Maria Mørkøre skrivar í grein síni um munin á sjónarmiðinum hjá kristindóminum og humanismuni (ikki-religiøsari hugsan) viðvíkjandi morali, serliga fosturtøku. Hon vil vera við, at menningarlæran (evolutónsteoriin) hjá Darwin, um at »tann sterkasti yvirlivir«, gevir rættin til tann sterka og tí loyvir okkum at drepa børn, tí at vit hava maktina til tað. Og ikki bert tað: Darwinisma stuðlar kríggj, morð ? ja hitlerfasisman sær út til at vera ein beinleðis avleiðing av útviklingstrúnni, heldur Maria.
Í mótsetning til henda ónda, náðileysa moralin stendur kristindómurin, ið stendur fyri náði, ábyrgd og vælgerð, sigur hon.
Eg havi nakrar viðmerkingar til hetta.
Hvat er Darwinisma?
Darwin segði ongantíð at »tann sterkasti yvirlivir«. Tann, sum sigur tað, kennir hvørki til Darwin ella enska málið. »Survival of the fittest« merkir »tann best egnaði yvirlivir«. Og hetta er ikki at siga tað sama sum gamla orðafellið, at »tann stóri fiskurin etur tann lítla fiskin«. Tað hevði neyvan gjørt Darwin víða gitnan.
Nei, eygleiðingin hjá Darwin var tann, at ein samanhangur tykist at vera millum djórini, ið liva á einum staði, og staðið sjálvt. Á ferðum sínum á Galapagos-oyggjunum sá Darwin m.a., at 13 sløg av finkum livdu har. Hann sá eisini, at tær vóru ógvuliga ymiskar frá oyggj til oyggj, alt eftir hvør matur var at finna har. Á einari oyggj sá hann t.d. at allar finkurnar høvdu long nev. Tað vísti seg skjótt at á júst tí oynni var ógvuliga lítið av teimum kornunum, sum finkurnar vanliga eta. Tó vóru maðkar at finna inni í trøum, undur børkini, ið tær finkurnar við longum nevi kundu sleppa at. Tí var tað júst hesar finkurnar, ið yvirlivdu og fingu avkom. Avkomið arvaði langa nevið, o.s.fr.
Sum tað sæst frá hesum dømi eru nógvir aðrir mátar at vera »best egnaður« enn vera sterkur. Onnur dømi kundu verið, at ein lítil gravhundur kann klára seg betur enn ein stórur úlvur, um einasti maturin á staðnum finnist í holum undir jørðini - ella at vit eru um at útrudda djór, sum úlvar o.o., meðan rottur ikki eru at sleppa av við, tí at tær duga so væl at tilpassa seg.
Náttúrligir fyrimunir kunnu vera so nógv annað enn styrki og egoisma. Dádýr eru so bangin av sær, at tey minna um umvandrandi nervøs samanbrot. Men hesin sami ótti og nervøsitetur ger, at tey ansa eftir og eru á varðhaldi, meðan meiri sjálvsikkur djór verða etin.
Já, sjálvt kærleiki kann vera ein biologiskur fyrimunur. Vit kenna nógv dømi um hvussu djór, ið hjálpa hvørjum øðrum við at veiða, ið reinsa, mata og verja hvør annan, ansa eftir ungunum hvør hjá øðrum, o.s.fr., hava góða eydnu, meðan onnur, meiri sjálvsøkin djór hava óeydnu.
Soleiðis forklárar Darwin at vit finna hundaslagið chihuahua í tí steikjandi hitanum í Mexico, og sanktbernardshundar í fjøllunum í Scweiz, og ikki umvent. Tann best egnaði yvirlivir ? HAR. Ein er ikki egnaður í nækrum universellum høpi. Tað er tengt at staðnum.
Hvat er Darwinisma ikki?
Nei, tann sterkasti og brutali nýtist ikki at yvirliva, men hóast Maria Mørkøre hevði havt rætt í pástandi sínum, so hevði hetta kortini ikki merkt at Darwinisma hevði nakað vid nazismu, morð ella fosturtøku at gera.
Tí at menningarlæran hjá Darwin hoyrir inn undir biologi ? ikki moralfilosofi. At lýsa hvussu náttúran er, er ikki tað sama sum at siga hvussu menniskju eiga at bera seg at. Vit vita at djór neyðtaka hvønnannan og eta síni børn, men menniskju vita at hetta er skeivt.
Náttúran ER ofta náðileys og »ónd«. Darwin sá hetta meiri enn tey flestu í kraft av arbeiði sínum, og hann misti trúnna á Gud av hesum: »Eg fái meg ikki at trúgva at ein góður og almáttugur Gudur við vilja skal hava skapað Ichneumonidae (parasitt-vespur) við tí miðvísu ætlan, at tær skuldu eta livandi (summarfugla-)larvur innanífrá«.
Men Darwin misti ikki sína góðsku av hesum. Tá ið vit lesa um Darwin sum persón, so síggja vit eitt lítillátið, milt og umhugsunarsamt menniskja. Darwin var giftur við einari sera gudiligari (kristnari) konu, og hann bíðaði leingi við at útgeva bók sína »The Origin of the Species«, tí at hann hugsaði um hvussu tað fór at raka hana.
Tá ið hann kom aftur til Onglands av kanningarferð síni og útgav ferðafrásøguna, kundu fólk lesa hvussu skelkaður og mótfallin hann var av at ræðuleikarnir, ið hann hevði sæð í Suðuramerika, kundu í einum kristnum samfelagi.
Lívfrøðingurin A.E. Wilder Smith, ein vinur hjá Darwin, hevur greitt frá hvussu hugtikin hann gjørdist av Darwin, eftir at hann sá hann gevast heilt við at skjóta fugl, ið annars var hansara stórsta ungdómsítriv, eftir at hann einaferð hevði funnið ein særdan fugl.
»Kærleiki til allar livandi skapningar er menniskjans tignarligasti eginleiki«, er Darwin kendur fyri at hava sagt. Darwin gjørdist vegetarur. Hann var so góður við djór, at hann kundi ikki fáa seg at drepa tey av berari matgleði. Sjálvt dissektion, ið lá hansara arbeiði so nær, píndi hann. Spurdur um tað í 1871 svaraði Darwin: »Eg viðgangi at tað kann forsvarast í samband við álvarsamar fysiologiskar kanningar; men ikki um tað verður framt av forbannaðum, andstyggiligum forvitni. Hetta evnið ger meg sjúkan av andstygd, so eg vil ikki siga eitt orð afturat um tað, annars fái eg ikki sovið í nátt«.
Ja, náttúran ER ónd, men er tað Darwinsa skyld? Sambært Mariu Mørkøre er tað jú hennara gudur, ið hevur skapað tað, ikki so? Darwin gjørdi ikki annað enn at eygleiða, lýsa og forklára, sum allir vísindamenn.
Er tað ikki láturligt at Maria skal nýta tann bíbilska gudin sum eitt dømi um ein, ið er ímóti fosturtøku og verjir heilagleikan hjá øllum lívi, tá ið hann meiri enn einaferð hevur dripið smábørn og onnur í hópatalið (t.d. í flóðini miklu)?
Og at hon skal demonisera Darwin, hvørs náði rakk so nógv longri ? sjálvt til ómælandi djór?
Fosturtøka
Fosturtøka er eitt torført evnið. Maria Mørkøre ger ein feil, tá ið hon roynir at gera tað so einfalt, sum at humanisman sympatiserar við tí, meðan kristindómurin er ímóti. Eg kenni nógv ikki-religiøs menniskju, ið eru ímóti fosturtøku. Ein nýtist ikki at trúgva uppá sálir, Gud ella nakað annað yvirnáttúrligt fyri at síggja, at fosturtøka er tætt við manndráp.
Men tað er ikki rætt, sum Maria sigur, at eitt egg er eitt menniskja í teirri løtu tað er gitið. Tad er sum at peika eftir einum sinopskorni og kalla tað fyri eitt træ. Tað er enn bert ein celluhópur, og kann innan 14 dagar gerast til 2, 3, ella fleiri børn, um tað deilir seg - alt tengt av tilvild.
Men eitt fostur er eitt potentielt menniskja. Spurningurin er, um tað er ein relevantur moralskur faktorur. Tí vil tað so ikki siga, at vit hava eina moralska plikt at fáa so nógv børn sum yvirhøvur møguligt? Tað munnu fá halda.
Harafturímóti eru tvey ógvuliga góð argumentir fyri at fosturtøka í ávísum umstøðum er í lagi. Tey eru bæði tengd at tí vísindaliga veruleika, at heilabarkin ikki fyrr enn 18. -25. viku er so útviklaður, at forbindilsi er millum synapsurnar. T.v.s. at tey signalini, ið hjá vaksnum fólki elva til pínu, ongantíð verða móttikin. Og tilvitandi gerst tað ikki fyrr enn nógv seinni.
Hesi tvey tingini - at kunna hugsa (vilja) og føla - eru tað, ið skilja tilvitandi verur frá plantum og mineralum, og ger tey moralskt týdningarmikil. Vit hava ikki moralskar ábyrgdir fyri steinum og grasi. Tey hava ikki ein egnan vilja, ið vit kunnu taka frá teimum, og tí kunnu vit ikki forbróta okkum (t.e. fremja brotsverk) móti teimum. Ei heldur kunnu tey føla nakað, so einhvør samkensla fyri teimum er misskilt.
Og kann eitt fostur hvørki føla, hugsa ella vilja nakað, so er ringt at síggja hví vit skulu hava moralskar ábyrgdir fyri tí.
Men fosturtøka ER ein torførur spurningur. Eg veit enn ikki við vissu hvat eg skal halda. Og Maria veit í øllum førum ikki hvat Darwin heldur.