landsliðsvenjarin, Bill McLeod Jacobsen. Hann var venjari hjá B68 frá 2006 til í fjør. - Eg hevði seks góð ár á Toftum og B68 var ein góður arbeiðisgevi. Hetta er spennandi uppgáva og vit hava fýra finalur [...] nýggjur venjari hjá B68. Hann kennir væl hópinum og metir at leikararnir eru væl fyri. Tað er meiri ein spurningur um at liðið at spæla upp til sítt besta. Felagið av Toftum er í stórum niðurflytingarvanda
luttók í skrúðgonguni, tá ólavsøkan varð sett. - Eg var við í skrúðgonguni og hoyrdi røðuna hjá Tóru við Keldu. Eg helt, tað var ein góð røða, og mær dámdi væl tað, ið hon segði. Haldi hon fangaði týdningin [...] ætla okkum ein túr út í fjørðin við skjóttgangandi bátinum Tornado. - Eg ætli mær á útimøti at hoyra hvat tey siga. - Eg ætli mær bara at brúka pengar. Jú, nógv kann man gera á ólavsøku. Ein teirra, ið [...] eru Filip, Dánjal, Karl Johan, Rói og Maria. Sum hjá so nógvum ungum, so var tað ymiskt hvat tey høvdu hug at gera á ólavsøku. - Mær dámar væl at ganga runt, tosa við vinir og kenningar, og læra nýggj fólk
mánaðir. Og hvat var tað keðiligasta? - Keðiligasta hendingin var helst, tá eg koppaði um og endaði nakrar dagar á Landssjúkrahúsinum... og so tíðin eftir innleggingina. Hetta var ein hvøkkur, ásannar [...] góðum frokosti, og jóladøgurðin um kvøldið var dunna við tilhoyri. - Tá døgurðin var etin, og pakkarnir vóru pakkaðir upp, var tað hugni fyri kvøldið. Hvat var tað besta sum hendi í 2019? - Tað besta man [...] annan við bakstri, gávum og á annan hátt. - Jólini eru sum heild sera týðandi og eftir mínum tykki ein góð tíð á árinum, sigur Jan Erlingsson Petersen, sum eisini ynskir øllum Føroya fólki eini gleðilig jól
hann ógvuliga glaður og takksamur fyri. - Tað var eitt øgiligt drekkarí hjá mær. Eg var konstant í fyllskapi, og ofta visti eg ikki, hvat eg hevði gjørt. Tað var heilt galið. Nú eru 18 ár, síðan eg kom burtur [...] og tá hann var 20 ára gamal, giftust tey. Tá hann var 22 ár, fluttu tey í nýggj hús, men sum 25 ára gamal vórðu tey skild. - Eg hevði tá í langa tíð næstan ikki nortið rúsdrekka. Hetta var eitt ordiligt [...] ordiligt niðurlag fyri meg, og tá varð púra galið. Tað var einki skil í. Tað var eitt ræðuligt drekkarí, sigur Annfinnur Garðalíð við heimasíðuna hjá Bláakrossi - www.blakross.fo
Minnisløta Miðvágur: - Nei, tað var illa statt her í bygdini, tá tað frættist at Nýggjaberg var farin. - Hetta vóru ikki góð tíðindi, sigur Karl Joensen, sum misti ein beiggja við skipinum. Sjálvur skuldi [...] hesin fiskur varð seldur fyri um 43 mill. kr. Men hetta var eisini Føroyum eitt dýrt ár; skipamissurin var meinur og fólkaskaðin stórur. Ein lætti var tað, at flúgvaraálopini gjørdust ótættari; men tey [...] hvussu meint hetta rakti Miðvág og onnur støð í landinum. Í Miðvági sótu átta einkjur eftir við 32 børnum. Í Vestmanna ein einkja við seks børnum. Í Vági ein einkja við sjey børnum. Í Havn ein einkja við
Útferðarhugur - Mær dámdi ógvuliga væl at flúgva. Hetta var ein frálíkur túrur, og eg bleiv væl uppvartaður av fryntligu starvsfólkunum í flogfarinum, sigur 93 ára gamli, Richard Jacobsen. Sosialurin hevði [...] væl. Tað var ógvuliga behagiligt, og tað var ein serstøk kensla at sita í einum flogfari yvir skýggjunum og so høgt uppi yvir landjørðini. Fyrstu ferð Hóast Richard er 93 ára gamalur, er hetta fyrstu ferð [...] middag í gjár, tá ið hann gott og væl var komin uppá pláss í Slagelse, har hann fer at halda jól saman við bygdarmanninum, Rúna, sum var við á ferðini niður. Tað var Rúni, sum saman við bróðrinum, Bárði
óumhugsin. Tá hann so hugdi í pappírini hjá mær, tók hann kaldliga til, at hetta sá ikki gott út, og at hetta var helst krabbamein. - Tað var sum alt raplaði fyri mær, og eg sá meg beinanvegin í eini kistu [...] eydnaðist mær, sigur Sunneva. Men viðtalan hjá hesum skurðlæknanum var sum eitt slag í andlitið á henni. - Hann lat meg sleppa fram at, eftir at hann hevði arbeitt ein heilan dag, og tí var hann kanska [...] kom fram á ein knykil í øðrum bróstinum hjá sær, gjørdi hon skjótt av. Hon vendi sær alt fyri eitt til læknan hjá sær fyri at fáa kanna hendan knykilin, og tað vísti seg, at talan var um ein krabbasvull
lastunum, og tað var nakað, sum Ingerð ikki megnaði. - Eg segði við onkran av mannligu dekkarunum, at um hann vildi seta bukkarnar undir, so skuldi eg leggja allar keturnar klárar. Hetta var ein fín skipan okkara [...] Føroyar, var Ingerð millum teirra, sum mannaðu skipið. Gjørdi gerðabýti Ingerð gjørdi av at taka skipsføraraútbúgving, tí henni dámdi so væl at sigla. Men hon var eisini greið yvir, at hetta kom at krevja [...] sum sigldi um Vestmannasund. Mamma hennara helt ikki, at hetta mundi fara at blíva til nakað, men hon fekk annað at síggja. So skjótt, Ingerð var liðug í fólkaskúlanum, bað hon sær kjans hjá Skipafelagnum
av? - Ein væntar sær sjálvandi nógv av "the usual suspects". Her hugsi eg um leikarar sum Alexis, Hazard, Aguero og Rooney. Eg velji tó tveir Arsenal-leikarar burturúr rúgvuni, sum eg vænti mær nógv. Teir [...] eftir mínum tykki fara at stríðast um heiðurin sum ársins leikari hjá Arsenal hetta kappingarárið. Í morgin verður tað ein viðhaldsmaður hjá arvafíggindunum hjá Arsenal, Tottenham, ið sleppur framat. [...] fótbóltskappingini, og hjá nógvum av hesum fyllir Premier League sera nógv í vikuskiftinum. Í gjár var tað B36-miðverjin, Andrias Eriksen, sum er íðin Liverpool-viðhaldsmaður, ið greiddi frá sínum hugsanum
verja er nóg góð í dag, og serliga í fyrra hálvleiki hava vit stórar trupulleikar við at fáa fatur á Daniel Rapa. Tað hevur ikki gingið so væl hjá okkum síðstu dystirnar, og eg haldi, at her má ein hugburðsbroyting [...] hugburðsbroyting til hjá leikarunum fyri at venda gongdini, tí hetta var ikki gott nokk.