Borgarliga atsóknin er ótroyttilig

Liberalistiska bylgjan skolar inn yvir Føroyar og rákin av kapitalistiska hungurinum svíður okkum í nasarnar. Hetta heldur formaður Javnaðarfloksins, sum helst eina hvassa politiska røðu á Vaglinum altjóða arbeiðaradagin

 

 

Vit síggja eina borgarliga atsókn í dagsins Føroyum.

Hetta heldur Jóannes Eidesgaard, formaður fyri Javnaðarflokkin. Jóannes var ein teirra, ið fekk heiðurin at halda røðu í oysandi regni á Vaglinum í høvuðsstaðnum altjóða arbeiðaradagin.

Røða Jóannesar var ógvuliga vinstrahallin, sum væntað var hendan merkisdag fyri vinstrasinnað um allan heim. Formaðurin fyri stóra føroyska verkaflokkinum gjørdi nógv burtur úr at vísa á vandarnar við liberalistisku bylgjuni, sum eftir hansara tykki skolar inn yvir Føroyar.

? Rákin av kapitalistiska hungurinum eftir øllum tí, sum kann gera tann ríka ríkari, svíður okkum í nasarnar. Caragata-álitið er meira siterað enn sjálv Hvítabók. Og við hvørt høvið, sum býðst, verður privatiseringin og egoisman hálovað. Vit síggja eina ótroyttiliga borgarliga atsókn, segði Jóannes Eidesgaard.


Pensjón fyri rík

Sum eitt dømi um borgaliga atsókn nevndi Jóannes Eidesgaard nýggju pensjónsskipanina, sum ætlanin er at seta í verk.

? Fáa teir sín vilja, so fer hendan pensjónsskipanin at gera, at tey, sum hava eina høga fasta inntøku gjøgnum alt sítt lív og hava heilsuna, gerast væl fyri á gamalsaldri, meðan restin verður meira ella minni slept upp á fjall, staðfesti hann.

Í hesum sambandi setti Jóannes Eidesgaard eisini fram spurningin, um tað er rætt, at tað almenna gjøgnumtvingar eina privata skipan, ið ger, at tey, ið lítið hava eftir at húsast fyri í arbeiðslívinum, eisini koma at hava lítið at húsast fyri á gamalsaldri.

? Hvussu við teimum, ið ikki hava eina inntøku ein stóran part av lívinum, til dømis av heilsuávum? Tey gerast olmussudýr í nýggju pensjónsskipanini, gjørdi formaður Javnaðarfloksins greitt.

Loysnina til eina góða pensjónsskipan helt Jóannes Eidesgaard vera eina hækkaða kollektiva og samhaldsfasta pensjón.

? Kalla okkum gamaldags, men vit á vinstraveinginum í politikki halda, at sømulig kor á gamalsaldri er ein rættur hjá øllum borgarum, uttan mun til, um inntøkan hevur verið høg ella lág, staðfesti Jóannes Eidesgaard.

Hann vísir eisini í sama sambandi á, at borgarligu flokkarnir ofta pástanda, at teir standa fyri einum sosialum trygdarneti, eins og vinstraflokkarnir. Hetta helt hann væl kundi vera, men at munur er á meskavídd.

? Tað verða nógv, sum detta ígjøgnunm tað sosiala trygdarnetið, sum verður lagt upp til av liberalistunum, ið sita við røðrið í dag.


Barnsburðargrunnurin er glotti

Sitandi samgonga fekk kortini ikki bara rís frá formanninum í Javnaðarflokkinum. Hann fegnaðist eisini um barnsburðargrunnin, og at karensdagarnar eru burtur.

? Fyri fáum døgum síðani hendi eitt risa framstig. Ein barnsburðargrunnur fyri allan arbeiðsmarknaðin sá dagsins ljós og sjúkradagpeningur frá fyrsta sjúkradegi gjørdist veruleiki fyri tey tímaløntu. Ein stórur sigur fyri verkafjøldina og ein stolt løta fyri hetta høga ting, sum her tók málið um karensdagarnar í egnar hendur í uttan iva virðiligastu samtyktini í hesum valskeiði, fegnaðist Jóannes Eidesgaard.

Men kortini helt hann, at lopið enn er langt frá teimum tímaløntu til tey fastløntu. Hann vísti á, at fastlønt og tímalønt hava lagt frá somu sømdir, tá tað snýr seg um at vera heima hjá sjúkum børnum.

? Her skal tann tímalønti við læknaváttan prógva, at talan er um hættisliga sjúku, meðan tann fastlønti ger tað við einari fráboðan. Og hjá tí tímalønta fær annað foreldrið bert 80 prosent av einari dagløn fyri hesa fráveru. Her skal nakað gerast, staðfesti Jóannes Eidesgaard.

Eisini innan KT-vinnuna helt Jóannes Eidesgaard, at hugburðurin má broytast. Hann vísti á, at í staðin fyri at halda eina heila stætt uttan fyri hesa vinnu, kundu vit verið undangonguland við at latið alt fólkið verið partur av vinnuni.


Privata initiativið spældi fallit

Formaðurin í Javnaðarflokkinum fanst harðliga í røðu sínari at tosinum um at privatisera almennar ognir, harímillum Føroya Banka. Hann vísti á, at skattgjaldarin í dag eigur Føroya Banka, Fiskasøluna, Fiskavirking, JFK-Trol, Føroya Tele, Atlansflog og aðrar føroyskar stórfyritøkur.

? Og hví eiga vit hesar fyritøkur, spurdi hann.

? Ikki tí, at vit hava valt tað so, men heldur tí, at privata initiativið so dyggiliga spældi fallit, staðfesti hann síðani.

Í hesum sambandi vísti Jóannes Eidesgaard á, at tað í sekstiárunum var Føroya-grunnurin, sum tók eftir einum av størstu fallitbúgvunum í Føroya søgu. Og í nítiárunum var tað landskassin, sum tók um endan á Føroya Banka og Sjóvinnubankanum.

? Nú minni enn tíggju ár eftir, at føroyski bankaheimurin nærum fór fyri bakka undir privatari leiðslu, so pástanda tær kreftir, ið nú vilja sleppa framat aftur fatinum, at eitt nú Føroya Banki hevði verið betri rikin við einum privatum eigaraskara.

? Álvaratos, bankin hevur eitt tað besta úrslitið í danska ríkinum og gevur metyvirskot til skattgjaldaran ár eftir ár. Hvussu nógv betri kann úrslitið hjá bankanum gerast?

Skal skattgjaldarin nú avhenda hetta fyri lítið og lætt eftir at hava tikið tøkini og ruddað upp eftir rentuspekulatión og annað, spurdi Jóannes Eidesgaard og staðfesti, at Føroya Banki er eitt prógv um, at ein fyritøka kann verða væl rikin, um landið eigur hana.

Jóannes Eidesgaard nam annars eitt sindur við fullveldismálið. Hann segði millum annað, at onnur týdningarmikil mál eru skúgvað til viks fyri tí. Hann tók eisini eitt sindur í arbeiðarasøguna og politiskar hendingar í Føroyum av týdningi fyri arbeiðaran.