Hvat er upp á spæl

Vinnarin av Prix Føroyum fær allan heiðurin og æruna og harafturat eina viku í einum donskum upptøkuhølum. Men nógvar aðrar gularøtur eru at býta millum teir átta bólkarnar, og tær er vinnarin av sjálvari finaluni ikki sjálvskrivaður til at fáa.

 

Ikki bara gull og krýning eru at vinna á Prix Føroyar finaluni hesaferð. Tann, ið fær flest stig frá dómarunum og harvið fær heitið »vinnari« hevur bara vunnið ein av fleiri vinningum, sum eru upp á spæl.

Harafturat koma vinningarnir, sum allir teir átta finalubólkarnir hava tryggjað sær bara við at luttaka.

Ikki allir vinningarnir eru sjónligir og nakrir vísa seg ikki fyrr enn seinni. Umtala og teir fimtan minuttirnir í beinleiðis útvarpi og sjónvarpi, sum finaluframførslan varir, er góð marknaðarføring hjá bólkum, og tí er tíðin aftaná Prix finaluna eitt gott høvi hjá bólkum at geva fløgu út ella selja seg til konsertfyriskiparar. Á hesum økinum er tað ikki altíð at bólkurin, sum gerst nummar eitt í kappingini, eisini fær mestu umtaluna ella verður mest eftirspurdur aftaná. Her er tað heldur tokkin millum fólki, sum er avgerandi.

Tað vita bólkarnir fullvæl, og tí er tað heldur ikki uttan orsøk, at flestu teirra vilja vera við, at tað mest umráðandi á Prix finaluni er, at áhoyrarunum dámar framførsluna hjá teimum.

Útlendsk oyru

Men í Norðurlandahúsinum komandi leygarkvøld sita eisini nøkur oyru, sum bólkarnir serliga gjarna vilja vinna tokkan hjá. Ein av teimum átta bólkunum á Prix finaluni fær høvi at spæla á Jelling Musik festivalinum 26. mai í ár, og ein fær høvi at fara á pall á Nibe festivalinum 29. juni.

Festivalarnir hava hvør umboð í Føroyum, sum hava sum uppgávu at gera av, hvønn av teimum átta bólkunum, sum luttaka í Prix finaluni, teir helst vilja hava at spæla á sínum festivali.

Harafturat eru umboð frá tveimum plátufeløgum í Danmark og einum úr Svøríki í Føroyum í sambandi við Prix finaluna, og tað sama eru tvey fólk frá danska undirhaldstónleikafelagnum. Blaðfólk frá donsku bløðunum Musikeren, Jyllands Posten og Politiken koma eisini til Føroya í samband við Prix finaluna.

Prix finalan er soleiðis ein vælkomin sýnisgluggi hjá bólkum, ið hava ambitiónir sum strekkja seg út um føroysku landoddarnar.

Festivalarnir

Teir báðir festivalarnir, sum í summar hava umboð frá Prix Føroyum á skránni hoyra til millum teir miðalstóru donsku festivalarnar, sum ikki hava stór útlendsk nøvn á skránni, men hinvegin hava eitt breitt úrval av teimum best umtóktu nøvnunum í Danmark at bjóða uppá.

Jelling Musikfestival, sum hevur tólv ár á baki, stílar eftir at hava góð donsk nøvn sum høvuðsnøvn. Á festivalinum eru tríggir pallar, »Scenen« har tey flestu av teimum stóru nøvnunum spæla, »Telt scenen« har eisini nøkur av størru nøvnunum spæla, og teltið »Alfreds Bøverding« har bólkar, ið ikki enn eru vorðnir kendir, spæla. Tað er í hesum telti at ein av teimum átta luttakarunum á Prix finaluni fer at standa leygardagin 26. mai.

Í ár hevur Jelling festivalurin nógvar av teimum donsku bólkunum, sum hava verið frammi hetta farna árið, harímillum Outlandish, Safri Duo, Erann DD og eisini nøkur av góðu gomlu nøvnunum innan danskan rocktónleik millum onnur Kim Larsen, Sanne Salomonsen og Sort Sol. Á festivalskránni sæst eisini hálvføroyski gentubólkurin Creamy.

Hin festivalurin, sum hevur Prix Føroyar umboðan, Nibe festivalurin, verður í ár tann 17. í røðini og eins og Jelling festivalurin er skráin pakkað við teimum kendu donsku popp og rock nøvnunum. Nibe festivalurin er nakað størri enn Jelling festivalurin og hevur eisini nøkur útlendsk nøvn á skránni, men talan er tó ikki um tey mest kendu. Tey bæði útlendsku høvuðsnøvnini hesaferð eru Runrig úr Skotlandi og The Hannas úr Írlandi.

Fyriskipararnir handan Nibe festivalin nevna tvær orsøkir til at teir hava valt at lata ein bólk frá Prix finaluni spæla á festivalinum. Onnur er, at teir meta tónleikaumhvørvið í Føroyum vera progressivt og gróðrarríkt. Hin er ein vón um at føroyski bólkurin fer at lokka tey nógvu føroysku lesandi í Aalborg økinum til festivalin.

Bólkarnir á Nibe festivalinum spæla á fýra pallum. Tann størsti er uttandura, tveir eru í teltum og tann minsti er í einari barakk. Umboðið frá Prix Føroyum spælir í einum av teltunum.

Høvuðsvinningurin

Høvuðsvinningurin á Prix Føroyum 2001, vinningurin sum verður latin tí bólkinum, sum dómararnir kjósa at vera tann besta av teimum átta finalubólkunum, er ein vika í upptøkuhølunum í Lundgaard Studio í Suðurjútlandi. Tað er Mentamálastýrið sum letur hendan vinningin.

Á Lundgaard Studio fáa tónleikararnir eisini innivist og undir upptøkunum fáa teir hjálp frá einum upptøkuteknikara.

Um vinnandi bólkurin velur at geva upptiknu løgini út á fløgu ella brúkar upptøkurnar til onnur endamál er upp til bólkin sjálvan.

Prixfløgan

Ein vinningur, sum allir teir átta bólkarnir á finaluni longu hava tryggjað sær, er at teir fáa eitt av sínum løgum útgivið á livefløguni, sum Útvarp Føroya ger og gevur út ein lítlan mánað eftir Prix finaluna.

Hetta við at gera eina fløgu burturúr teimum upptøkum, sum Útvarp Føroya ger á finaluni, varð fyrstu ferð roynt í samband við Prix ?99, og tá var úrslitið ein dygdargóð fløga, sum seldi væl.

At fáa eitt lag útgivið á fløgu letur upp fyri møguleikanum hjá bólkum at fáa eitt av løgum sínum spælt í útvarpsrásunum og møguliga at koma á teir ymisku hitlistarnar í Føroyum.