Páll Guðlaugsson í nýtt starv

Fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin Páll H. Guðlaugsson hevur fingið nýtt starv.

 

Hann skal venja Alvdal IL í 4. deild í Noregi.

 

Í tíðindaskrivi frá felagnum sigur Páll Guðlaugsson, at hann altíð hevur havt ein dreym um at vera venjari í Noregi, so hann gleðir seg nógv til uppgávuna.

 

Hann hevur skrivað undir ein trý ára sáttmála við norska felagið, sum flutti niður í 4. deild farna kappingarár. Talan er ikki um fulltíðarstarv og Páll Guðlaugsson skal arbeiða við síðunar av venjarayrkinum.

 

Páll Guðlaugsson kom til Føroya sum venjari í 1984, hjá Streymi. Frá 1985 til 1986 var hann hjá EB, og síðani í ÍF frá 1989 til 1991, tá hann gjørdist landsliðsvenjari. Í 1993 gjørdist hann venjari hjá EB/Streymi og í 1994 hjá B36. Í 1996 og 1997 var hann venjari hjá GÍ. Í 2012 og 2013 var hann venjari hjá KÍ, síðani hjá TB fram til 2015 og í ár hevur hann verið venjari hjá B68.