- Tað sær ikki so býtt út

Tað sigur Bill McLeod Jacobsen, nýggjur venjari hjá B68. Hann kennir væl hópinum og metir at leikararnir eru væl fyri. Tað er meiri ein spurningur um at liðið at spæla upp til sítt besta.

 

Felagið av Toftum er í stórum niðurflytingarvanda og varð mikukvøldið yvirhálað av TB. Tað endaði við, at Pauli Poulsen og Jóhan Nielsen blivu koyrdir frá sum venjarar hjá felagnum.

 

Nýggjur venjari er U21 landsliðsvenjarin, Bill McLeod Jacobsen. Hann var venjari hjá B68 frá 2006 til í fjør.

 

- Eg hevði seks góð ár á Toftum og B68 var ein góður arbeiðisgevi. Hetta er spennandi uppgáva og vit hava fýra finalur fyri framman, sigur Bill McLeod Jacobsen.

 

Heri Simonsen tosaði við Bill McLeod Jacobsen í seinnapartssendingini á Rás2. Hoyr samrøðuna her.