TB byrjaði kappingarárið við hollendska Robert Roelofsen sum venjara, ið sera nasadjarvt segði, at málið hjá TB í hesum kappingarárinum var at enda ímillum fýra tey fremstu og sleppa út í Evropa at spæla. Tá ið 11 umfør vóru farin var TB tó í botninum, og so endaði samstarvið ímillum TB og Roelofsen.
Avloysarin hjá Roberti Roelofsen bleiv Sigfríður Clementsen, sum ígjøgnum árini hevur verið venjari hjá toppliðum sum B36 og Víkingi. Sigfríður Clementsen segði beinanvegin, at málið var at sleppa undan niðurflyting. Hetta eydnaðist so væl og virðiliga, tí at undan 27. og síðsta umfari leygardagin er TB 9 stig omanfyri niðurflytingarstrikuna. Sostatt spæla tvøramenn eisini í Effodeildini í 2017.
Framtíðin hjá Sigfríði Clementsen sum venjara hjá TB er tó óviss. Hann veit ikki, um hann heldur fram ella ikki.
- Tíðin má vísa, um eg haldi fram sum venjari hjá TB. Onki er avgjørt enn. Vit hava prátað saman, men eg taki ikki endaliga støðu fyrr enn einaferð seinni, sigur Sigfríður Clementsen.
Tískil er møguligt, at Sigfríður Clementsen stendur á odda fyri TB á seinasta sinni hesaferð leygardagin, tá ið tvøramenn enda kappingarárið við torførum útidysti ímóti B36.