- Tað var ein hvøkkur

- Keðiligasta hendingin var helst, tá eg koppaði um og endaði nakrar dagar á Landssjúkrahúsinum, sigur Jan Erlingsson Petersen.

 

Keypir tú jólagávur?

- Ja, eg keypi fleiri jólagávur. 

Jan Erlingsson Petersen sigur, at familjan hevur hildið jólini heima við hús í Leirvík. Seks fólk eru í húsi, og so komu verforeldrini eisini. Jólaaftan verður hildin við góðum frokosti, og jóladøgurðin um kvøldið var dunna við tilhoyri.

- Tá døgurðin var etin, og pakkarnir vóru pakkaðir upp, var tað hugni fyri kvøldið.

Hvat var tað besta sum hendi í 2019?

- Tað besta man vera, tá vit gjørdu fyrstu fiskapylsurnar í Knettahúsinum, eftir at virksemið hevði ligið stilt vegna umbygging í einar tríggjar mánaðir.

Og hvat var tað keðiligasta?

- Keðiligasta hendingin var helst, tá eg koppaði um og endaði nakrar dagar á Landssjúkrahúsinum... og so tíðin eftir innleggingina. Hetta var ein hvøkkur, ásannar Jan Erlingsson Petersen.

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

- Jólini hava sera stóran týdning fyri meg, fyrst og fremst andaliga, tí vit hátíðarhalda, at Jesus frelsarin varð føddur í heimin.

Hann heldur, at tað eisini passar væl til hesa myrku tíð av árinum at tendra ljós, hugna sær og gleða hvønn annan við bakstri, gávum og á annan hátt.

- Jólini eru sum heild sera týðandi og eftir mínum tykki ein góð tíð á árinum, sigur Jan Erlingsson Petersen, sum eisini ynskir øllum Føroya fólki eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.