Bilfrí gongugøta er loysnin

Fleiri av panelluttakarunum róðu upp undir, at gongugøtan, frá Vaglinum niðan til ljóskurvarnar, eigur at gerast bilfrítt øki. Hetta var persónliga meiningin hjá borgarstjóranum, og Gilli Trónd fór víðari og mælti til, at bygd vóru parkeringshús mitt inni í miðbýnum

Eitt stúgvandi fult Miðlahús var karmurin um ein kjakfund um miðbýin í Havn.

Startskotið til fundin var ein klumma, sum Rigmor Dam, blaðkvinna á Sosialinum hevði í einum vikuskiftisinnleggi, og sum hon læs upp at byrja við. Tó eftir, at Simme heilt spontant hevði framført ein sang um júst Havnina.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, var hin fyrsti í panelinum, sum fekk orðið. Hann viðgekk, at miðbýurin er mest sum steindeyður. Hinvegin vísti hann á, at uppgávan hjá býráðnum er at skapa karmarnar.

Í klummu síni fanst Rigmor Dam at nýggju brúgvasteinunum, sum eru lagdir á Áarvegin, men Heðin Mortensen segði, at neyðugt var við hesum slagi av steinum, tí einki annað heldur.

- Av tí at bilar koyra í gongugøtuni, er tað einki annað, sum heldur, segði Heðin Mortensen.

Hann helt annars, at býráðið hevði gjørt sítt til at hugna um við Speakers Corner og Tinghúsgarðinum. Men eitt er neyðugt, skal veruligt lív koma aftur í miðbýin.

- Gongugøtan má gerast bilfrí. Hetta er mín persónliga meining, tí tað eru ymsar meiningar um tað í býráðnum, segði Heðin Mortensen.

Hann segði, at roynt verður at gera Tórsgøtu til eina mentanargøtu. Við Miðlahúsinum, Gamla Reinsaríi, Margarinfabrikkini og Leikhúsinum Gríma.

Ætlanin er at gera eitt torg við borðum og stólum millum Miðlahúsið og Gamla Reinsarí, har fólk kunnu hugna sær. Og so skulu vit nú til at taka støðu til, um tað skal verða gangandi ella koyrandi út Undir Bakka, segði Heðin Mortensen.

Í dag er veruliga handilsgøtan í býnum Dr. Jacobsensgøta.

- Býráðið hevur broytt byggisamtyktina, so byggjast kann hægri nú, segði Heðin Mortensen.

 

Smátt er gott

Ingigerð á Trøðni, leiðari av Kunningarstovuni í Havn, fekk síðani orðið. Miðbýurin er gamli býurin, har øll koma og øll fara úr aftur.

- Samstundis, sum vit ynskja at varðveita býin, sum hann var, vilja vit samstundis hava ein nútímans miðbý, segði Ingigerð á Trøðni.

Gongugøturnar og handilslívið er kjarnin í býnum, men Áarvegur og Niels Finsensgøta er ikki nøkur lívlig handilsgøta. Eisini hon metti, at Dr. Jacobsensgøta er veruliga handilsgøtan í býnum í løtuni. Hon róði eisini upp undir, at miðbýurin gjørdist bilfríur.

- Snuskutar húsafasadur og óendalig vegarbeiði eru ikki júst innbjóðandi fyri miðbýin. Hann manglar handlar, og bakarin er heldur ikki her longur, segði Ingigerð á Trøðni.

Hon hevur eina greiða definitión upp á, hvar sjarmin við miðbýnum er.

- Sjarmin eru smáu, krókutu gøturnar og smáu, ólíku handlarnir, segði Ingigerð á Trøðni.

Gongubreytin er vorðin so breið, at bilførarnir ivast í, hvørju megin teir skulu koyra.

Og so hevði Ingigerð eini góð ráð til handlarnar í miðbýnum:

- Tað er umráðandi, at øll samstarva í miðbýnum, segði hon.

 

Einki fær frið

Tað var Guðrun Ludvig frá Guðrun & Guðrun, sum umboðaði handilslívið. Hon segði, at hon hevði verið ógvuliga fegin fyri tað hálvtannað árið, tær báðar høvdu verið í gongugøtuni. Tær fluttu annars í gongugøtuna í eini tíð, har handlar fluttu úr henni og niðan í SMS.

- Sum handilsrekandi ræður tað um at gera tað innbjóðandei fyri kundan at koma inn í handilin, fyrst og fremst við at gera nógv burtur úr sýnisgluggunum, segði Guðrun Ludvig.

Annars vísti hon á, at Tinghúsgarðurin átti at verið nógv meiri nýttur.

- Har kundu verið sølubásar av ymsum slag. Til dømis kundu vit bjóða handlum av bygd at komi í Tinghúsgarðin at bjóða sínar vørur fram einaferð inn ímillum. Ella antikvitetir av ymsum slag kundu verið seldir har, skjeyt Guðrun Ludvig upp.

Somuleiðis helt hon, at tinghúsið átti at verið opið fyri almenninginum, serliga nú tingið kortini er í summarfrí.

- Eitt annað hugskot kundi verið, nú fleiri hava nevnt nógva regnið, at øll høli í miðbýnum kundu havt eitt stativ við regnskjólum, har miðbýurin stóð á, og so kundu fólk lánt eitt regnskjól og levera tað aftur næsta stað tey skuldu í miðbýnum, segði Guðrun Ludvig.

Og helt hon, at tað hevði tikið seg væl út við blómukassum í gongugøtuni, men tað fekk ikki undirtøku.

- Eg haldi, at hetta man vera einasti høvuðsstaður í heiminum, har ein blómukassi ikki fær frið at standa. Tað fekk eg sjálv at kenna, tá eg ikki lukkaðist at taka blómukassan inn í tøkum tíma, segði Guðrun Ludvig millum annað í sínum innleggi.

 

Gerið parkeringshús

Næstir at fáa orðið, var Gilli Trónd, býararkitektur. Hann hugleiddi eitt sindur um hetta, at gera »a space to a place« - at gera eitt øki til eitt stað.

- Hvar hava vit tey inklusivu støðini, spurdi hann, og vísti til, at eitt inklusivt stað er eitt innbjóðandi stað. Eitt stað, sum er multifunktionelt við blandaðum aktivitetum.

- Eg haldi, at tað er rættiliga sigandi, at ráðhústorgið er eitt parkeringspláss. Har hava vit eitt fínt øki millum Sjómansheimið og gamla Posthúsið, har tað saktans kundi verið bygt eitt parkeringshús í trimum hæddum, har tú av ovastu hædd gekk beint inn á ráðhústorgið, segði Gilli Trónd.

Somuleiðis hevði borið til at bygt eitt parkeringshús longur uppi í Niels Finsensgøtu, so fólk fingu parkera mitt inni í býnum, og gingið meiri ella minni inni til handils í miðbýnum.

- Vit mugu bara ásanna, at tað er ov langt at fara niðan á Glasheygg ella út á Skálatrøð at parkera. Tað tíma fólk snøgt sagt ikki, segði Gilli Trónd.

Elin Heinesen, stjóri í Samvit, tosaði í mun til hini ikki so nógv um karmarnar og tað fysiska í miðbýnum, men hugleiddi heldur eitt sindur um, hvør tað er, sum skal fylla karmarnar út.

- Hvør er tað, sum livir og býr og arbeiðir í miðbýnum, spurdi hon, og gav sjálv svarið: Tað eru tey skapandi fólkini, sum eru eitt ógvuliga eftirspurt fólkaslag í dag.

- Tað finnast trý sløg av kreativum fólki: tey, sum eru tøkniliga kreativ, tey, sum eru listarliga kreativ og tey, sum eru sosialt kreativ. Øll hava tey virðini í felag, men annars eru tey ymisk sum individualistar, segði Elin Heinesen.

Hon segði eisini, at tað eru býir úti í heimi, sum kappast fyri at fáa hesi kreativu fólkini til sín, tí arbeiði fylgir eftir teimum. Og tí er tað umráðandi fyri Havnina at fáa fatur á hesum fólkunum.

- Tað er neyðugt, at skapa rætta umhvørvi fyri hesi fólkini, og tað er umráðandi við fleksibilliteti, segði Elin Heinesen.

 

Nýggj býarskipan

Stjórin í SamVit segði, at tað er av stórum týdningi, at skapa støð við fjølbroytni og fleksibiliteti, so tey kreativu fólkini kundu laga sína tíð sum tey vildu. Arbeiddu tá tey vildu, keyptu inn, tá tey vildu og fingu síni børn ansað, tá tey vildu.

- Men tað er kreativiteturin, sum er avgerandi, og hann fer í síðsta enda at vísa seg aftur sum avlop á gjaldsjavnanum, segði Elin Heinesen.

Síðstur at fáa orðið, var Albert Isfeldt, arkitektur, sum var heldur seinur av tí hann hevði verið í Suðuroy, og Smyril er ikki á Havnini aftur fyrr enn um hálvgum níggjutíðina.

Hann legði fyri við at siga, at tá hann vaks upp, búðu 6.000 fólk í Havnini, nú eru tey um 20.000 í kommununi.

- Býurin veksur, men er stórt sæð einki broyttur frá Kongabrúnni niðan í Gundadal. Okkurt hissini hús er bygt, men har má eg siga, at býráðið hevur sovið í tímanum, segði Albert Isfeldt.

Hann segði, at tað var eitt lítið sindur av lívi í um áttatíðina á morgni, tá fólk koyrdu børnini í skúla, og hann sjálvur var í postboksini, men eftir klokkan níggju var steindeytt til klokkan fýra, tá fólk fóru til handils.

- Ein so steindeyður býur má virka undarligur upp á ferðafólk, helt Albert Isfeldt.

Ein heilur aldursbólkur manglar, tí stórur partur av ungdóminum er uttanlands í lestrarørindum.

- Eisini her hava vit førsømt ungdómin við at gloyma at byggja skúlar til hann, segði Albdert Isfeldt.

Hann helt, at tað er ein fínur tanki, at fólk búgva í miðbýnum, men óttaðist fyri, at talan fór at verða um ríkfólk við ongum børnum, og tá var so lítið vunnið. Men hann hevði loysnina til, hvat gerast skuldi.

- Tað er neyðugt at gera eina spildurnýggja býarskipan heilt frá Kongabrúnni og niðan í Gundadal, segði Albert Isfeldt.

Eftir innleggini frá panelluttakarunum var eitt lívligt orðaskifti, sum lesast kann meiri um á øðrum síðum í blaðnum.