Hóast veturin av álvara er farin at gera um seg í Danmark, har tað leingi hevur verið kalt og so mikið nógv avfall, at tað aftur hesa ferð var neyðugt at avlýsa ein dyst (millum AGF og AaB), so spæla teir framvegis fótbólt. Føroyingar plaga at gevast fyrr á árinum, men um vit døma út frá avrikunum sunnudagin hjá teimum báðu føroysku umboðunum í superliguni, so er einki, ið bendir á, at teir eru troyttir av fótbólti.
Jákup Mikkelsen og Herfølge vóru í Lyngby, og har vunnu teir fyri fyrstu ferð síðani 20. september. Úrslitið var 3-1, og tað var ikki minst málmansspælinum hjá Jákupi Mikkelsen fyri at takka.
Lyngby kom á odda tá bara tveir minuttir vóru farnir. Søren Hermansen varð spældur leysur og kom einsamallur við málverjanum og skoraði.
? Men tað átti hann ikki at havt gjørt, tí hann var staddur so langt úti í borðinum, at eg skuldi havt bjargað, er metingin hjá Jákupi Mikkelsen, sum krevur so ómetaliga nógv av sær sjálvum.
Men Jákup var so mikið stinnur, at hann kom á ugens hold, bæði í TV3 og í BT. Í báðum fjølmiðlunum verður hann mettur sum høvuðsorsøkin til, at tað eydnaðist Herfølge at fara til hús við øllum stigunum. Serliga í 2. hálvleiki, tá Herfølge var á odda 2-1, bjargaði hann framúr væl nakrar ferðir og var harvið ein týdningarmikil liður í orsøkini til, at Herfølge kundi fara úr Lyngby við øllum stigunum.
Jákup fekk gult kort, tá tað restaði eitt korter, og støðan var 2-1, og tað var einki at siga til, at hann royndi at taka tað róligt. Eitt av málunum hjá Herfølge var skorað uppá brotsspark, men Jákup Mikkelsen var ikki settur at skjóta.
Sigurin kom sjálvsagt sera væl við hjá Herfølge, og hóast føroyski landsliðsmálverjin hevði stóran lut í honum, so flokkaðust fjølmiðlarnir um Jesper Petersen, politistin, sum higartil hevur verið venjari hjá næstbestaliðnum í Herfølge, men hevur fingið møguleikan at venja besta liðið, eftir at Ole Mørch er farin til AB.
? Nú er avgjørt, at Jesper Petersen skal vera venjari hjá okkum fram til vetrarsteðgin, og eg haldi, at hann hevur verið ein fínur venjari, síðani hann fekk ábyrgdina av besta liðnum. Tað er heilt øðrvísi at venja 1. og 2. lið, og vit eru allir ovfarnir av, hvussu hann er vaksin við uppgávuni, sigur Jákup Mikkelsen, sum heldur nýggja venjaran vera harðan og kravmiklan, og tað er kanska ikki so langt frá starvinum, sum hann hevur havt sum lærari á politistaskúlanum.
Tá danska landskappingin fer í vetrarfrí um tvær vikur fer Herfølge at taka avgerð um, hvussu venjaraspurningurin skal loysast, og skulu vit meta út frá tí, sum Jákup Mikkelsen sigur, so er tað nú meiri sannlíkt nú, at verandi venjarin heldur fram, enn tað var fyri einari viku síðani.
Selja og keypa
Tað hava verið røddir frammi, sum hava spátt, at nú Ole Mørch, sum var mettur at vera ímyndin av viðrákinum hjá Herfølge, er farin úr felagnum, fer tað skjótt at ganga skeiva vegin, men teir í lítla felagnum tykjast ikki at hava mist mótið og ætla at vísa, at felagið er meiri enn Ole Mørch.
Herfølge arbeiðir miðvíst fyri at styrkja um álopið, sum ikki er rættuliga komið fyri seg, síðani Chris Hermansen fór til AB. Í vikuskiftinum ljóðaði, at teir royna at fáa Miklos Molnar til felagið. Hann hevur áður verið liðfelagið hjá Toda Jónsson í Lyngby. So varð hann seldur til Spania, men nú er hann í Derby í ensku premier deildini, og tað er haðani, at Herfølge ætlar at fáa hann.
Lítla felagið hevur ikki nógvar pengar, men teir rokna við at fáa pengar burturúr sølu av einum spælara. Tað fara fá mál ígjøgnum hjá Jákupi Mikkelsen, og tað hava feløg aðra staðni í Europa lagt til merkis. Í Italia hava bæði Udinese og Vicenza staðfest, at Jesper Vestergaard er ein dugnaligur verjuspælari í vinstru síðu, og verður hann seldur, so fær Herfølge fíggjarligan møguleika at styrkja um álopið.
Jákup bíðar
Føroyski landsliðsmálverjin hevur sáttmála við Herfølge til á sumri í ár 2000, og longu nú er felagið áhugað í at leingja sáttmálan til á sumri ár 2001. Tilboðið fevnir um lønarhækkan nú beinanvegin, men hóast honum verða bjóðaðar størri upphæddir, so er Jákup Mikkelsen, sum ikki hevur verið serliga væl løntur, ikki sinnaður at skriva undir nú beinanvegin:
? Tað er rætt, at teir eru hugaðir í at samstarvið okkara millum verður longt. Teir hava boðið mær til samráðingar, men eg haldi ikki, at eg havi nakran skund, og eg havi valt at bíða. Millum annað fyri at síggja, hvussu tað fer at tørna út, aftaná at vit hava mist venjaran, sum bæði eg og allir hinir hildu nógv av.
Sambært Jákup Mikkelsen, so hevur hann ikki fingið tilboð frá øðrum feløgum at taka støðu til, og sær sjálvum líkur, so hevur hann ikki so nógv annað at siga til henda spurningin, enn at sáttmálasamráðingarnar við Herfølge eru útsettar, men vit kunnu væl ímynda okkum, at tað eru møguleikar í næstu framtíð, har avbjóðingarnar ? serliga tær í altjóða høpi ? kunnu verða størri, enn tær eru í Herfølge. Málverjin hjá FCK, Michael Stensgaard, hevur boðað frá, at hann í hesi vikuni fer at kunngera, hvat liðið er, sum hann skal spæla fyri í Onglandi. Og samstundis er tað mangt sum bendir á, at málverjin hjá Brøndby, Mogens Krogh, ið hevur verið eykamálverji hjá Peter Schmeichel á landsliðnum, vegna skaða ikki fer at spæla so leingi afturat.
Avrikin hjá Jákupi Mikkelsen hava leingi verið so mikið góð, at hann væl kundi fingið møguleikan frá øðrum av hesum báðu stóru feløgunum í Keypmannahavn og Danmark, og bæði Jan Dam og Todi Jónsson hava meiri enn eina ferð sagt, at teir meta Jákup Mikkelsen at vera ein hin besta málverjan í Danmark í løtuni. Men tað verða hvørki Todi, Jan ella Ítróttarsosialurin, sum fara at gera av, hvør skal verða málverji í FCK ella í Brøndby.
Kortini er einki at ivast í, at í løtuni er tað sjálvsagt, at Jákup Mikkelsen bíðar við at taka støðu til sína fótbóltsframtíð. Hann er 28 ára gamal og harvið á veg inn í besta málmansaldur, og hann hevur sáttmála við Herfølge í hálvt annað ár afturat.









