Dan R. Petersen
javnaðarmaður
Ætlaði altíð at svara Johan Mortensen, alias Hot, uppá hansara undarliga lesarabræv í Sosialinum 30.03 og Dimmalætting um somu tíð, men stundir góvust ikki fyrr enn nú um páskirnar.
Fyri tað fyrsta eri eg ikki mentunarframsøgumaður í Javnaðarflokkinum, tað er Katrin Dahl Jakobsen. Fyri tað næsta dámar mær lítið at verða nevndur háttvirdi av einum persóni, ið hevur slíka vannvirðing fyri javnaðarfólki, at hann sker øll yvir ein kamb sum »mentunarliga degenereraði, tryggleikanarkomanar, og hálvbarbarar.« Hetta skoðsmál hevur J. M. til tey 25% av Føroya fólki, ið velja Javnaðarflokkin. Nationalistar hava til allar tíðir vannvirt øðrvísi hugsandi, og tað er tankavekjandi, so væl J. M. heldur traditiónina í hevd.
At S. B. J. skal vera eitt av okkara frægu skøldum er ein subjektiv meting, eg haldi tó fast við, at hann hevur ført ein fordummandi penn, síðan hann lat seg pensionera við danskari eftirløn, og hann heldur fram. Í Dimmu 29.03 skrivar S.B.J. m. a.: »Hetta landsstýrið hevur savnað meira enn helmingin av fólkinum aftan fyri seg. Í sjálvum sær ein søgulig hending, tí teir skilja og hava fingið henda stóra bólk av fólki til fulnar at skilja, at fullveldismálið er málið yvir øllum málum, sum nú má loysast.« Just tá Steinbjørn skrivaði hetta møsnið, vísti seinasta veljarakanning, at einans 37% ynsktu fullveldi, meðan heili 52% vóru ímóti. Jú, Harra Mortensen, slíkt er fordummandi. Síðani er nýggj kanning gjørd, har Jógvan Mørkøre, fullveldisfrøðingur í sínum órannsakiliga vísdómi hevur granskað seg fram til, at 51,5% eru fyri fullveldi, meðan 51,4% eru fyri ríkisfelagsskapi. Føroyingar kunnu nú sum teir einastu í verðini erpa sær av at vera heili 102,9%!
Spell at J.M. ikki skilir vanligt gerandismál. Fordummandi og býttur er ikki tað sama. Fordummandi er tað øvugta av upplýsandi. At S.B.J. skal vera býttur eru J.M?s orð. Tó má eg viðganga, at handa áralanga platta útspillingin av Javnaðarflokkinum í andstøðu og av ríkisfelagsskapinum, har greinskrivarin verður forsyrgdur úr tí danska statskassanum, ikki virkar serliga intelligent.
Undirritaði loyvir sær at hava eina aðra meting av skrivingini hjá S.B.J., enn ta av Tjóðveldinum autoriseraðu, og tí fostrar J. M. henda sjúka tankan:
»Stóð tað til Dan Petersen, blivu allar bøkur hjá fullveldisføroyingum brendar á Vaglinum og rithøvundarnir allarhelst samanvið«.
Hesi orðini siga meira um Johan enn Dan. Annars kann eg upplýsa, at tað vóru ikki javnaðarmenn, men nationalistar, ið brendu bøkur í Týsklandi í 30?unum. Nationalistarnir brendu ikki bara bøkur. Teir monopoliseraðu eisini evnini at skapa list og vísind, júst sum J. M. ger tað við hesum brotinum:
»?neyvan nakað veruligt føroyskt listafólk ella nakar intellektuellur føroyingur stuðlar Javnaðarflokkin í dag. Hin hugsandi føroyingurin og hin føroyski listaheimurin stuðla fullveldinum og tí listarliga frælsi og nýskapan, sum Republikkin Føroyar verður karmur um«.
Tað var tó ein groteskur pástandur. Júst sami holdningur, ið dreiv Stefan Zweig, Erich Maria Remarque, Albert Einstein o. a. í útlegd. Tað fer javnaðarfólki kalt niður eftir bakinum at lesa slíkt.
Ein annar fordummandi eginleiki hjá nationalistum er at falsa søguna; sum tá ið Jens Pauli Heinesen sum ein annar gravrøvari stjelur Heðin Brú og Martin Joensen úr Javnaðarflokkinum yvir í Tjóðveldisflokkin.
Jú, sanniliga eigur Javnaðarflokkurin mentafólk, hóast tey eru lágt í metum hjá J. M. Bara her í heimbygdini hava vit javnaðarmenninar Frits Johannesen, Heðin Kambsdal og Aleksandur Kristiansen. Men eg skilji, teir eru lítið at rokna móti tí edlu rasuni í Tjóðveldisflokkinum. Aleksandur gjørdi enntá tað bragd á sín sáttliga og stillføra hátt í Sosialinum 11.04 at pilka ta littereru skapikrukkuna, Carl Johan Jensen, niður av hanabjálkanum, har hann hevur sitið og hugt og tala niður til fólk. Tað var meistarligt og hart tiltrongt.
At enda fari eg at mæla Johan Mortensen til at hava orðabók við lið, tá ið han lesur lesarabrøv. Tað kundi beint misskiljingar burtur, og so lærir man eisini av tí?