Skelkandi endin á Svangaskarði

ÍtóttarSosialurin: Nú fortelur Bill M. Jacobsen um hendingina og U21

Í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar saman við Sosialinum í dag, er samrøða við fyrrverandi U21 landsliðsvenjaran, Bill M. Jacobsen.

 

Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER

 

Tað skuldi verða ein hátíðarløta, tá hann fyri seinastu ferð stóð á odda fyri U21 landsliðnum í dysti móti Eysturríki, men í løtuni eftir seinasta bríksl fór alt í svart. Nú fortelur Bill um hendingina á Svangaskarði, tíðina við U21 landsliðnum, vónbrotið um ikki at sleppa at halda fram, um dreymastarvið og hví hann heldur, at Lars Olsen onkuntíð fær ov nógv rós.

 

Les eisini samrøðu við Romica Øster, sum um aldarskiftið flutti til Føroyar at spæla flogbólt. Les um uppvøksturin í Rumenia og hvussu tað var, at koma hendanvegin.

 

Les eisini alt um HM-undankappingina hjá kvinnunum í hondbólti. Hóast úrslitini ikki vóru tey bestu, so er talan um framstig. Les um dystirnar, status í HSF og at venjari í bundesliguni var ovfarin av einstøkum føroyskum spælarum.

 

- Eftir dystin móti Eysturríki bað venjari um telefonnummarið hjá onkrum av okkara spælarum, sigur Andreas F. Hansen.

 

Somuleiðis ber til at lesa um komandi samanleggingina millum TB, FC Suðuroy og Royn. Feløgini eru samd og nú eru bara smálutir eftir.

 

Les eisini fimm apurningar til Marjuna F. Danberg, ummæli av El Clasico og klumma í blaðnum í dag.