Hann er lágvaksin og siðiligur maður, góður kvøðari og góður upplesari. Áhugin fyri tí, sum livir og andar í náttúruni, er stórur. Ein serligan alsk hevur hann til seyðin ? og ikki minst tann seyðin, sum av uppruna er føroyskur. Túrarnir uppi millum fjalla eru mangir ? og summir strangir. Hann byrjaði at ganga í haga saman við skilamonnum, tá ið hann var seks ára gamal. Í dag er hann 52, og tað var júst á føðingardegnum, vit seinnapartin mánadagin vitjaðu hann og hjálparmann hansara, 13 ára gamla, Karl Høgna Jensen, í stóra seyðahúsinum í Funningsfirði.
Petur Skeel Skarðsá er úr Funningi, og har sleit hann eisini sínar barnaskógvar. Hugurin hevur altíð ligið til seyðin, og hóast árini eru gingin, er hugurin tann sami enn í dag. Nú lembingin er byrjað, er hann ein stóran part av kvøldinum í seyðahúsinum í Funningsfirði, har út við 100 seyðir standa inni og fara at lemba. Hetta er seyður úr einum av teimum seks hagapørtunum í Funningi, nevniliga úr Heimara parti Inni í Haga, teir rópa. Tað eru eigarar úr hesum hagaparti, sum eiga seyðahúsið saman við Peturi Skeel og øðrum.
Seyðurin kom inn um hálvan mars, og væntandi byrjar lembingin nú av álvara. Hendan seinnapartin, vit vitjaðu, vóru eini trý lomb komin. Seyðurin fer útaftur í hagan umleið 20. mai, tá ið gróður er komin í hagan.
Drúgvar royndir
Í fleiri ár hevur Petur Skeel kannað fitina í seyði, og hansara hjartamál hevur verið og er, at allur seyðurin í haganum ber glarfiti heldur enn tálgafiti.
Røktingarmaðurin sigur, at tað er tann føroyski seyðurin, ið ber glarfiti sum snykar, meðan tann útlendski og blandaði seyðurin ber tálgafiti, sum brotnar undir knívinum.
? Eg eri komin til ta niðurstøðu, at brundur við glarfiti, brundar glarfiti. Tí er tað ógvuliga umráðandi at velja út røttu brundarnar, eins og tað er umráðandi at kenna ærnar, ið skulu bera lombini.
Petur Skeel sigur, at hóast tað er ógvuliga tíðarkrevjandi at vera so nógv um seyðin, nú hann stendur inni, ger hann hetta arbeiði í fyrsta lagi fyri at kanna fitina.
Eisini í brundstíðini hevur hann einar 30 ær inni, sum verða brundaðar, meðan tær standa í seyðahúsinum.
Sum røktingarmaður, er hann eisini við til at avgera, hvørjir brundarnir eru, sum fara í hagan.
? Vit hava langar ættartalvur yvir seyðin, sum er í haganum. Soleiðis kunnu vit siga, hvør langabbin og langomman eru. Tað er umráðandi at kenna ættarbondini fyri at náa málinum um glarfitina. Kanningar yvir eini 6-7 ár, eru ov stuttar, sigur maðurin, sum hevur víst fitini ans heilt aftur til sekstiárini.
Harðbalur hagi
Petur Skeel sigur, at seyðurin, sum stendur inni, er ógvuliga væl fyri.
? Hagin er harðbalin og kargur. Hetta er ringur vetrarhagi, men dalarnir eru góðir, og nógv gras er í erva. Í neðra eru ongar fløtur, og hagin er brýndur av vindi.
Hann sigur, at seyðurin, sum gongur í erva, vanliga er frískari enn seyðurin, sum gongur niðari.
? Lembir seyðurin í haganum, og tað verður vátakavi undir lembingini, kann eitt illveður gera av við fleiri lomb. Tí hava vit ærnar inni, meðan tær lemba.
Petur Skeel vísir á, at seyðurin í haganum sum heild er smáur, og tað dámar teimum eisini betur.
? Tann smái seyðurin klárar seg betur gjøgnum veturin, og hann krevur heldur ikki so nógv.
Hann sigur, at teimum dámar best brundarnar, sum liggja um eini 32-33 pund.
? Vit stíla heldur ikki eftir tvílembum, tí vit halda ikki, at hagin er nóg góður til tess. Her er eingin undirhagi, sum vit rópa tað. Tó kemur altíð onkur ær við tveimum lombum, men tær eru sjáldan fleiri í tali.
Funningsmaðurin er røktingarmaður í tilsamans trimum hagapørtum, og nú lembingin stendur fyri, gevur hann eisini seyði í øðrum hagapørtum enn tí partinum, sum eigur seyðahúsið og seyðin, sum stendur inni.
Gott samstarv
Petur Skeel sigur, at teir, sum eiga seyðin, eru altíð fúsir at hjálpa til í seyðahúsinum, tá ið á stendur, og heitt verður á teir. Serliga plaga teir at vera til hjálpar í vikuskiftinum.
Aftrat sær hevur Petur ein ungan strandadrong, Karl Høgna Jensen, sum er 13 ára gamal. Foreldrini hjá honum eiga eisini lut í seyðinum í Heimara parti Inni í Haga.
Karl Høgni byrjaði at fletta og ganga á fjall sum blaðungur, og honum dámar væl at ambata seyðinum í seyðahúsinum.
? Eg haldi, at samstarvið um seyðin, seyðahúsið og hagan er óvuliga gott. Her er einki togarí, og tískil ganga tingini eisini lættari. Eg geri allar mínar royndir sjálvur, og teimum sleppi eg at taka mær av í friði og náðum.
Í Heimara parti Inni í Haga eru tvær gongur, og tá ið rikið verður, verður allur seyðurin rikin inn í seyðahúsið, har hvør eigari fær sína krubbu.
Fjallskipanin í haganum er 11 mans, og Petur Skeel sigur, at tað vanliga gongur væl at reka.
? Eg havi ein hund, Donja, sum hjálpir væl til. Hundin havi eg fingið frá Øssuri av Steinum. Hetta er ein góður hundur, og tað lá beinanvegin í honum at vera ein góður seyðahundur, sigur Petur Skeel.
Langir dagar
Meðan vit standa og práta inni í seyðahúsinum, kemur Karl Høgni innar um dyr. Lagið er gott, og tað sæst á eygnabráðnum, at hetta er nakað, hann gleðir seg til og tímir.
Unglingin fer beinanvegin í gongd við at stoyta kraftfóður uppí eina hjólbøru. Hon er full og tung, tá ið hann fer eftir gólvinum við henni. Hvør ær fær eitt pund av kraftfóðuri og grasperlum, og Petur Skeel sigur, at hetta hevur stóran týdning fyri seyðin uppundir lembingina.
Handalagið hjá Karl Høgna er gott, og tá ið seyðurin hevur fingið kraftfóður, fer hann at bera hoygg út í krubburnar.
Og tað er ikki smávegis at skula ambata og taka upp eftir 100 seyðum.
? Jú, mær dámar væl at fáast við seyð. Eg gangi á fjalli, bæði her í haganum og í Elduvík, og um heystið fletti eg.
Petur Skeel sigur, at Karl Høgni kennir væl seyð, og hann er at kalla hvønn dag í seyðahúsinum.
? Tað er ein serligur spenningur, nú lembingin stendur fyri, sigur Karl Høgni.
Berst Peturi frá at fara í seyðahúsið, tekur Karl Høgni um endan.
? Eg haldi, tað hevur stóran týdning, at teir ungu sleppa at royna seg, sigur Petur Skeel.
Røktingarmaðurin, sum annars arbeiðir hjá Føroya Tele, sigur, at hann fer frá húsum tíðliga á morgni.
? Nú seyðurin lemdir, fari eg eisini fram við seyðahúsinum fyri arbeiðstíð, tí tað er ikki so sjáldan, at okkurt er áfatt. Tað kann vera ein ær, sum ikki fær lembt ? ella eitt lamb, sum er illa fyri.
Eftir arbeiðstíð fer hann aftur í seyðahúsið, og hann er sjáldan við hús aftur fyrr enn um 22-23-tíðina á kvøldi.
Á vegamóti
Petur Skeel hevur sínar meiningar um seyðahald í Føroyum, sum hann heldur vera á einum vegamóti.
Hann heldur, at áhugin fyri seyðahaldi er ov lítil í fleiri bygdum kring landið.
? Eg havi mína hugsan um hesi viðurskifti ? og hví so er, men tað fari eg at lata liggja.
Hann heldur ikki, at Royndarstøðin í Kollafirði hevur verið smámanninum, sum hann rópar tað, til nógva nyttu.
? Vit síggja ongar royndir, sum vit kunnu styðja okkum til, og vit hava ongan seyðaráðgeva havt nú í fleiri ár.
Røktingarmaðurin heldur eisini lítið um tær seyðasýningar, ið er, tí hesar taka ikki hædd fyri fitini í seyðinum.
? Eg fari ikki til nakra seyðasýning, men sýni heldur seyðin sjálvur. Tað, sum er avgerandi fyri meg, er, um vit hava føroyskan seyð ella útlendskan seyð í haganum.
Petur Skeel Skarðsá hevur áður verið frammi við síni hugsan um viðurskiftini.
? Eg havi fleiri hugskot um, hvussu vit kundu fingið eitt betri seyðahald í Føroyum, men eg haldi ikki, at nakar tímir at lurta eftir hesum, sigur hann at enda.
Úr seyðahúsinum í Funningsfirði, fóru vit beina leið norður til Funnings, har kona Petur Skeel, Hansy, borðreiddi við te, kaffi og góðum køkum á 52 ára føðingardegnum hjá røktingarmanninum.