síðani sum venjari. Nú er tíð at steðga á og harvið at geva møguleikar fyri onkrum øðrum, sigur Eyðun Klakstein. Umframt at hava vant B36 tvey tey seinastu árini, so hevur Eyðun Klakstein verið venjari í ba [...] Nú er tað greitt, at B36 skal hava nýggjan venjara. Heimadysturin leygardagin ímóti TB verður síðsta ferðin, at Eyðun Klakstein fer at hava ábyrgdina av B36 liðnum: - Tað var síðsti august mánað, at eg [...] barndómsfelagnum KÍ. Har var hann í fleiri ár ungdómsvenjari og síðani venjari hjá besta liðnum.
Vandamikli framherjin hjá TB úr Hollandi, Albert Adu, var ikki við farna sunnudag, tá ið TB á heimavølli spældi javnt ímóti Skála í dysti, sum endaði 1-1. Tað var tó ein góð orsøk til hetta, tí at í síðstu [...] avgjørdu tó at senda hann beint á sjúkrahúsið eftir hesa hendingina, sigur Sigfríður Clementsen, venjari hjá TB. Sigfríður Clementsen væntar tó ikki, at nakað beinleiðis er galið við heilsuni hjá Albert Adu [...] hann brádliga small um, sigur venjarin hjá TB. At enda sigur Sigfríður Clementsen, at tað er ein møguleiki, at Albert Adu aftur verður at síggja á vøllinum, tá ið TB leygardagin spælir síðsta dystin í hesum
umfør vóru farin var TB tó í botninum, og so endaði samstarvið ímillum TB og Roelofsen. Avloysarin hjá Roberti Roelofsen bleiv Sigfríður Clementsen, sum ígjøgnum árini hevur verið venjari hjá toppliðum sum [...] TB byrjaði kappingarárið við hollendska Robert Roelofsen sum venjara, ið sera nasadjarvt segði, at málið hjá TB í hesum kappingarárinum var at enda ímillum fýra tey fremstu og sleppa út í Evropa at spæla [...] síðsta umfari leygardagin er TB 9 stig omanfyri niðurflytingarstrikuna. Sostatt spæla tvøramenn eisini í Effodeildini í 2017. Framtíðin hjá Sigfríði Clementsen sum venjara hjá TB er tó óviss. Hann veit ikki
verður torført hjá TB og Sigfríða S. Clementsen at vinna fulla úrtøku ídag. TB hevur ikki vunnið á B36 síðani í øðrum umfari í 1995 ella fyri meiri enn 21 árum síðani. 21. Mai í 1995 vann TB 3-2 á heimavølli [...] at hetta verður síðsti dysturin hjá TB við Sigfríða S. Clementsen við róðrið. Hjá B36 sigur Jákup á Borg farvæl sum spælari. Hann heldur næsta ár fram sum venjari. Tað er eisini greitt, at Hanus Thorleifsson [...] fleiri aðrir spælarar siga farvæl í dag. Eitt nú er tað ikki greitt, um Albert Adu fer at halda fram í TB, har hann er sera vandamikil álopsspælari. Í síðstu viku small hann um undir venjing, men hann er komin
annað enn fyrihalda meg til tann veruleika, at dysturin í dag verður tann síðsti hjá mær sum HB venjari, staðfestir Jan C. Dam. Tað er greitt, at HB liðið verður í øðrvísi útgávu í dag, enn tað hevur verið [...] halda fram í bestu deildini. Tað er møguleiki fyri at taka sjeynda plássið. Soleiðis verður tað, um TB einki vinnur í Gundadali ímóti B36, og um Skála vinnu fulla úrtøku ímóti HB. Skála venjarin Pauli Poulsen
hevur í seinnu hálvu verið venjari hjá TB, men hevur ikki longt samstarvið, hóast hann er høgt í metum í Trongisvági. Sigfríður S. Clementsen hevur eisini fyrr verið venjari hjá HB. Tað var í 2011 og 2012
partarnir ikki valdu at leingja um samstarvið. Síðani tá hevur Sigfríður verið venjari í fleiri ár hjá Víkingi, og í ár hevur hann vant TB síðani miðskeiðis í summar. HB hevur meldað út, at felagið ætlar at vinna
í 1994 hjá B36. Í 1996 og 1997 var hann venjari hjá GÍ. Í 2012 og 2013 var hann venjari hjá KÍ, síðani hjá TB fram til 2015 og í ár hevur hann verið venjari hjá B68. [...] kom til Føroya sum venjari í 1984, hjá Streymi. Frá 1985 til 1986 var hann hjá EB, og síðani í ÍF frá 1989 til 1991, tá hann gjørdist landsliðsvenjari. Í 1993 gjørdist hann venjari hjá EB/Streymi og í [...] tíðindaskrivi frá felagnum sigur Páll Guðlaugsson, at hann altíð hevur havt ein dreym um at vera venjari í Noregi, so hann gleðir seg nógv til uppgávuna. Hann hevur skrivað undir ein trý ára sáttmála við
framstig. Les um dystirnar, status í HSF og at venjari í bundesliguni var ovfarin av einstøkum føroyskum spælarum. - Eftir dystin móti Eysturríki bað venjari um telefonnummarið hjá onkrum av okkara spælarum [...] spælarum, sigur Andreas F. Hansen. Somuleiðis ber til at lesa um komandi samanleggingina millum TB, FC Suðuroy og Royn. Feløgini eru samd og nú eru bara smálutir eftir. Les eisini fimm apurningar til Marjuna
verður hann nýggjur venjari hjá TB/FC Suðuroy/Royn. Roger Franzen er 52 ára gamal og hevur royndir sum venjari í Allsvenskuni, sum er besta deildin í Svøríki. Hann hevur verið venjari hjá Sundsvall, Hammerby [...] sigur Poul Erik Smedemark, formaður í TB, við ÍtróttarSosialin, sum kom á gøturnar í gjár. Komandi kappingarár fara TB, FC Suðuroy og Royn at spæla sum felagsliðið TB/FC Suðuroy/Royn.