Heimasíðan hjá Bláakrossi hevur skift orð við Annfinn Garðalíð, formann í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, ið hevur eina rættiliga buldrasliga fortíð, merkta av rúsdrekka. Men, fyri 18 árum síðan varð hann bjargaður úr hesi syndarligu støðu, og tað er hann ógvuliga glaður og takksamur fyri.
- Tað var eitt øgiligt drekkarí hjá mær. Eg var konstant í fyllskapi, og ofta visti eg ikki, hvat eg hevði gjørt. Tað var heilt galið. Nú eru 18 ár, síðan eg kom burtur úr drekkarínum. Tað er fantastiskt. Eg má siga, at tað er ein heilt ótrúlig gleði at vera edrúur, sigur 48 ára gamli Annfinnur Garðalíð.
Í samrøðuni vísir hann á, at hann líka sum hevði í sær at vilja gera uppreistur, og sum 14 ára gamal tímdi hann ikki at ganga í skúla meira og rýmdi heim. Hann varð illa skeldaður, men eg fór ikki í skúla aftur. Eftir eina tíð fór hann at arbeiða hjá SEV, og har arbeiddi hann í fleiri ár.
Lívið sá ljóst út hjá Annfinni Garðalíð, eftir at hann sum ungur gjørdist frelstur. Hann fekk damu, og tá hann var 20 ára gamal, giftust tey. Tá hann var 22 ár, fluttu tey í nýggj hús, men sum 25 ára gamal vórðu tey skild.
- Eg hevði tá í langa tíð næstan ikki nortið rúsdrekka. Hetta var eitt ordiligt niðurlag fyri meg, og tá varð púra galið. Tað var einki skil í. Tað var eitt ræðuligt drekkarí, sigur Annfinnur Garðalíð við heimasíðuna hjá Bláakrossi - www.blakross.fo