niður í 2. deild fyri einum ári síðani, men flytir upp aftur í 1. deild í ár, og konan hjá rumenaranum, sum ætlandi skal vera venjari hjá VÍF næsta ár, spælir í løtuni við einum 1. deildarliði í Rumenia [...] Hjalmar Klein Olsen er ein av teimum mest royndu á VÍF-liðnum, sum sunnudagin gjørdist føroyameistari annað árið á rað. Hann hevur verið á besta liðnum í 12 ár og fyri hann er tað sostatt ikki nakað fremmant [...] nógv betri enn í fjør, sigur Hjalmar. ? Í fjør bleiv tað ofta bert ein spurningur um at seta seg upp til dystirnar, men í ár hava bæði StÍF og H71 verið nógv betri, og tað hevur eisini gjørt kappingina betri
so bar tað ikki til. ? Tað stóð einki til á Skála um tað mundi fyrireikingarnar til hetta skipið byrjaðu, og tí var ikki ráðiligt, at fara undir nakað har. Og í Havnini bar teimum ikki til at gera hetta [...] klárur at fara til fiskiskap. Skipið er bygt í Valdivia í Kili. Haðani fór hann hann til Kopervik í Noregi, har spølini vórðu sett í skipið. At tað er forkunnugt, at nýtt skip kemur til lands sást á fjøldini [...] Hann er niðurslitin, og trongdi harðliga til at verað skiftur út. ? Tí fóru vit í holt við at kanna møguleikarnar fyri at byggja nýtt skip. Og fyri einum ári síðani skrivaði reiðaríið undir byggisáttmála
sama lag til tess at vit fáa stórskaldskap ? sambært Jóanes Nielsen ? er tað sama sum at siga, at gevur tú einum blindum fleiri túsund brillur fer hann at læra at síggja, og tekur tú tær frá honum, ger [...] tvær hugleiðingar um eitt og annað samfelagsligt í Dimmalætting, tann fyrra var um málning í eini kirkju, sum sambært hesum statsrikna høvundi varð givin kirkjuni av einum fyrrverandi bankastjóra í sálarneyð [...] sálarneyð, eitt slag av avláti, og tann seinna var um pengar til føroyska útgávu og høvundar. Jóanes kærdi seg um, hvussu lítið hesir ymisku grunnar lata til bókaútgávu og høvundar, og hann vildi hava meiri pengar
ljóð frá sær. Tá sjónbrekaði skulu ganga yvir um vegin, er ljóðið øðrvísi, enn tá tey ikki skulu ganga. Men tey sjónbrekaðu skulu eisini koma til hesa vælsignaðu »ljóskurv«. Tað fáa tey hjálp til frá le [...] ella sebrastípum, sum hann tekur til. Ein annar møguleiki er, at leggja steinar niður í vegin, soleiðis at tey sjónbrekaðu hava okkurt at halda seg til, sum brýtur frá tí vanliga. ? Og hjá okkum er tað [...] ein bólkur av lesandi instruktørum frá Blindainstituttinum arbeiðir við. Tey gera eina høvuðsuppgávu við útgangsstøði í økinum á bryggjuni í Havn, við serligum atliti til ferjulegurnar og Farstøðina. Men
ini verða sitandi til val verður, og hann kann eisini halda fram sum løgmaður aftan á valið. Fer løgmaður ikki sjálvur frá, so má løgtingið koyra hann frá. Tingið atkvøða Edmund frá ? So er spurningurin [...] ætlar sær frá - um hann finnur hurðina sjálvur, sigur Marita Petersen, sum heldur tað vera ógvuliga løgið av løgmanni ikki at leggja frá sær beinanvegin, tá hann fær slíka misálitisváttan frá sínum egnu [...] hann, tað dugi eg ikki at síggja sum rímulig grund. Einhvør annar hevði farið frá sjálvur. Marita Petersen heldur, at eitt annað áhugavert er støðan hjá løgmanni, nú vit hava fingið nýggja stýrisskipanarlóg
Fyrireikararnir høvdu lænt ein skúla frá kommununi til endamálið, og ikki kann sigast annað enn at tiltakið hepnaðist sera væl. Nógvir av sangarunum, sum komu langvegis frá búðu á skúlanum. Í kjallaranum høvdu [...] umstøður, bæði til venjingar og til uppihald. Eisini ber til at gera mat á skúlanum, tí har er eisini ein góður køkur. Harumframt er ein ítróttarhøll knýtt at skúlanum, og hon er góð at hava til tílíkt endamál [...] fyrireikingararbeiði gerast til kórstevnuna, og her sigur Høgni at Føroyingafelagið hevur hjálpt ótrúliga væl til. ? Vit kundu ikki skipað fyri kórstevnuni uttan hjálp frá Føroyingafelagnum. ? Serliga
við, at manningin skal hava 17,5% frá 1. januar 1998. - Alt annað er uttanumtos. Føroya Reiðarafelag sigur óbeinleiðis, at 1,5%, sum svarar til kr. 500.000 um árið til alla manningina, kollsiglir eitt projekt [...] skal manningin hava 26% av bruttovirðinum til javnbýtis. Tá ið veitt verður við troli eftir svartkjafti go øðrum fiskasløgum, fær manningin 20% av søluvirðinum til javnbýtis. Hesi 26 og 20% lækkaðu í 1993 [...] komu ásamt um, at 1. januar 1998 skuldu hesi 16% hækka til 17,5% fyri skip omanfyri 1500 brt. Tað hevur sostatt tikið 5 ár at fingið 1,5% aftur til manningarnar. Ein reiðari við ábyrgd, sum keypir skip
Arbeiðsgevarafelagnum, sigur, at orskin til, at endurgjaldskravið er slept, er ikki, at onki tap hevur verið. Men tað skal prógvast 100%, at eitt tap stavar akkurát frá arbeiðssteðginum, og tað kann verða [...] ávísa eitt tap, sum tey kundu skjalprógva so væl at tað stavaði frá arbeiðssteðginum, at tað hevði hildið í rættinum Og tí eru vit komin til tað niðurstøðu, at vit gera ikki meiri við málið hesuferð, sigur [...] skal framvegis verða at taka støðu til vanligar ósemjur um, har ið ivamál verða um, hvussu ymsir partar í sáttmálanum skulu tulkast. Men tað er eisini neyðugt við einum arbeiðsrætti, sum skjótt kann døma
inntøkan hjá tí, sum inntøkan verður flutt til, í mesta lagi svarar til 70% av hægstu veiting frá Arbeiðsloysisskipanini. Tordur Niclasen vísir eisini í viðmerkingunum til samgonguskjalið, har tað stendur, at [...] ringini hjá familjuni við einari inntøku til lívs - ella í hvussu so er at minka hesa, men vit síggja í nevnda áliti frá arbeiðsbólkinum, at tey ikki mæla til slíka skipan - og spkir her aftur fyribrigdi [...] vera rætt í einum skipaðum samfelag sum okkara, at lógin skal vera soleiðis háttað, at tað fíggjarliga skal vera ein fyrimunur at liva saman ógift, sigur Tordur Niclasen í viðmerkingunum til uppskot Miðfloksins
Statoil fyrispurning frá einum skúla, um teir vildu verða við til at fíggja keyp av eini teldu. Hetta kundu teir ikki, men teir valdu hinvegin at kanna møguleikan fyri at útvega teldur frá Statoil úr hinum [...] hinum norðurlondunum. Samstundis vendu teir sær til Landsskúlafyrisitingina, sum tá enn var til, og spurdu um teir kundu og vildu taka ímóti eini »teldugávu« frá Statoil. Fyrisitingin játtaði, og so arbeiddi [...] marknaðardeildin; alt á einum stað. Og fyri at kunna arbeiða á henda hátt er neyðugt, at ungdómurin fær kunnleika til teldur, tá hann byrjar í skúlanum. Niels Juul Nattestad greiddi eisini frá, at allar teldurnar