HB venjarin settur í kvøld

Nógv bendir á, at HB í kvøld setur Sigfríð S. Clementsen sum venjara. HB hevur limafund og keldur hjá Miðlahúsinum siga, at tað verður Sigfríður S. Clementsen, ið skal venja HB.

 

Hann hevur í seinnu hálvu verið venjari hjá TB, men hevur ikki longt samstarvið, hóast hann er høgt í metum í Trongisvági. Sigfríður S. Clementsen hevur eisini fyrr verið venjari hjá HB. Tað var í 2011 og 2012, men fekk ikki sáttmálan longdan. HB koyrdi fyri kortum Jan C. Dam, sum bleiv settur fyri júst farna kappingarár.

 

Sum skilst, so eru fleiri spælarar eisini klárir at halda fram í HB. Eitt nú liðskiparin Jóhan Troest Davidsen, sum NSÍ hevur havt gott eyga á leingi.

 

HB hevur í kvøld limafund. Væntandi verður eisini kunngjørt hvør skal sita í bólkinum, sum skal reka Effo-liðið hjá HB komandi tíðina. HB endaði í ár nummar fimm í landskappingini.