Tað er ikki so lætt at ferðast í landi okkara, tá sjónin bilar.
Og tað er synd at siga, at nøkur hjálp er at heinta nakrastaðni.
Ein »ljóskurv« er í miðbýnum, sum gevur ljóð frá sær. Tá sjónbrekaði skulu ganga yvir um vegin, er ljóðið øðrvísi, enn tá tey ikki skulu ganga.
Men tey sjónbrekaðu skulu eisini koma til hesa vælsignaðu »ljóskurv«.
Tað fáa tey hjálp til frá leiðbeinaranum á Blindastovninum.
Tað er tí harðliga tiltrongt, at onkur setur kikaran á umstøðurnar hjá teimum sjónbrekaðu í Føroyum
Hvussu kunnu broytingar gerast í verandi umhvørvi, so at tað verður lættari hjá teimum sjónbrekaðu at ferðast, og uttan at hesar broytingar kosta almikið av peningi.
Tað er tað, ein bólkur av lesandi instruktørum frá Blindainstituttinum arbeiðir við.
Tey gera eina høvuðsuppgávu við útgangsstøði í økinum á bryggjuni í Havn, við serligum atliti til ferjulegurnar og Farstøðina.
Men hvat er hetta fyri ein úbúgving, tey eru í holt við? Erik Østergaard, frá Institut for blinde og svagtseende, greiðir frá:
Instruktørútbúgving
? Tá hesi fólkini eru liðug, kunnu tey kallað seg ADL- og mobilityinstruktørar.
Hetta er ein yvirbygningsútbúgving, og fyri at koma inn, skulu tey lesandi hava eina aðra útbúgving antin sum lærarar, sosialpedagogar ella ergoterapeutar.
Instruktørútbúgvingin tekur 8 mánaðar og endar við, at tey lesandi gera eina høvuðsuppgávu, har tey, sum í hesum føri, taka útgangsstøði í einum veruligum trupulleika.
Uppgávan hjá hesum bólkinum gongur út uppá, at gera uppskot til broytingar í umhvørvinum, so at møguleikarnir hjá sjónbrekaðum at ferðast, gerast betri.
Erik Østergaard sigur, at Karin Kass, leiðari á Blindastovninum, hevur sagt teimum, at tað eru nógvar slíkar uppgávur at fara í holt við í Føroyum.Tá tey settu seg í samband við hana hesaferð, vísti hon teimum á økið við Farstøðina og SMS.
Men ein onnur orsøk til at tey valdu Føroyar er, at ein føroyskur næmingur gongur á skúlanum. Tað er Maria Svabo Hansen, úr Havn.
Broytingar hjálpa ikki bara sjónbrekaðum
At tað er tørvur á broytingum, hava umboðini frá Blindainstituttinum fingið staðfest.
So er bara spurningurin hvussu hesar broytingar skulu gerast og á hvønn hátt, eitt nú Blindastovnur Føroya fær ávirkan á hesar broytingar.
Og tað er ein annað endamál við hesi uppgávuni.
Tey, ið uppgávuna gera, hava havt samband við Tórshavnar Kommunu og SMS fyri at kunna tey um ætlanina við uppgávuni.
Bæði kommunan og leiðslan í SMS hava verið sera opin fyri samstarvi, tí tað er ríkiligt at tríva í.
Tað er staðfest at broytingar fyri blind eisini gagnað øðrum, eitt nú eldri fólki.
Verður til dømis ein ljósregulering, við ávaringarljóði sett upp, so fáa eisini onnur enn sjónbrekað gagn av hesum. Hygg bara í miðbýnum. Tey flestu okkara, sum fara um gonguteigin, lurta heldur eftir ljóðinum enn hyggja eftir »tí grøna manninum«. Vit hugsa bara ikki um tað.
Farstøðin
Tað tey lesandi hava lagt til merkis er, at á økinum kring Farstøðina eru ongar uppmerkingar.
Erik Østergaard sigur, at tað eru ikki so ógvusligar broytingar, sum skulu til, men tær hjálpa øllum.
Har eru ongar týðuligar avmerkingar, sum tú sum síggjandi kann halda teg til. Hvussu skulu tey sjónbrekaðu so hava tað, spyr hann.
? Tað, tey sjónbrekaðu hava brúk fyri eru kontrastir. Týðuligir kontrastir. Tá hava tey nakað at ganga eftir.
? Hetta letur seg gera við at mála strikurnar á vegin í kontrastlitum, ella sebrastípum, sum hann tekur til.
Ein annar møguleiki er, at leggja steinar niður í vegin, soleiðis at tey sjónbrekaðu hava okkurt at halda seg til, sum brýtur frá tí vanliga.
? Og hjá okkum er tað vanliga asfalt, sigur Karin Kass.
? Her er asfalt allastaðni, sigur hon.
Erik Østergaard rósar ljós- og ljóðreguleringini í miðbýnum. Hann heldur at tað er ein góð skipan, sum eisini kundi verið brúkt aðrastaðni í býnum.
Sum dømi nevnir hann útkoyringina frá parkeringsøkinum, við Farstøðina í Havn.
? Har kundi staðið ein ljóð- og ljósregulering, sum altíð lýsir grønt.. Skal onkur yvirum vegin, so skal trýstast á ein knøtt, fyri at fáa ljósið at skifta.
? Ein tílík skipan hevði ikki tarnað ferðsluni stórvegis, sigur hann.
Hann leggur stóran dent á, at tey ikki ynskja stórar broytingar, men arbeiða við teimum broytingarmøguleikum, sum eru í tí ávísa umhvørvinum.
? Verður ein ljóðskipan sett í eina ljósregulgering, sum er sett upp, so kostar tað nógvar pengar, men verður tað gjørt alt í einum, so kostar tað verri enn so líka nógv.
Marmortrappan í
SMS er ikki góð
Eitt annað stað, tey lesandi hava hugt eftir, er SMS.
Sum nevnt aðrastaðni, so hava sjónbrekaði brúk fyri kontrastum, og verður hugt eftir marmortrappuni í SMS, so er hon, um ikki kritahvít, so næstan.
Og hetta gevur teimum trupulleikar.
Ein møguleiki var, at havt aðrar litir í trappuni, sum gjørdu tað lættari hjá sjónbrekaðum at ganga í og um trappuna.
Ein annar trupulleiki við SMS eru klædnastativini. Tey standa mitt á gólvinum og geva øllum trupulleikar, bæði teimum sum síggja væl, og teimum sum síggja minni væl.
Hetta kann loysast á ein rímuliga einfaldan hátt, siga tey frá Blindainstituttinum.
Nakrir fastir reglar kunnu setast fyri, hvussu langt úti á gólvinum eitt klædnastativ kann standa. Verður so ein gonguteigur gjørdur í gólvinum, sum týðuliga broytir frá hinum flísunum, so verður munandi lættari hjá sjónbrekaðum at ferðast í handilsmiðdeplinum.
Tey lesandi hava tosað við leiðsluna um trupulleikarnar, og hon eru sinnað at hyggja eftir møguligum broytingum.
Ein annar og kanska størri trupulleiki er vegurin uttanfyri SMS.
Hann er snøgt sagt vandamikil at ferðast á.
Har er onki, sum gevur nakra ábending hvørki um fótgangarar ella um bilar.
Eisini her er ein møguleiki við einum »ljóðtorni«. Tað hevði lætt munandi um, og hevði bøtt væl um trygdina.
Karin Kass skundar sær at leggja afturat, at Blindafelagið, sum heldur til í Traðarbrekku, hevur Miklagarð, sum nærmasta handil.
Her skulu tey gera síni dagligu innkeyp, og fyri tey hevði tað bøtt ótrúliga nógv um trygdina, um ábøtur vórðu gjørdar.
Nummarskipanin
á Apotekinum
Tá tey nú vóru í økinum kring SMS, fóru tey inn á gólvið á Apotekinum.
Tað fyrsta tey løgdu merki til, var nummarskipanin. Hon er nóg ring at halda skil á fyri tey sum hava góða sjón.
Fyri sjónbrekaði er vónleyst.
Gamaní, tey finna fram til nummarrulluna, men hvat hjálpir tað, tá tey ikki síggja hvat nummar stendur á lepanum?
Henda trupulleika eru tey varug við á Apotekinum, og tey hava lagt upp til broytingar. Og so er væl hugsandi, at tey hugsa eitt sindur eykað um tey sjónbrekaðu, tá tey fara at fremja hesar broytingar.
Avstað aftur í morgin
Arbeiðið hjá teimum lesandi á Blindainstituttinum í Keypmannahavn er liðugt, og í morgin fara tey aftur til Danmarkar.
Uppgávan skal latast inn, innan alt ov langa tíð, og eftir tað fáa teir partar, sum hava verið við í málinum, uppgávuna framlagda frá Karin Kass, leiðbeinara á Blindastovnum.
So verður spennandi at síggja, um hugskotini tey lesandi koma við, í uppgávuni, verða brúkt í veruliga lívinum tá broytingarnar skulu gerast.










