Í fjør skipaði føroyska manskórið Quaeduilt fyri eini rimmar kórstevnu í Århus.
Stevnan var sera væl fyriskipað og lagið var gott á luttakarunum.
Fyrireikararnir høvdu lænt ein skúla frá kommununi til endamálið, og ikki kann sigast annað enn at tiltakið hepnaðist sera væl.
Nógvir av sangarunum, sum komu langvegis frá búðu á skúlanum. Í kjallaranum høvdu fyrireikararnir gjørt eina kafé og har samlaðust øll til hugnaløtu um kvøldið.
So væl var fyriskipað, at tá tosið dagin eftir fall á hvørt kórstevnan skuldi fyriskipast aftur í ár, stóðu føroyingarnir í Odense ikki fyri freistingini og bjóðaðu seg fram sum fyrireikarar.
Og tað var ikki illa gjørt.
Øðrvísi enn í fjør
Tí verður kórstevna í Odense fríggjadagin 8. og leygardagin 9. mei í ár.
Men hon verður eitt sindur øðrvísið enn í fjør.
Í ár verður tað ikki ein føroysk kórstevna burturav, men heldurein útnorðurkórstevna, tí bæði íslendsk og grønlendsk kór hava teknað luttøku.
Og av somu orsøk skuldi verði góður møguleiki hjá føroyingum í Odense og har á leið at hoyrt góðan kórsang.
Higartil hava heili 14 kór teknað luttøku og tað eru eini 5 fleiri enn seinast.
Hetta ger samstundis, at tíðin hvørt kór fær til konsertina fríggjakvøldið verður avmarkað til einar 8 minuttir. Annars verður konsertin alt ov long.
Felagsvenjing
Vit hava fingið eitt prát við Høgna Iversen í Odense og hann sigur, at fyrireikingarnar ganga sera væl.
? Kórstevnan verður skipað, sum siður er í Føroyum. Vit byrjað tíðliga fríggjadagin, sum er Dýri biðidagur, við felagsvenjing og hildið verður fram til uml. klokkan 17.00.
? Klokkan 19, ella har á leið, verður so ein stór konsert, har hvørt kórið fer at framføra sína skrá. Henda konsertin skal helst ikki gerast ov drúgv, men av tí at heili 14 kór luttaka so kemur hon at vara uml. 2 tímar.
Hetta merkir, at tað verða 8 minuttir til hvørt kórið.
Høgni Iversen sigur, at skulu kórini hava ein líkinda møguleika at vísa tað tey kunnu, so skulu tey hava minst átta minuttir.
? Leygarmorgunin verður so hildið fram við felagsvenjingini, á sama hátt sum fríggjadagin.
Um kvøldið fer so felagskórið at hava eina konsert við tí tey hava vant.
? Og tað verður ikki eiti á kór, sigur Høgni Iversen.
? Har verða ikki færri enn 200 sangarar, so útlit eru til eina ordans konsert.
Etta Cameron stjórna rytmiska partinum
Men hvør skal so standa fyri venjingini av felagskórinum?
? Vit hava verið so heppin at fáa ein ordans »kapacitet« til hesa kórstevnuna, sigur Høgni.
? Vit royndu at fáa fatur á onkrum her á Fyn, at taka sær av rytmiska partinum, men tað lat seg ikki gera. Her var ongin sum kundi, ella vildi, átaka sær tað.
? Síðan vendi eg mær til konservatoriið í Keypmannahavn, fyri at spyrja um onkur var har, sum kundi hjálpa okkum.
? Ja, det må så være Etta Cameron, segði maðurin eg tosaði við, sigur Høgni.
Síðan hevur verið arbeitt við hesi ætlan. Eitt sindur trupult, tí fíggjarliga er tað sera krevjandi at fáa Ettu Cameron til Odense.
? Hon »kostar« 10.000 krónur um dagin, men av tí at tað, við kommununar hjálp, verður fyriskipað sum undirvísing, so fingu vit 50% í avlsáttri!
Men tað er ikki bara ein rytmisk skrá. Har er eisini ein traditionell skrá.
Og hesum partinum kemur Hans Iversen at taka sær av.
Hans er í løtuni í Noregi, men hann hevur játtað at koma til Odense at taka sær av tí traditionellu skránni hjá felagskórinum.
Og tað skuldi so sanniliga borgað fyri góðsku.
Skúlatænarin »føroyavinur«
Eins og í Århus í fjør, verður kórstevnan í Odense á einum skúla.
Av tí at próvtøkurnar eru farnar í gongd í framhaldsdeildunum, um tað mundi kórstevnan er, so royndu tey at finna ein hóskandi barnaskúla til endamálið; og tað gekk sum smurt.
Høgni Iversen greiðir frá:
? Vit hava býtt uppgávurnar soleiðis, at Ingilín Berg hevur tikið sær av tí praktiska, og hon hevur verið ein knassi.
? Hon ringdi til Søhus Skúlan, og tað var leyst og liðugt beinanvegin. Skúlatænarin vísti seg at hava sera stóran áhuga fyri Føroyum, og tí vildi hann fegin verða við.
? Og hetta er ein rimmar skúli, sigur Høgni.
? Har eru sera góðar umstøður, bæði til venjingar og til uppihald. Eisini ber til at gera mat á skúlanum, tí har er eisini ein góður køkur. Harumframt er ein ítróttarhøll knýtt at skúlanum, og hon er góð at hava til tílíkt endamál.
Søhus skúlin liggur í norðurpartinum av Odense, eitt sindur uttanfyri miðbýin.
Føroyingafelagið gjørt eitt stórt arbeiði
Tað var tað táverandi manskórið í Odense, sum átók sær at fyriskipa kórstevnuna í Odense.
Síðan tað, er manskórið broytt til eitt felags felagskór.
Tvær ferðir felags tí nú eru íslendingar og føroyingar saman um eitt blandað kór.
Tá manskórið var størst, sungu 17 mans við, men nú eru uml. 30 fólk, tá øll møta til venjing.
Men tað er ikki bara sangur tað heila, og tí skal eitt stórt fyrireikingararbeiði gerast til kórstevnuna, og her sigur Høgni at Føroyingafelagið hevur hjálpt ótrúliga væl til.
? Vit kundu ikki skipað fyri kórstevnuni uttan hjálp frá Føroyingafelagnum.
? Serliga hava Ingilín Berg og Hans Mikkelsen gjørt eitt stórt arbeiði. Men longu nú hava nógv fólk boðið sær at hjálpa tá tiltakið verður, so eg eri vísur í, at tað fer at ganga sera væl.
Sum sagt verður kórstevnan fríggjadagin 8. mei og leygardagin 9. mei. Tiltakið endar, sum verða man, við eini stórari veitslu leygarkvøldið, og man ikki verða, at sangurin í Odense, júst hetta kvøldið, fer at ganga serliga væl?
So er bert at vóna, at áhoyrarnir í Odense taka undir við hesum megnartiltaki.
Og grundarlagið skuldi verið stórt. Í Odense búgva ikki færri enn 340 føroyingar, líka nógvir íslendingar og enn fleiri grønlendingar.
Høgni Iversen sigur at enda, at hann vónar og roknar við, at nógvir áhoyrarar koma til konsertirnar.