List og mentan
Kendi føroyski mentanarmaðurin Emil Thomsen, doktari, hevur í umbúnað at reisa ein serstakan minnisvarða yvir ein av okkara kendastu og virknastu listamálarum, nevniliga Steffan Danielsen, sála. Talan er um at byggja eitt listasavn, sum skal hýsa málningum, ið Steffan Danielsen hevur málað.
Enn snýr tað seg bert um eina ætlan, sum liggur á tekniborðinum, men sum kortini liggur fremst í hugaheiminum hjá tí 85 ára gamla Emil Thomsen. Hóast árini eru vorðin mong, so hava tey ikki tikið eld- og skapanarhugin frá Emil, sum vónar, at heilsan fer at loyva sær at fullføra hetta stóra og spennandi tiltak.
?Eg haldi meg longu hava fingið nógv burtur úr lívinum og vóni, at hetta eisini hevur verið til gagns fyri Føroyar og føroyingar. Men vónandi verður mær unt at fáa nakað frá hondini aftrat. At fáa Steffansstovu bygda eins og at fáa givið út føroysku kvæðini. Bøkurnar, sum Emil sipar til, eru Føroya Kvæði, mætasta tjóðargrip okkara, sum hann málber seg og sum eru uppá 40 bind. Komandi heyst hevur hann megnað at fáa prentað helvtina.
Tað var Emil Thomsen, ið stovnaði Bókagarð, sum nú í ein mansaldur hevur givið út aftur nógv av tí besta innan føroyskar bókmentir, eins og hann eisini hevur givið út virðismiklar útlendskar bókmentir í føroyskari týðing ? tilsamans umleið 300 bókaheiti í umleið 1 millión eintøkum. Fyri hetta lívsverk sítt hava fimm Norðurlond heiðrað hann við riddarakrossi, og harumframt hevur Lærdi háskúlin í Lund heiðrað hann við heiðursdoktaraheitinum.
Hvussu ber tað til, at ein persónur, sum er farin um tey 85 árini, og longu hevur lagað so nógvar mentanarligar varðar, framhaldandi hevur orku og evni til at fara undir at fara undir eitt so stórt og krevjandi tiltak!
-Steffan Danielsen var ein so framúrskarandi listamálari, at hann hevur uppiborið, at tað verður reistur slíkur livandi minnisvarði yvir hann. Men haraftrat hava føroyingar og her ikki minst komandi ættarlið uppiborið at fáa innlit í tann mentanarliga dýrgrip, sum Steffan Danielsen hevur latið okkum øllum gjøgnum sínar so ótrúligu listargávur. Tann møguleika skal Steffansstova geva teimum. Miðjað verður móti, at savnið skal kunna hýsa umleið 100 málningum og helst uppaftur fleiri.
Emil, sum alt sítt lív hevur havt alstóran alsk til føroyska mentan og her serstakliga bókmentirnar, dylur ikki fyri, at hann sær eisini nakað heilt stórt í málningalistini og her serstakliga henni hjá Steffan Danielsen. Eingin listamálari í heiminum man hava megnað at málað so nógv verk frá síni egnu føðioyggj og heimbygd sum Steffan. Sjálvt Mykines kann ikki vísa fram slíkt gallarí frá síni egnu føðioyggj.
-Steffan doyði tíanverri alt ov ungur. Hann var bert 54 ár, men hesi árini slapp hann tó at prógva, at hann er størsta nátúrtalent innan málningalist Føroyar hava fostrað.
Sjáldsamur og vakur bygningur
Tað eru arkitektarnir Albert Isfeld og Gudmund Hansen, sum hava teknað Steffansstovuna. Húsini eru ein long lon við flagtekju. Atkoman verður frá steinsettum túni framman fyri durin og inn í forhøllina. Í sjálvari framsýningarhøllini eru klivar, sum skulu hýsa mongu málningunum. Í bygninginum eru eisini fundarrúm, køkur, roykstova og soviklivar við koyggjum í tveimum hæddum til 16 fólk. Rúmini verða øll upp í tróðrið við bitum og takljósi á mønini. Endaveggirnir verða, saman við nakað av langvegginum, grótlaðaðir.
Sjálv Steffansstova er mett at kosta millum 4 og 5 mill. kr. at byggja. Mett verður, at árligu rakstrarútreiðslurnar verða einar hálvthundrað túsund kr.
Emil Thomsen sigur, at umframt at hýsa málningum, skal Steffanstova eisini verða savningarstaður hjá listamálarum og øðrum listafólkum, ið har kunnu fáa høvi at sita í friði og náðum og arbeiða við sínum egnu verkum í hugnaligum hølum og sera kveikjandi náttúru, sum bert er eitt hanagleiv frá høvuðsstaðnum.
Steffansstova skal harumframt verða karmur um fundarvirksemi, fyrilestrar, námsskeið, setursskúlar, lestrabólkar og onnur mentanartiltøk, har góðir møguleikar verða at gista hjá luttakarunum. Somu møguleikar skulu t.d. stovnar, áhugafeløg og einstaklingar hava.
Emil Thomsen, sum sjálvur býr í Nólsoy men hevur búleikast í Havn stóran part av lívi sínum, sigur, at Steffansstova og sermerkta málningaframsýningin har verður í sjálvum sær eitt forvitnisligt ferðamál og eitt frálíkt íkast til ferðavinnuna í Nólsoy.
Farið verður nú at finna fígging til byggingina. Emil Thomsen sigur, at hann fer at søkja um stuðul í Føroyum, Íslandi, Danmark, Noregi, Svøríki og Finlandi. Ætlanin er at skipa hetta sum eitt íognarfelag, har umleið 70 málningar, sum kanska hava eitt virði uppá einar tvær mill. kr., verða partur av stovnsfæinum.