakað illgrunasom mótvegis tí nýggja.
Men fyrst bar Frits Klaksvíkar Hornorkestri, sum so mangan hevur givið ljóð í Vágstúni, eina heilsan.
- Ljómurin í hesum orkestri er eitt kosmiskt ljóð, sum er millum Borðoyavík og Klakk. Hetta er teimum til mikla tign og miklan sóma og okkum øðrum at gagni, sum Frits tók til, áðrenn hann helt fram við røðuni
- Alheimsgerðin er um okkum, og kemur hetta orðið ofta fyri í fjølmiðlunum. Føroyingurin hevur altíð verið forvitin og tikið til sín av útlendskum - bæði í orð og talu og eisini av meira ítøkiligum. Vit tosa um ensk lániorð í móðurmálinum og um franska katalogið Printemps (vár), har føroyingar millum krígsárini bestiltu mótaklæði úr París. Tá gingu tær ungu kvinnurnar her á landi um tún og stræti í síðsta skríggi frá alheims mótapallum. Samd kunnu mannfólkini vera, at snøgg var føroyska kvinnan í hesum búna í hesi alheims mótagerð í 20inum.
- Mótan hava vit altíð tikið til okkum. Hetta er í kjøtinum borið.Vit vilja fylgja við hesum streymi. Á ytstu útskerum kunnu vit síggja fólk draga upp á kroppin eftirgjørdar mótabúnar. Danski fornfrøðingurin Poul Nørlund var í fer við at grava fyrst í 20. øld á Herjólvsnesi sunnanvert Eiriksfjørð í Grønlandi, tá ið hann rakti við lík, ið vóru ílatin búnar, sum týðiliga vístu sambandið millum norðbúgvarnar og meginlandi. Hetta sæst á mótanum. Hetta plagdi Sofus Joensen søgulærari nema við, tá ið vit gingu á Føroya læraraskúla. Men tað liggur ein alheimur í hesi tráan, ein globalsering at vera sum hini, at tekkjast einum ávísum skapi bæði í list, arkitekturi, í skaldskapi og móta. Hetta er ikki nýtt í okkara lívsmynstri.
- At lata listaliga heimin í búnar og skap, sum tulka okkara innastu kenslur, gera listafólk. Norðoyggjar eru einki undantak. Vit kunnu nevna millum onnur Hans Hansen, Fritjof Joensen, Amariel Norðoy, Olivur við Neyst, Hans J. Glerfoss, Arnold Vegghamar, Archibald Black, Fridu Zachariasen, Poulinu Joensen, Elinborg Lutzen og Edward Fuglø. Nú ein dagin segði borgmeistarin í Reykjavík, Steinum Valdis Oskardóddir, tá ið Reykjavík Art Festival varð sett: Vit skulu vera stolt av okkara listafólkum! Sanniliga kunnu norðoyingar vera stoltir av sínum listafólkum bæði í myndlist, skaldskapi og tónleiki, so tað stendur eftir. Hesi tulka tað, sum er millum Klakk og Borðoyavík og tað, sum rørir seg millum polarnar báðar.
- Tað gongur bara so skjótt nú á døgum, at vit hava ilt við at fylgja við. Sjálvandi eru tað fólk, ið illkennast inn á hesa gongd og andøva ímóti broytingum, men sum frálíður, so verður mangt og mikið góðtikið og verður partur av tí dagliga. Sjálvandi skulu vit vera varin og sálda frá.
Elduvíkskonan, sum hevði sonarkonu inngifta í Elduvík, ið var ættað úr Gøtu, illneittist inn á gøtufólk, sum komu á gátt, at ikki var friður av gøtufólki, síðani gummiskógvarnir vóru uppfunnir. Hon dugdi illa at venja seg við hesar nýggju skógvar, sum nú stóðu í durinum í Elduvík millum húðaskógvar, klossur og tuflur.
Hetta er ikki eindømið um, at vit gerast eitt sindur ótrygg, tá ið tað nýggja kemur inn á okkum. Listin gevur seg altíð til kennar, tá ið mørk verða flutt í samfelagnum. Tá íð impressionisman tók seg upp, var hetta í 1870inum. Listafólk gjørdu eina framsýning í Paris og fekk henda framsýning háðandi orðið: Impression, har málningurin hjá Monet: Impression Soleil Levant(sólarris) var einkarbarnið á hesi framsýning, sum í dópsgávu gav hesi list hetta heitið. Hetta vóru aðrir gummiskógvar, sum stóðu í durinum til tann listaliga heimin.
- Vit vóru á gáttini til ídnaðarsamfelagið og fyrstu fotomyndirnar sóu dagsins ljós. Vit siga, at markið í listini varð flutt. Hetta avspeglaðu málningarnir eisini ferð var komin á. Hjólini mólu skjótari, og spurningar stungu seg upp, um fólk í jarnbreytarvognum toldu eina ferð upp á 50 km um tíman. Hetta var óhoyrt. Ferðin var í teimum impressionistisku strokunum, sum avmyndaðu sólina, ljósið og luftina í sterkum avmáldum ljósflatum í stuttum strokum, har smálutir vóru burtur. Fotomyndirnar kundu taka smálutirnar við, men tað var løtan, sum hevði týdning. Listin hevur altíð tulkað tíðina, sum kemur. Impressionisman var einki undantak.
- Eftir 1900 er tað stóra skriðulopið í listini. Tá er tað fjøld av marknaðarpelum, sum fluttir verða og nýggjar listagreinir stinga seg upp. Ongantíð hava verið so nógvar flytingar í listini, sum júst í dag. Alt er loyvt. Gummiskógvarnir eru bæði flatbotnaðir og høghælaðir, men vit kunnu eisini siga, at ongantíð hevur heimurin sæð so stórar broytingar til dømis í kt-tøknini og í ídnaðinum, sum júst nú. Verksmiðjur verða fluttar úr einum heraðshorni í heiminum í annað, og sálarleysir robottar taka um endan á fleiri verksmiðjum.
Vit flyta okkum vit flyta Manhattan í Mansgjógv tað stóra samfelagið í tað lítla samfelagið. Næraberg kom, Atlantic Navigator, Skálaberg o. o. nýmótans før við, sum hava flutt mørk, men kanska er stórsta hendingin, sum okkum hevur verið fyri í seinastuni, Norðoyatunnilin. Hann hevur heilt annað skap enn tunnilin Norður í Sund. Soleiðis verður tunnlagerðin eisini broytt í sniði og skapi.
- Hvussu fara nú gummiskógvarnir at síggja út, sum fara at standa í durunum í Klaksvík? Sjálvandi vera tað fríggjarar, sum koma á gátt í inn- og útsúði og pikka uppá. Hugsi, at klaksvíksingar eru tolnir og taka væl ímóti teimum, sum koma og ikki vísa fólki durafjórðingin. Tað gjørdi elduvíkskonan ikki, hóast firtni hennara skakaði durin í Elduvík henda dag, tá ið hon sáð hesar høvuðsvørtu skógvar standa í durinum.
Elduvíkskonan illneittist eina stund inn á gummiskógvarnar, men tók teir til sín og blivu teir ein ekspressiv mynd í gerandisdegnum komu inn i okkara mentan og gjørdust rótføroyskir og oyðiløgdu ikki okkara heimaverð, men tvørturímóti. Ein maður ella kvinna í gummiskóm er ein sannur føroyingur. Somuleiðis kunnu vit siga um ulpurnar, sum vóru seymaðar í Klaksvík. Tá blivu føroyingar til livandi føroyskar standmyndir, hóast ulpan í sínum uppruna kom úr Íslandi.
Tað er tað, sum vit eiga at ansa eftir, tá ið tann stóri heimurin kemur til okkara. Vit eiga at taka væl ímóti honum og ikki geva honum durafjórðingin, men seta hesar alheims gummiskógvar rað á rað í tann føroyska durin á ein skynsaman hátt, so teir hava sítt pláss í duraalheimsgerðini í Klaksvík og her á landi.
- Vit eru bygdafólk, hóast Fuglafjørður og Klaksvík eru býir, men flestu okkara eru vaksin upp í einum samfelag, har havið dró. Christian Matras skrivar í Leikur og loynd um Bygdina... Barn, sum veksur upp á bygd, verður kanska, eins og býarbarnið á sín hátt, ikki sørt heimføðisligt, men samstundis hevur tað eina kosmiska lívskenslu, sum eg hugsi mær trýtur hjá býarfólki. Hjá mær var sjógvurin inni við land ikki øðrvísi enn byrjanin á hinum mikla endaleysa havi...
Nú síggja vit ikki havið, meðan vit fara undir Leirvíksfirði. Í so máta er saknurin stórur, men eg vóni, at tað kosmiska havið, sum vit øll eru á, altnar dagar okkara verður ein lívssproti i tilveruni bæði hvønndagsliga, í ídnaðinum, í tónleika-, í skalda- og listaheiminum. Hetta er partur av okkara hugfari, og kanska er tað orsøkin til, at vit her í Atlantshavinum altíð hava hórað undan, tá ið á hevur staðið. Hetta eiga vit ikki at gloyma, tá ið til dømis Manhattan verður flutt í Mansgjógv.
- Tunnilin hevur latið upp fyri iljahvítum, mentanarligum/ídnaðarligum gummiskóm í ymsum støddum, sum fara at standa í durunum her í Klaksvík og fara at flyta seg um tún og stræti, men brúka vit vit og skil í kosmiskum anda, so er hugsandi, at nádd verða tey mál, sum vit seta okkum fyri.
Okkara lítla samfelag er eitt liðiligt, lítið samfelag. Her er rúmsátt, og tá ið norðbúgvarnir í Grønlandi tóku við evropeiskum móta fyri 600 árum síðani og elduvíkskonan tók ímóti gummiskómum fyri 70 árum síðani, so er lagamanni at taka væl ímóti tí avbjóðing, ið tunnilin gevur. Tunnilin fer at flyta mørk........ ja, kanska fer Fuglafjørður og Klaksvíkin at vera ein kommuna, og tá verða gummiskógvar? Nei eg veit ikki, men eitt veit eg: Tað krimar í Klaksvík, og tað er well!