Adu small um til venjing

Støðan tyktist tó ikki at vera heilt álvarslig, sigur venjarin hjá TB

Vandamikli framherjin hjá TB úr Hollandi, Albert Adu, var ikki við farna sunnudag, tá ið TB á heimavølli spældi javnt ímóti Skála í dysti, sum endaði 1-1. Tað var tó ein góð orsøk til hetta, tí at í síðstu viku small Albert Adu brádliga um, tá ið besta liðið hjá TB vandi.

 

- Adu fekk eitt dánilsi og small um, meðan vit vandu. Hann hevði tó puls alla tíðina. Tað var ikki verri enn so, at hann var uttan vit í eini 10 sekund, síðani var hann í ørviti í eini 15, og so var alt í lagi aftur. Vit avgjørdu tó at senda hann beint á sjúkrahúsið eftir hesa hendingina, sigur Sigfríður Clementsen, venjari hjá TB.

 

Sigfríður Clementsen væntar tó ikki, at nakað beinleiðis er galið við heilsuni hjá Albert Adu.

 

- Allar royndir, sum heilsuverkið hevur gjørt við Adu vísa, at alt er í lagi hjá honum. Tað hevur kanska verið trot á vætu ella okkurt líknandi, ið gjørdi, at hann brádliga small um, sigur venjarin hjá TB.

 

At enda sigur Sigfríður Clementsen, at tað er ein møguleiki, at Albert Adu aftur verður at síggja á vøllinum, tá ið TB leygardagin spælir síðsta dystin í hesum kappingarárinum á útivølli ímóti B36.

 

- Adu skal til eina síðstu kanning í Havn í morgin. Um tann kanningin sigur, at alt er í lagi hjá honum, so spælir hann við leygardagin, sigur Sigfríður Clementsen.

 

Hin 28 ára gamli Albert Adu kom til TB undan kappingarársbyrjan í fjør. Kviki niðurlendingurin hevur roynst sera væl sum framherji hjá tvøramonnum, tí at í 48 dystum í Effodeildini seinastu tvey kappingarárini hevur hann skorað heili 23 mál.