Nýggja felagsliðið í suðri hevur í dag vitjan av svenska venjaranum Roger Franzen. Gongur alt eftir ætlan, so verður hann nýggjur venjari hjá TB/FC Suðuroy/Royn.
Roger Franzen er 52 ára gamal og hevur royndir sum venjari í Allsvenskuni, sum er besta deildin í Svøríki. Hann hevur verið venjari hjá Sundsvall, Hammerby IF og Huddinge. Vónin er, at hann skrivar undir í dag.
- Vit eru sjálvandi bangin um, at hann heldur at umstøðurnar eru ov smáar ella okkurt líknandi, sigur Poul Erik Smedemark, formaður í TB, við ÍtróttarSosialin, sum kom á gøturnar í gjár.
Komandi kappingarár fara TB, FC Suðuroy og Royn at spæla sum felagsliðið TB/FC Suðuroy/Royn.










