Tónleikalív í blóma

UMMÆLI

Tá ið týski advokaturin og áhuga fuglafrøðingurin Carl Julian Graba var á vitjan í Føroyum í 1828, var hann rættiliga bilsin at finna eitt mentanarligt støði á so høgum stigi, sum hann upplivdi tað her. Men um tann tónleikin, hann fekk at hoyra – kingosangur í Bíggjar Kirkju og frá onkrum báti á útróðrarferð – gav hann til kennar, at hetta var tað ræðuligasta, sum honum nakrantíð var komið fyri oyru. Smá hundrað ár seinni skrivaði danski kirkjumusikarin og lagasmiðurin Thomas Laub, sum gjørdist kendur fyri sína stremban at vinna upprunaliga sálma- og fólkasanginum rúmari ræsur í tí virkna tónleikalívinum, at føroyingar kundu ikki metast øðrvísi, enn at teir vóru beinleiðis ómusikalskir, soleiðis sum teir trampaðu tær gomlu vísurnar til og skrenjaðu teirra sálmasang.
Lítið hava hesir menn og onnur við dugað at meta um ta tónlistarliga jørðildi, sum hevur stimbrað okkara tjóð gjøgnum øldir. Seinni tíðir – og tá serliga tey seinastu 2-3 áratíggini – hava eisini til fulnar prógvað, at veruleikin er júst tann øvugti. Útlendskir tónleikalærarar hava havt á orðið um ta serstaka tónlistarpotentiale, sum teir hava funnið her, og meta vit eftir fólkatali, má tað sigast at vera merkisvert, so mong ung ið hava gjørt vart við sínar tónleikagávur bæði burturi og heima.

Kringvarpið - bløðini
Men hvussu duga fjølmiðlar, myndugleikar og stovnar at fara um hesar gávur og møguleikar í fólkinum? Jú, kringvarpið – og tá helst útvarpið - fyllir tað mesta av sínari senditíð við tónleiki; men hjá teim mongu, sum hava tónleik sum týðandi lívsinnihald, so er lítið kveikjandi at hoyra. Heldur hinvegin er hetta eintáttaða tónleikasjarrið nátt sum dag týnandi fyri almennu tilvitanina um tónleikadygd.
Ynskiligt er at fáa í lag eina objektiva, breiða viðgerð um, hvussu hendan listargrein, sum meira enn nøkur hevur beinleiðis ávirkan á sálarlív og tilveru, fær betri sømdir í okkara kringvarpi. Her verður ikki hugsað um t.d. popp ella klassiskt, men um meira fjølbroytni og víðari sjónarring
Í bløðunum verður ikki so lítið skrivað um tónleik. At samtíðin, tað sum í løtuni er mest frammi á pallum, og sum lættliga livir millum fólk, fær rúmar ræsur, er væl skiljandi – tað er jú eisini slíkt, sum selir bløðini best. Men ikki er tað ein nøktandi mentanarligur hugburður, um ikki slíkt, sum krevur meira, - og sum frá líður eisini gevur meira - verður drigið betur fram í almenna ljósið. Summarfestivalir og poppkonsertir víða hvar eru sanniliga í høvuðsheiti av tí góða, og gleðiligt er tað, at tónleikur nú meira enn nakrantíð er nakað, sum ungdómurin tekur til sín. Av hesum sprettur eisini nýskapan, har íbornu talentini koma fram sum ongantíð fyrr. Men verða tey evnaríku ikki stuðlað og hildin til at gera meira burtur úr sínum vøggugávum – tað veri seg til tað skapandi eins væl og til tað íðkandi – so laðar hesin fjølmiðlaligi hávi ov lítið uppundir til eitt framkomið tónleikalív.

FramRás 2010
Í næstseinastu viku skipaðu Aldubáran, Føroya Symfoniorkestur og Felagið Føroysk Tónaskøld fyri tónleikafestivali, sum tey kallaðu FramRás 2010. Væl og virðiliga lýstu fyrireikarnir í loftmiðlum, í bløðum og eisini í snøggum bóklingi hetta teirra nýggja framtak innan okkara sprettandi tónleikalív, og ivaleyst hava tey og onnur eisini við forvitni kagað í bløðini aftaná, at vita, hvat endurljóð hetta teirra spennandi tiltak hevði vunnið sær. Men gakk! – mær vitandi hevur ikki eftirmetandi fjølmiðlaorðið verið grett.
“Vit finna illa fólk, sum duga ella vilja skriva um klassiskan tónleik”, kunnu bløðini siga. Men ein flogbillett og ein minni samsýning til kompetentan ummælara úr t.d. Danmørk ella Íslandi er tað ov mikið, tá okkara framkomnastu tónlistarfólk leggja til brots at fáa borið fram av tí besta, sum livir og rørist í okkara tónleikalívi?


Aldubáran og Tarira.
Mær bar tíverri ikki til at hoyra, tá Aldubáran legði fyri í Norðurlandahúsinum hóskvøldið 16. september, har m.a. nýtt verk hjá Tróndi Bogasyni var at hoyra.
Fríggjakvøldið var kvøldið hjá kórinum Tarira. Á konsert hjá hesum kóri á “Summartónum” næstseinasta ár kundi ásannast, at hægri flog hevði føroyskur kórsangur neyvan havt áður. Hesaferð bar framførslan tó helst brá av, at hon kanska var í so tíðliga í sangárinum. Men tá “Punkurin” hjá Tróndi Bogasyni setti punktum, lætnaðu áhoyrarnir rættiliga úr sæti.

Musikkskúla Miðnámskonsert.
Leygardagin seinnapart varð tann framførslan, sum eg mest hevði sæð fram til: Úrvaldir næmingar úr sokallaða Miðnámsumhvørvinum á Musikkskúlanum høvdu hvør sína framførsla, og eg má siga, at hevði eg væntað gott, so var har tó enn betri at uppliva. Var ikki har við ummæli í huga og eri heldur ikki tann rætti til tað; men eg kann í stuttum nevna, hvat ið var at hoyra:
Kristina á Váli, næmingur hjá Jens Chr. Guttesen, legði fyri við satsi úr cellosuitu eftir J.S.Bach – krevjandi tónleikur, sum Kristina við sonnum tónlistarsinni og við persónligari sannføring kom væl frá.
Marta Johannesen, sum júst hevur lokið prógv á Musikkskúla Miðnáminum, spældi seg á floytu leikandi lætt okkum í sinni við “Geitadansi” eftir Arthur Honegger. Hennara lærarar hava Andrea Heindriksdóttir og Bernharður Wilkinson verið.
Jan Rúni Poulsen er fuglfirðingur; men vit kenna hann øll sum úrmæling millum paukur og trummur. Tað var tí sera forkunnugt og áhugavert at uppliva hann sum fyrsta føroying hava framførslu á solo-vibrafon. Lærari hansara Rúni Mouritsen er ikki enn fastbúgvandi í Føroyum, men tað er at vóna at klassiskt slagverk við honum og Jan Rúna, sum nú fylgir honum í sporinum, kann leggjast ríkandi aftrat í okkara musikkskúlavalmøguleikum.
Ikki skal her nakað dragast fram um annað; men at uppliva Mariu Olsen úr Norðagøtu í drúgvari framførslu av verki fyri klassiskan guitar eftir Heitor Villa-Lobos var nakað serstakt. Lærari hennara er Ólavur Jacobsen.
Síðan sessaðist Oluf Dam við flyglið. Honum hava vit áður havt góðar løtur saman við. Men undir vegleiðandi hondum Jóhannesar Andreasen er hann eyðsýniliga búnaður til pianist á professionellum stigi. Gitna Nocturnan hjá Chopin sannførdi um tað.
Annar fuglfirðingurin á palli hesa løtuna var Rúni Hentze. So ungur sum hann er, hevur hann tó longu vunnið sær navn sum ein tann fremsti millum okkara mongu góðu trompetistar. Mær var tað ein fragd at hoyra hann spæla Preludium úr Wohltemperiertes Klavier hjá J.S. Bach. Tað er Ken Jones, sum leggur honum lag á.
Eftir at hava hoyrt hesa røð av klassiskum tónastykkjum fingu vit eina birtandi uppliving, tá Jensia Højgaard Dam úr Sandavági settist á flygilbonkin og læt okkum hoyra tveir nútíðarligar sangir, sum hon sjálv hevur gjørt. Við síni ljómandi rødd, sínum kompetenta klaverfylgispæli og við sínari persónligu framkomu boðaði hon frá einum sannførandi tónlistarfólki á veg. At Joanna Johansen, sum hevur holla bakgrund sum sangari, nú eisini tekur sær av sangsolistiskari frálæru kemur væl við í okkara sangheimi.
Tøkk skulu teir lærarar musikkskúlans hava, sum tóku stig til, og sum fremja hesa verkætlan á hægri stigi sum lopfjøl til eitt framkomið tónleikalív í Føroyum.

Føroya Symfoniorkestur.
Seinasta konsertin, sum mær bar til at hoyra í hesum festivali var symfonikonsertin leygarkvøldið.
Tá stovnarin og í mong ár leiðari av Sønderjysk Symfoniorkester Hakon Elmer, staddur her 1970 sum leiðbeinari hjá okkara táverandi kamarorkestri Tórshavnar Musikkskúli, hoyrdi tankar um eitt komandi føroyskt symfoniorkestur, bað hann teir ikki hugsa um slíkt, tí eitt veruligt symfoniorkestur kravdi eitt munandi størri fólkaupplendi, enn okkara lítla oyggjaland rúmar. Seinastu árini hava tíbetur prógvað, at hann ikki metti rætt, og hetta kvøldið í Norðurlandinum upplivdi tú aftur eina symfoniska konsert, sum væl kundi staðið seg í einumhvørjum konsertsali uttanlands. Bernharður Wilkinson var burturstaddur tað vikuskiftið og hevði í sín stað latið taktstokkin til ungan norskan dirigent, Trond Husebø, sum eftir øllum sólarmerkjum man teljast millum teir frægu í norskum tónleikalívi.Við sínari greiðu , innlivaðu leiðslu gav hann okkum áhoyrarum eina ríka uppliving og okkara spælarunum eyðsýniliga nýggjan íblástur. Fólkaløgini úr Hardanger, sum Geirr Tveitt (1908-1981) hevur orkestrerað, var eitt gott val, symfoniina hjá Dvorak skal eg halda meg frá at kommentera, men framførslan kendist stórbær. Fyri okkum heimafólk var tað ikki minst áhugavert at lýða á enn eitt nýtt symfoniskt verk, “In memoriam”, hjá Atla K. Petersen. Nútíðartónleikur er ofta torrskiltur, men Atli varðveitir sambandið við tey lurtandi, sleppir teimum vanliga ikki upp á fjall. Tann krevjandi solopartin upp á trombone greiddi Andras Olsen serstakliga væl. Andras skaraði longu sum musikkskúlanæmingur heilt framúr, og við sínum bragdi hetta kvøldið vísti hann, at hann støðugt er á altjóðaleið uppeftir.

Fæst bót á borðið?
Fíggjarliga tungar tíðir eru í løtuni, og sparast má á øllum økjum. Men verður ov nógv skorið av frá mentanarlívinum, har tað hjá okkum frammanundan í procentum av heildarveitingum verður latið munandi minni enn í londum uttan um okkum, so svíðir tað sárt aftur í okkara tjóðskaparliga samleika. At Føroya Symfoniorkestur, flaggskipið í okkara tónleikaverð, sum seinastu árini rættiliga hevur fingið luft undir veingirnar, nú skal missa flogið av figgjarávum, má ikki henda. Hevur tað almenna ov lítið at lata, so vita vit tó, at pengar eru í landinum, og fáast peningasterkir stovnar bert at ásanna, at ein íløga í serøst tónleikalív sum frá líður gevur líka so nógv aftur sum meira populistiskar sponsoreringar, so kann eisini sjálvt í trongum tíðum bót fáast á borðið.