hendan hátt. Men vandi er í hvørjari vælferð. Fiskimenn spyrja seg sjálvar, er tað av trygdarorsøkum, at myndugleikarnir vilja vita hvar teir neyvt eru staddir allan sólarringin? Er her ikki heldur talan um [...] lógirnar. Undir Føroyum er altíð illgruni um, at skip veiða ólógliga, Soleiðis hevur altíð verið. Øvundsjúkan er fastgrógvin langt inni í okkara genum, og fær eitt skip nóg,v so er ikki óvanligt at hoyra [...] eftirlit við skipunum og tað positiva í hesum er, at trygdin á sjónum økist munandi. Tað verður tryggari hjá teimum sum heima sita, tá tey vita, at eitt tól er umborð á skipunum, sum fleiri ferðir um samdøgnið
hevur havt alstóran alsk til føroyska mentan og her serstakliga bókmentirnar, dylur ikki fyri, at hann sær eisini nakað heilt stórt í málningalistini og her serstakliga henni hjá Steffan Danielsen. Eingin [...] List og mentan Kendi føroyski mentanarmaðurin Emil Thomsen, doktari, hevur í umbúnað at reisa ein serstakan minnisvarða yvir ein av okkara kendastu og virknastu listamálarum, nevniliga Steffan Danielsen [...] Danielsen, sála. Talan er um at byggja eitt listasavn, sum skal hýsa málningum, ið Steffan Danielsen hevur málað. Enn snýr tað seg bert um eina ætlan, sum liggur á tekniborðinum, men sum kortini liggur fremst
allar tíðir vannvirt øðrvísi hugsandi, og tað er tankavekjandi, so væl J. M. heldur traditiónina í hevd. At S. B. J. skal vera eitt av okkara frægu skøldum er ein subjektiv meting, eg haldi tó fast við, [...] at einans 37% ynsktu fullveldi, meðan heili 52% vóru ímóti. Jú, Harra Mortensen, slíkt er fordummandi. Síðani er nýggj kanning gjørd, har Jógvan Mørkøre, fullveldisfrøðingur í sínum órannsakiliga vísdómi [...] vera heili 102,9%! Spell at J.M. ikki skilir vanligt gerandismál. Fordummandi og býttur er ikki tað sama. Fordummandi er tað øvugta av upplýsandi. At S.B.J. skal vera býttur eru J.M?s orð. Tó má eg viðganga
mestu umtaluna ella verður mest eftirspurdur aftaná. Her er tað heldur tokkin millum fólki, sum er avgerandi. Tað vita bólkarnir fullvæl, og tí er tað heldur ikki uttan orsøk, at flestu teirra vilja vera [...] ørslan varir, er góð marknaðarføring hjá bólkum, og tí er tíðin aftaná Prix finaluna eitt gott høvi hjá bólkum at geva fløgu út ella selja seg til konsertfyriskiparar. Á hesum økinum er tað ikki altíð [...] festivalurin er skráin pakkað við teimum kendu donsku popp og rock nøvnunum. Nibe festivalurin er nakað størri enn Jelling festivalurin og hevur eisini nøkur útlendsk nøvn á skránni, men talan er tó ikki um
endurgjald til felagið er klárur at flúgva úr reiðrinum. Tað veit Jákup Mikkelsen væl. Kanska veit hann eisini meiri enn vit onnur gera. Tað vil í hesum førinum siga, um nøkur avtala er skrivað millum Jákup [...] Jákup og okkurt annað felag enn Herfølge. Her verður hugsað um FCK, sum tað fyrr í ár ljóðaði, at Jákup hevði gjørt sáttmála við. Men uttan mun til hvussu tað stendur til við sáttmálasamráðingunum, so varð [...] undanvind tær seinastu vikurnar. Hesa ferð vunnu teir 2?0, og tað ber við sær, at FCM nú av álvara er við í kappingini um meistaraskapin. Teir kappast fyrst og fremst við grannarnar úr Silkeborg. Mistu
mun til aldur, inntøku ella førleika. Uppskotsstillarin heldur, at føroyski bústaðarmarknaðurin er fastlæstur. Tað vanligasta í Føroyum er framvegis at ogna sær eitt grundstykki og byggja eini stór sethús [...] í Trivnaðarnevndini ásannar, at íbúðarmynstrið í Føroyum ikki er nøktandi, metir nevndin, at ætlanir um alternativar íbúðarmøguleikar er eitt ógvuliga fevnandi politiskt tiltak, og at fyrireikingarnar [...] tí sjálvur, sigur Heðin Mortensen. Aftur í trýssini Eingin kanning er gjørd, men vit vita, at tørvurin á alternativum íbúðarmøguleikum er ovurhonds stórur. Og verður einki gjørt fyri at útvega fleiri bústaðir
kommunan, at tað er landið, og tá ið tað kemur til skarpskeringar, verður sagt, at málið má kannast og so hendir einki meiri. Tað er løgið, at tað skal vera so ringt at finna út av, um tað er landið, kommunan [...] ferðavinnuni, soleiðis at lættari er at koma í gongd. Innkoyringin er mangan trupul og drúgv, at tað eru tey sum geva skarvin yvir eftir fáum árum. - Samanumtikið er tað hent nógv spennandi og positivt [...] eru í lagi, tí tey vita, at íløgurnar geva seg fleiri ferðir aftur. Soleiðis er hugsunarhátturin eftir øllum at døma ikki her. Gøturnar eru eitt ongamannaland, eingin hevur ella átekur sær uppgávuna at
álvaratos! Hvat ríðir manninum, og hvat hugsar hann fyri sær? Er eingin sum helst skomm skapt í honum? Eitt er at vera politiskt ósamdur, eitt annað er at bera seg at sum ein politiskur barbarur. Tað man vera [...] ar mugu vera øgiligar. Er hetta tekin um býttiskap, fullkomiligt søguloysi, analfabetismu, ella er okkurt annað galið? Ja, tíverri má eg vera so frekur at spyrja, um maðurin er idiot! At kalla hann óuppdrignan [...] Fólkatinginum. At eitt slíkt skal bjóða seg fram til løgmann, er heldur ikki serliga hugaligt. Ikki er minni óhugnaligt, at sovorðin søguloysingur eisini er professionellur barnauppalari. Hvussu í víðu verð kann
men at munur er á meskavídd. ? Tað verða nógv, sum detta ígjøgnunm tað sosiala trygdarnetið, sum verður lagt upp til av liberalistunum, ið sita við røðrið í dag. Barnsburðargrunnurin er glotti Sitandi [...] høga ting, sum her tók málið um karensdagarnar í egnar hendur í uttan iva virðiligastu samtyktini í hesum valskeiði, fegnaðist Jóannes Eidesgaard. Men kortini helt hann, at lopið enn er langt frá teimum [...] frá somu sømdir, tá tað snýr seg um at vera heima hjá sjúkum børnum. ? Her skal tann tímalønti við læknaváttan prógva, at talan er um hættisliga sjúku, meðan tann fastlønti ger tað við einari fráboðan.
og rúmliga matarhøllin, har eisini føroyskur matur er at fáa. Her er møguleiki at økja rúmið við skjótihurð, tá tiltøk eru. M.a. er bingo og regluliga er andakt. Bergur Jacobsen úr Samuelskirkjuni og Øssur [...] at tað verður nýtt til fundir og annað, men her er heldur trongligt, tá øll 17 eru inni. Vit síggja út í garðin, ið eisini er parkeringsøki. Her er garður við spæliplássi, grønum blettum og eisini eru beinkir [...] bert húsaleigan er økt, eins og starvsfólkatalið er økt, men arbeitt verður áhaldandi við at menna virksemið. Tá blaðið vitjaði, vóru sengur júst keyptar. ? Ikki er hetta luksus, men her er gott og deiligt