Nógvir takka fyri seg í Gundadali

Tað eru 21 ár síðani, at TB síðst vann fulla úrtøku ímóti B36

 

Tað verður stóri farvæl dagurin í Gundadali ídag. B36 venjarin Eyðun Klakstein gevst, og tað liggur í kortunum, at hetta verður síðsti dysturin hjá TB við Sigfríða S. Clementsen við róðrið.

Hjá B36 sigur Jákup á Borg farvæl sum spælari. Hann heldur næsta ár fram sum venjari. Tað er eisini greitt, at Hanus Thorleifsson spælir fyri síðstu ferð – í hesum umfarinum í hvussu so er. Møguleiki er fyri, at fleiri aðrir spælarar siga farvæl í dag. Eitt nú er tað ikki greitt, um Albert Adu fer at halda fram í TB, har hann er sera vandamikil álopsspælari. Í síðstu viku small hann um undir venjing, men hann er komin seg heilt, og tað kann vera, at hann verður á vøllinum ídag.

 

 

Tølini siga, at tað verður torført hjá TB og Sigfríða S. Clementsen at vinna fulla úrtøku ídag. TB hevur ikki vunnið á B36 síðani í øðrum umfari í 1995 ella fyri meiri enn 21 árum síðani. 21. Mai í 1995 vann TB 3-2 á heimavølli imóti B36. Málskjúttar hjá heimaliðnum vóru sambært faroesoccer Jón Tórður Holm og Bogi Johannesen (2), og hjá B36 vóru teir Jákup Mørk og Gunnar Nielsen.

Síðani tá hava liðini spælt 21 ferðir. B36 hevur vunnið fjúrtan ferðir, og sjey ferðir er tað endað við javnleiki. Málmunurin er 47-12.

 

 

Hjá B36 eru Høgni Eysturoy, Alex Mellemgaard og Andrias H. Eriksen so illa skaðadarvaðir, at teir eru ikki førir fyri at spæla. Hanus Thorleifsson er tøkur aftur eftir at hava verið skaddur.

 

 

Hjá TB er Jákup Pauli Breckmann leikbannaður, og tað er ivasamt, um Albert Adu verður førur fyri at spæla.