- Tað var ein góð røða

- Hon fangaði týdningin av ólavsøkuni, tá hon segði, at hon savnar okkum sum tjóð, sigur Rói Sørensen.

Uttanfyri Hvonn sita fleiri ung fólk, um 15 ára aldurin, og lurta eftir einum hornorkestri, ið framførir á nýggju trappuni í Vágsbotni. Tey eru Filip, Dánjal, Karl Johan, Rói og Maria. 


Sum hjá so nógvum ungum, so var tað ymiskt hvat tey høvdu hug at gera á ólavsøku.


- Mær dámar væl at ganga runt, tosa við vinir og kenningar, og læra nýggj fólk at kenna, klárar Filip at siga, áðrenn hann verður avbrotin av restini, ið eisini hava ætlanir. 


- Nøkur okkara ætla okkum ein túr út í fjørðin við skjóttgangandi bátinum Tornado. 


- Eg ætli mær á útimøti at hoyra hvat tey siga. 


- Eg ætli mær bara at brúka pengar.


Jú, nógv kann man gera á ólavsøku. Ein teirra, ið tó longu hevði verið til eitt tiltak er Rói Sørensen, ið luttók í skrúðgonguni, tá ólavsøkan varð sett. 


- Eg var við í skrúðgonguni og hoyrdi røðuna hjá Tóru við Keldu. Eg helt, tað var ein góð røða, og mær dámdi væl tað, ið hon segði. Haldi hon fangaði týdningin av ólavsøkuni, tá hon segði, at hon savnar okkum sum tjóð, sigur Rói Sørensen.