Fylgisveinaeftirlit

Oddagrein

 

Landsstýrið arbeiðir í løtuni við eini skipan, har tað ber til yvir fylgisvein at fylgja við fiskiskipum, hvar tey fiska, hvar tey eru stødd. Støðir á landi kunnu hava neyvt eftirlit við skipunum og tað positiva í hesum er, at trygdin á sjónum økist munandi. Tað verður tryggari hjá teimum sum heima sita, tá tey vita, at eitt tól er umborð á skipunum, sum fleiri ferðir um samdøgnið sendir eitt signal til ein fylgisvein, sum síðan boðar støðum á landi frá hvar skipini eru stødd. Hetta er nøkulunda tað sama sum við fløgførum, hvørva tey av radarmyndini, so verður farið at leita beinanvegin. Er einki tekin frá einum skipi, so verður farið at leitað beinanvegin og mannalív kunnu sparast á hendan hátt.


Men vandi er í hvørjari vælferð. Fiskimenn spyrja seg sjálvar, er tað av trygdarorsøkum, at myndugleikarnir vilja vita hvar teir neyvt eru staddir allan sólarringin? Er her ikki heldur talan um yvirformyndari og at myndugleikarnir vilja við nýggju skipanin tryggja sær, at skipini halda lógirnar.


Undir Føroyum er altíð illgruni um, at skip veiða ólógliga, Soleiðis hevur altíð verið. Øvundsjúkan er fastgrógvin langt inni í okkara genum, og fær eitt skip nóg,v so er ikki óvanligt at hoyra, at teir hava veitt ólógliga, hava veitt innanfyri. Tað sigst, at trolararnir sum royna á landnyrðingshorninum á Føroyagrunninum, við hvørt eru so innalaga, at teir mugu nýta fallhjálm á dekkinum, tí vandin er so stórur fyri at fáa leyst grót út berginum í høvdið.Veldan, tað er møguligt, men var tað ikki eitt hugskot, at skal eitt skip takast fyri ólógliga veiðu, so átti tað at verið tikið uppá feskan gerning, og ikki ala Star War verða adúkað einastaðni langt úti í rúmdini. Er tað ikki mannminkandi fyri ein fiskimann, at hann verður avdúkaður av hátøkni úti í alheiminum, heldur enn at tann grái knappliga kemur um nesoddarnar.


Danskir fiskimenn eru í øðini, nú fyrstu málini, har fylgisveinur hevur fanga fiskimannin í ólógligum ørindum, eru til viðgerðar. Tað fyrsta málið snýr seg um eitt krav millum eina hálva og eina millión.


Danskir fiskimenn eru í øðini, tí teir finna hetta nýggja eftirlit mannminkandi og teir halda eisini at rættartrygnin er hótt. Kanska nakað at hugsa um hjá okkara fiskivinnuumsiting og hvat sigur vinnan?


Fylgisveinaeftirlitið í Danmark er komið í lag eftir harraboðum frá ES.


Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri hevur fleiri feriðir borið fram, at føroysku fiskimenninir eru millum heimsins erligastu.Teir hava einki at fjala. Er hetta so, so hevur føroyski fiskiflotin einki at óttast, um nú verður hugt eftir teimum allan sólarringin úr rúmdini við mannaskaptum tólum.