Javnstøðiskórið rurað samgongulimir í blund

Vit mugu tíanverri ásanna, at higartil hevur løgtingið ikki viljað beint fyri tí mannamuni, sum verandi skattalóg ger móti familjum, har annar hjúnafelagin ynskir at arbeiða heima, men sleppur tað ikki av skattaávum, sigur Tordur Niclasen í viðmerkingunum til uppskotið sum var til 1. viðgerð í gjár

? Tað er ein sannroynd, at tað at liva í hjúnabandi nú í nógv ár hevur havt skattligar negativar avleiðingar við sær, ja beinleiðis hevur tað loyst seg skattliga ikki at giftast, men heldur at liva saman sum ógift.

? Miðflokkurin hevur áhaldandi víst á henda skeivleika og undirstrikað, at tað kann ikki vera rætt í einum skipaðum samfelag sum okkara, at lógin skal vera soleiðis háttað, at tað fíggjarliga skal vera ein fyrimunur at liva saman ógift, sigur Tordur Niclasen í viðmerkingunum til uppskot Miðfloksins um at bøta um skattligu viðurskiftini hjá hjúnum, sum nú er beint í fíggjarnevndina eftir 1. viðgerð.

Setningurin

ikki ítøkiligur

Tordur Niclasen vísir á, at fyri tveimum árum síðani samtykti tingið, at landsstýrið skuldi kanna avleiðingarnar av eini skipan, har hjúnafelagar við eini inntøku verða skattaðir hvør sær av helminginum av samlaðu inntøkuni hjá báðum hjúnafeløgunum, og samtykti landsstýrið at seta arbeiðsbólk at gera álit.

? Men setningurin, ið nevndin fekk, javnstøðisnevndin, var ikki tann ítøkiligi, ið løgtingið hevði samtykt, men heldur »at lýsa, hvussu hjúnabandsstøðan ikki skal hava skattliga ávirkan«.


Diskriminering

? Miðflokkurin veit ikki, hvør orsøkin er, at landsstýrið ikki hevur roynt at koma skattligu diskrimineringini hjá familjuni við einari inntøku til lívs - ella í hvussu so er at minka hesa, men vit síggja í nevnda áliti frá arbeiðsbólkinum, at tey ikki mæla til slíka skipan - og spkir her aftur fyribrigdi um javnstøðu, sigur Tordur Niclasen.

? Arbeiðsloysi í Føroyum er framvegis stórt, og fyri fleiri húski er galdandi, at bæði kona og maður hava gingið atbeiðsleys í so langa tíð, at tey antin eru ella verða koyrd úr Arbeiðsloysiskipanini, og er tí bráneyðugt at nakað verður gjørt fyri at fáa í minsta lagi annað teirra aftur í arbeiði.


Fleiri arbeiðspláss

? Við hesum uppskoti kunnu arbeiðspláss gevast leys, um onnur húski, har bæði kona og maður hava arbeiði, fáa eina motivering fyri, at annað teirra kann velja at gerast heimaarbeiðandi. Hetta kann serliga gera seg galdandi fyri tey, ið hava rímiliga inntøku í løtuni, men hóast tað ikki fáa endarnar at røkka saman við bert einari inntøku. Við skattabýtinum og t.d. spardu útreiðslunum til barnaansing verður møguligt hjá hesi familju at klára seg við bert tí einu inntøkuni.

Uppskotsstillarin metir, at landskassin í fyrstu syftu fær minni skattainntøkur av lógaruppskotinum, einar 10 mió. kr. Tá verður hugsað um, at samlaða skattskylduga inntøkan hjá tí, sum inntøkan verður flutt til, í mesta lagi svarar til 70% av hægstu veiting frá Arbeiðsloysisskipanini.

Tordur Niclasen vísir eisini í viðmerkingunum til samgonguskjalið, har tað stendur, at arbeitt verður fyri at fremja broytingar í skattalógini við atliti til, at hjúnafelagar í ávísan mun kunnu býta inntøkuna sundur sínámillum.