Vit fara at stevna eftir hvørjum oyra, vit missa.
Boðini vóru ikki til at misskilja......
Uppundir arbeiðssteðgin, sum eini 20 fakfeløg lýstu fríggjadagin 9. januar, at mótmæla fíggjarpolitikkinum hjá Landsstýrinum, gjørdi formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Vilhelm M. Johannesen púra greitt, at arbeiðsgevarafelagið fór at stevna fakfeløgini eftir hvørjum oyra, sum teir mistu av einum ólógligum arbeiðssteðgi.
Ingeborg Vinther segði, at tað tók hon púra róligt.
Arbeiðsgevaarnir hava hótt við endurgjaldskravi hvørja ferð, men tað er ongantíð komið so langt.
Og hon var púra sannførd um, at tað fór heldur onki endurgjaldskrav at koma hesuferð.
Hava slept kravinum
Ingeborg Vinther fekk rætt.
Tí nú hava arbeiðsgevararnir slept ætlanini at leggja sendurgjaldskrav.
Spurningurin varð umrøddur á nevndarfundi í Arbeiðsgevarafelagnum mikudagin, og tá varð samtykt at sleppa ætlanini.
Jan Mortensen, skrivari í Arbeiðsgevarafelagnum, sigur, at orskin til, at endurgjaldskravið er slept, er ikki, at onki tap hevur verið.
Men tað skal prógvast 100%, at eitt tap stavar akkurát frá arbeiðssteðginum, og tað kann verða sera trupult, ikki minst av tí, at talan var bara um ein dag. Hevði arbeiðssteðgurin verið fleiri dagar, hevði støðan verið nógv øðrvísi, sigur hann.
Hann sigur, at teir høvdu sett sítt álit á, at fiskavirkini kundu skjalprógva eitt tap, men tað kundu tey ikki.
Arbeiðssteðgurin var fyrst í januar, táið fiskavirkini lógu still kortini. Veðrið hevði verið sera ólagaligt og bátarnir vóru júst farnir út aftur eftir jólini, og vóru ikki komnir inn aftur at avreiða. Og ongar avskipingar vóru til Skotlands tann fríggjadagin, tí ongin fráferð var úr Føroyum
So tað var onki virksemið á fiskavirkjunum kortini.
Arbeiðsgevarafeløgini spurdu seg síðani fyri hjá øðrum virkjum.
Men heldur ikki tey kundu ávísa eitt tap, sum tey kundu skjalprógva so væl at tað stavaði frá arbeiðssteðginum, at tað hevði hildið í rættinum
Og tí eru vit komin til tað niðurstøðu, at vit gera ikki meiri við málið hesuferð, sigur Jan Mortensen.
Heilt allergisk
Jan Mortensen heldur, at eitt vit kunnu læra av hesum, er, hvussu alneyðugt tað er at fáa okkurt slag av arbeiðsrætti í Føroyum.
Ikki minst um vit ætla okkum uppí oljuvinnuna, tí oljufeløgini eru heilt allergisk fyri slíkum.
Oljufeløgini krevja støðug, meiri støðug og enn meiri støðug viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum.
Tað, sum hendi 9. januar var sjálvtekt. Rætt og slætt. Og slík Wild - West framferð á arbeiðsmarknaðinum, smakkar oljufeløgunum øgiliga illa.
Hetta hendir ov ofta, og tað er heilt greitt, at oljufeløgini hava skrivað sær tann ólógliga arbeiðssteðgin aftanfyri oyrað.
Oljufeløgini eru bara so varin at blanda seg uppí innanlands viðurskifti, har tey eru, at sjálvi siga tey onki.
Men at tey onki siga, eigur ikki at fáa nakran at halda, at hetta er í lagi.
Øll kunnu siga sær sjálvum, at tað kostar oljufeløgunum ómetaligt, bara tað, at arbeiðið verður niðurlagt nakrar tímar.
Tí ræðast tey lond, har viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum eru so óskipað, at fakfeløg brádliga kunnu finna uppá at leggja arbeiðið niður, hvørja ferð onkur traðkar tey á tærnar, heldur enn at loysa ósemjurnar undir skipaðum viðurskiftum.
Jan Mortensen sigur, at tað, sum oljufeløgini hinvegin hava tikið sera væl upp, er, at vit hava fingið fýra ára sáttmálar á handverkaraøkinum, tí tað boðar frá støðugum viðurskiftum.
Mugu fáa arbeiðsrætt
Jan Mortensen sigur tí, at tað verður alneyðugt at skipa okkurt slag av arbeiðsrætti í Føroyum, sum skjótt kann døma í ósemjum á arbeiðsmarknaðinum.
Um tað so eitur arbeiðsrættur, ella okkurt annað, hevur minni at siga. Tað, sum hevur alt at siga, er, at tað verður ein stovnur, sum skjótt kann døma í ósemjum.
Jan Mortensen sigur, at hann tosar ikki um ein arbeiðsrætt, sum skal avgreiða allar ósemjur.
Gerðarrætturin skal framvegis verða at taka støðu til vanligar ósemjur um, har ið ivamál verða um, hvussu ymsir partar í sáttmálanum skulu tulkast. Men tað er eisini neyðugt við einum arbeiðsrætti, sum skjótt kann døma táið arbeiðssteðgir hótta.
Tað er hips um haps
Jan Mortensen sigur, at størsta atfinningin í Føroyum ímóti arbeiðsrætti, er, at tað eru arbeiðsgevararnir, sum fáa mestu nyttuna av einum arbeiðsrætti, og at dómarnir næstan altíð ganga fakfeløgunum ímóti.
Men hesum er onki hald í, sigur hann.
Av teimum 460, sum vórðu løgd fyri danska arbeiðsrættin í 1996, løgdu løntakarafeløgini tey 337 fyri rættin og arbeiðgevararnir bara 123 mál.
Hvør ið vinnur er hips um haps.
So tey, sum siga, at arbeiðsrætturin er ein arbeiðsgevararættur, eiga onki at hava tað í, sigur Jan Mortensen.