Fyri stuttum legði KT-nevndin fram álit um kunningartøknina í skúlunum í framtíðini.
Í hesum áliti stóð millum annað, at miðast átti ímóti at í mesta lagi 5 næmingar vóru um hvørja telduna á hvørjum skúla.
Um hetta er nøktandi, ov nógv ella ov lítið, eru sjálvandi ymsar meiningar um, men tað er sjálvsagt, at jú størri skúlin er, jú fleiri teldur skulu til. So er spurningurin bara, um fíggjarliga orkan í kommununum loyvir keypi av teldum.
Tí eitt er at keypa teldur, men tær avoldast skjótt og skulu tí skiftast út við jøvnum millumbilum, og so gerst alt enn dýrari fyri kommunurnar.
Spurdu Statoil
um hjálp
Fyri eini tíð síðani fekk Statoil fyrispurning frá einum skúla, um teir vildu verða við til at fíggja keyp av eini teldu.
Hetta kundu teir ikki, men teir valdu hinvegin at kanna møguleikan fyri at útvega teldur frá Statoil úr hinum norðurlondunum.
Samstundis vendu teir sær til Landsskúlafyrisitingina, sum tá enn var til, og spurdu um teir kundu og vildu taka ímóti eini »teldugávu« frá Statoil.
Fyrisitingin játtaði, og so arbeiddi Statoil víðari við málinum.
Tøknin setir krøv
Tað vísti seg rættiliga skjótt, at Statoil úr hinum norðurlondunum fekk fatur á ikki færri enn 47 teldum.
Í Noregi eru arbeiðsuppgávurnar so krevjandi, at teir høvdu nýggjar teldur fyri neyðini. Og í staðin fyri at beina hesar teldurnar burtur, vórðu tær savnaðar inn og sendar til Føroya.
Hóast Statoil ikki kann gera nýtslu av teldunum, so er onki at ivast í, at skúlarnir kunnu fáa bæði gleði og gagn av teimum.
Tær flestu eru rættiliga nýggjar. Tær hava 486-prosessor og hava úr 12 upp í 32 Mb minni.
Onkrar einstakar 386 teldur eru ímillum, men eisini tær klára, um ikki allar, so tær allarflestu uppgávurnar sum skulu loysast í dag.
Og teldukunnleiki hevur stóran týdning í samfelagnum í dag.
Niels Juul Nattestad, stjóri á Statoil, greiddi frá hvørjar broytingar eru gjørdar í Statoil-konsernini, millum annað orsakað av tøkniligu framstigunum.
Hann segði, at í staðin fyri at hava eina marknaðardeild í hvørjum landi, so er alt miðsavnað á einum stað.
Og henda marknaðardeildin stendur so fyri allari marknaðarføring í eitt nú norðurlondum.
Eisini nevndi hann flutning sum eitt annað dømi. Flutningsdeildirnar eru í dag skipaðar á sama hátt sum marknaðardeildin; alt á einum stað.
Og fyri at kunna arbeiða á henda hátt er neyðugt, at ungdómurin fær kunnleika til teldur, tá hann byrjar í skúlanum.
Niels Juul Nattestad greiddi eisini frá, at allar teldurnar vóru eftirhugdar, áðrenn tær vóru latnar skúlunum.
Í Danmark varð syrgt fyri, at tær vóru í lagi, og eftir at tær komu til Føroya hevur teldufyritøkan Com-Data sett føroyskar stavir í skipaninar.
At enda handaði Niels Juul Nattestad skúlamyndugleikunum teldurnar við orðunum:
? Nú eru tær tykkara ogn.
Myndugleikarnir fegnast
Claus Reistrup frá undirvísingar- og mentamálastýrinum takkaði fyri henda dygga stuðulin.
Hann greiddi frá hvussu avgjørt var, hvør skuldi hava teldurnar.
Hann segði m. a., at hugt var eftir tørvinum á skúlanum og eisini eftir fíggjarorkuni hjá kommununi.
Tó segði hann, at Tekniski skúlin hevði fingið serliga góðar sømdir.
Teirra telduútbúnaður er ikki nóg góður, og tær telduskipanir, teir arbeiða við, seta stór krøv til teldurnar. Teir arbeiða nógv við CAD/CAM fyriskipanum og tað kunnu hesar teldurnar gera.
Tí hevði tekniski skúlin fingið 21 teldur.
Av øðrum skúlum, sum fingu teldur á hesum sinni, kunnu nevnast Maskinskúlin, sum fekk 4 teldur, Miðvágs skúli, sum fekk 6 teldur, og Vágs skúli, sum fekk 5 teldur.
Og tær koma sera væl við.
Hans Jørgensen frá Miðvágs Skúla segði við Sosialin, at teir hava 24 teldur til uml. 240 næmingar.
Nakrar av teimum eru gamlar og trongja til at verða skiftar út, so tí kom hetta sera væl við.










