Ingerð Klein Olsen er 35 ára gomul, dóttir Marjun Klein og Jákup Olsen í Vestmanna. Longu sum blaðung genta fekk hon hug til sjógvin og fór eftir loknan fólkaskúla at sigla við føroyskum farmaskipum.
- Eg vil verða skipari, segði hon við mammu sína, tá hon sum 14 ára gomul arbeiddi í kioskini á Ternuni, sum sigldi um Vestmannasund.
Mamma hennara helt ikki, at hetta mundi fara at blíva til nakað, men hon fekk annað at síggja.
So skjótt, Ingerð var liðug í fólkaskúlanum, bað hon sær kjans hjá Skipafelagnum, har hon sigldi í eitt ár, til hon fór á HF-skúla.
Tá Ingerð hevði fingið húgvuna, fór hon eitt hálvt-áraskeið á sjófartsskúla í Svendborg. Eftir tað arbeiddi hon eitt ár á Hagdeildini, sum Føroya Hagstova kallaðist tá.
Dreymur til veruleika
Men nú skuldi dreymurin gerast til veruleika. Ingerð søkti um at sleppa sum aspirantur hjá DFDS, og seks ár seinni, 27 ára gomul, tók hon prógv sum skipsførari á sjómansskúlanum í Svendborg.
- Eftir at hava siglt við farmaskipum hjá DFDS millum Ongland og
Týskland, tímdi eg ikki at liggja og tvætla í Norðsjónum longur, sigur hon og flennir.
Tá ið Ingerð var troytt av farmasiglingini, søkti hon sær kjans hjá
enska reiðarínum, Cunard Line. Hon hevði ikki meiri enn søkt, tá ið boð vóru eftir henni at koma við stóra ferðamannaskipinum, Vistafjord.
Hetta var í 1997, og síðani tá hevur hon verið umborð á fleiri skipum hjá Cunard Line.
Tað tók henni sløk fimm ár at arbeiða seg upp á toppin í reiðarínum. Og í juni í fjør upprann stóra løtan. Dreymurin hjá Ingerð, sum hon hevði havt, síðani hon bert var ein stór smágenta, gjørdist til veruleika. Hon varð sett í starv sum mannskapskapteinur umborð á Seaburn Pride.
Vistafjord og fleiri av skipunum, sum Ingerð hevur siglt við, hava verið í Føroyum. Tá Vistafjord í 1998 fyrstu ferð kom á Føroyar, var Ingerð millum teirra, sum mannaðu skipið.
Gjørdi gerðabýti
Ingerð gjørdi av at taka skipsføraraútbúgving, tí henni dámdi so væl at sigla. Men hon var eisini greið yvir, at hetta kom at krevja nógv av henni. Arbeiðið umborð á skipi er mangan tungt og knossut, og nógv av arbeiðnum ber heilt einfalt ikki til hjá eini kvinnu at gera.
- Men eg setti meg ikki afturá fyri tann skyld og segði, at hatta ella hitt kláraði eg ikki. Ístaðin gjørdi eg gerðabýti, sigur hon.
Tá ið trailaralastir verða koyrdar umborð á farmaskipini, verður bilhúsið loyst frá. Tá skulu tungir bukkar setast innundir framendan á lastunum, og tað var nakað, sum Ingerð ikki megnaði.
- Eg segði við onkran av mannligu dekkarunum, at um hann vildi seta bukkarnar undir, so skuldi eg leggja allar keturnar klárar. Hetta var ein fín skipan okkara millum, og eg hoyrdi ongantíð eitt øvut orð um tað, sigur hon.
Ingerð undir luppi
Ingerð sigur, at ógvuliga væl verður hugt eftir, hvussu hon nú fer at megna hetta starvið, sum allar tíðir hevur verið eitt mannfólkastarv. Hon er einasta kvinna í reiðarínum, ið siglir sum kapteinur.
- Eg kenni hetta ikki bara sum eina avbjóðing fyri meg persónliga, tí eg veit, tað verður hugt eftir, um eg sum kvinna nú megni hetta arbeiði. Tað kann koma at hava týdning fyri aðrar kvinnur við somu ambitiónum, sum eg sjálv, sigur hon.
Starvið sum mannskapskapteinur hevur nógvar uppgávur við sær.
- Eg skal bíleggja og keypa inn tað, sum vit hava brúk fyrih. Alt frá gardinkrókum til máling skal eg syrgja fyri at hava umborð, greiðir hon frá. Eisini roknskapinum á dekksíðuni tekur Ingerð sær av.
Hetta eru tó tær lættaru uppgávurnar í mun til ta ábyrgd, sum Ingerð hevur av manningini.
- Mín uppgáva er eisini at ansa eftir, at øll, sum eg havi undir mær,
gera sína skyldu. Eisini eri eg noydd at geva ávarðingar og við hvørt at siga fólki úr starvi, sigur hon.
Kann enda í geglinum
Men størsta ábyrgdin við starvinum hjá Ingerð man vera at ansa eftir, at manningin ikki brýtur reglurnar í hesum ymisku londunum, siglt verður til. Í eitt nú Alaska eru myndugleikarnir serstakliga strangir, um reglurnar um umhvørvi og fiskirættindi verða brotnar. Dømir eru um, at skiparar hava fingið uppí 9 ára fongsulsrevsing fyri fusk við oljudagbókunum.
Við Seabourn Pride sigla nógvir filipinarar. Teimum dámar ógvuliga væl fisk, og tí kundi verið freistandi hjá teimum at blaka eitt snøri uttanborðs fyri at fáa í pottin.
- Men tað verður ikki lukkuligt fyri meg og reiðaríið, finnur nakar uppá slíkt. Verða vit tikin í Alaska við einum lítlum húki uttanborðs, so verða vit at rokna sum fiskiskip, ið fiskar uttan fiskiloyvi, sigur Ingerð.
Dómurin fyri at fiska uttan loyvi í hesum londum er ikki mildur. Ein partur av arbeiðnum hjá Ingerð er tí at kunna manningina um hesi viðurskifti.
- Eg má nærmast ræða tey frá lívinum, fyri at tey ikki skulu tora
at taka nakran kjans, sigur hon.
Ikki so einsamøll kortini
Við Seabourn Pride siglir eisini drongur Ingerð, Laurent Balazuc. Hann er
fransmaður og siglir sum yvirtænari umborð. Tað riggar fínt, og reiðaríið roynir at skipa so fyri, at tey eru úti í senn, men tað ber sjálvsagt ikki altíð til.
Spurd, nær børnini fara at koma, sigur Ingerð:
- Jú, vit hava hugsað um tað, men tað ber ikki til, so leingi í øllum
føri eg eri á sjónum. Tað er ikki lætt at siga sjólívinum farvæl, tí hóast tað er stressandi, so er tað eisini eitt gott lív, sigur hon.
- Sjólívið hevur sínar positivu síður, tí tá ið vit eru heima, hava vit frí
og kunnu gera tað, vit hava hug til, sigur hon.
Ingerð og Laurent eru heima í Danmark nú, har tey búgva. Um eina
góða viku fara tey avstað aftur. Um tey koma heim til Føroya í summar, sum tey plaga, er ilt at siga, tí í juni skal Laurent verða mammubeiggi fyri fyrstu ferð ? og ta upplivingina ætlar hann ikki at lata fara aftur við borðinum.