millum flotbrúgvarnar og út á fjørðin. Líkt er til, at hetta lívið dámar tí unga Gunnari sera væl. Og hetta hevur abbin eisini langt síðani lagt merki til. Tann eldri situr frammi í skutinum og eygleiðir [...] aftrat Gunnar hevur so líðandi lært seg, at harúti við Heimarugjógv er altíð okkurt at fáa. Í dag verður Reyði helst einsamallur herúti, tí eingin annar bátur er at síggja. Sjóvarfallið hevur ikki so stóran [...] - Eg havi altíð havt góðan hug til sjógvin, sigur 15 ára gamli Gunnar. Týsdagin vóru hann og abbin og riggaðu til at fara á flot í góðveðrinum. Báturin er úr glasfipri og kom fyri umleið 35 árum síðani
Defence Studies í London, hevur í einum uppriti, sum hann í trúnaði hevur skrivað til føroyska landsstýrið, mett um møguleikarnar hjá Føroyum í verjusamanhangi. Hetta uppritið hevur aðalskrivarin í NATO p [...] gera av, um tað ynskir hetta ella ikki. - Løgtingið hevur fleiri ferðir seinastu 30 árini samtykt, at Føroyar skulu vera uttan fyri NATO. Men hendan avgerð er aldri tikin til eftirtektar, ger løgmaður greitt [...] parlamentinum lisið og viðmælt. Sosialurin hevur fingið hendur á hesum skjali. Michael Clarke heldur, at júst Partnership for Peace passar sera væl til føroyska tørvin, tí í felagsskapinum eru ymsir møguleikar
Ein minutt ella so. Rakar hann minni væl, so hevur hann kanska bara sprongt vilini, og so ganga kanska fimtan minuttir. Ella tjúgu. Men hann situr í jeppinum, og koyrir aftan á lambinum, til tað ikki longur [...] partur av okkara mentan, ella eitt týdningarmikið ískoyti til frystiboksina. Vit hava fingið proteinini, vit høvdu brúk fyri, uttan at eta sildreka hesi árini, hann ikki hevur verið til sølu í Føroyum. Eg veit [...] Tú keypir tvey turr tjógv frá einum bónda. Gott kjøt. Góður føroyskur matur. Men nakrar vikur seinni fær tú at vita, at bóndin hevur ein ótespiligan máta at drepa seyð. Í staðin fyri at skjóta hann við
baldrut, og tú sært einki annað enn tað opna hav í fleiri vikur. Tá kann tað verða ógvuliga einsligt, og tú hugsar viðhvørt, hvat ið tú gert her. Men hinvegin er tað eitt ótrúligt frælsi, og tú setur sjálvur [...] og enn hevur Little Swan ikki verið aftur í Sidney, men tað verður hann væntandi komandi ár, sigur Toni Strub. Sjálvur hevur Toni nakrar ferðir verið heima aftur, men tá hevur hann flogið til Avstralia [...] leiðin til Grønlands, síðani til New Foundland og Canada, og síðani longur suður til USA og seinni Karibia. Toni Strub sigur seg vænta, at hann fer at sigla í Karibia komandi ár, og tá ið hann hevur sæð tann
sólarringin, skalt tú velja tann partin av landinum. Ella vilt tú kava í sjónum við nøkrum av heimsins vakrastu korallum, er hetta økið kring Svartahavið eisini staðið. Men so upplivir tú ikki upprunaligu [...] unnlinum. Jú, lat okkum fara til Egyptalands, hoyrir hon knappliga seg sjálva siga. Ups – hvat var hatta? Men sagt er sagt, og børnini skera í fagnaðarróp: »Vit skulu til Egyptalands«. Hendingin í Hva [...] andliga og læknaliga. Hetta ger eisini, at ferðin til Egyptalands verður rópt ein mentanarferð, har tú í fyrsta lagi fert fyri at uppliva og læra – og so kanst tú taka tær av løttum aftaná. Ikki tí. Egyptar
Gfestival.com verður presenterað sum vaksanmannapoppur. Hon hevur seinastu árini sligið navnið hjá sær fast við melidiøsum løgum, ið tó altíð hava lyndi til at yvirraska meg. Tá tónleikurin hjá Guðrið, serliga [...] hjá Guðrið er droymandi, flótandi og samstundi krevjandi á tann hátt, at hann krevur, at tú kennir, og at tú hugsar. Guðrið tekur við øðrum orðum áhoyraran út á langar eksursiónir, sum to altíð lata hann [...] fløgan, The Sky is opening, verður spæld, kenni eg tað ofta, sum um eg ikki rættiliga kann seta hana ella tónleikin hjá henni í nakran ávísan bás, - og tað tulki eg sum ein kvalitet. Stemningurin í tónleikinum
koyra undir Vestmannasund. Frammanfyri mær er ein eldri kvinna, sum antin hevur júst hevur fingið koyrikoyrt, ella er ein sum hevur sett sær fyri at koyra so spakuliga, at ein konstantur streymur av yvirhálandi [...] haldi tað eitur soleiðis, eri ikki staðkendur, so haldi mær til góðar. Nú hevur tað verið so flott seinastu árini, at eitt ordiligt skip hevur siglt um sundið, men áðrenn, við opna Sam, tað var ikki bara [...] væl til í húsarhaldinum, hvør spardur túrur, og hetta hóast ein er fulltíðar kommunulækni og fulltíðar tingmaður og hevur eina inntøku langt omanfyri 100.000 krónur um mánaðin. Mange bække små, ella alt
verður framleitt til blaðið. Í gjøgnum hetta blað kundi eg fylgja við, hvat nýtt kom út við Hank Williams. Og so var at fáa fatur á LP’ini úr Onglandi ella USA. Og so at fortelja Karl Andre, hvat nýtt var komið [...] planlagt dagin, eitt nú hvat vit skuldu fara til, var farið avstað við einum minibussi inn á “Torvet” í miðbýnum í Silkeborg. Festivalurin skuldi byrja og undirhald var frá kl.12.30 til 15.30. Síðan fór alt [...] at siga í skrúðgongu í bilum og til gongu út á festivaløkið “Indelukket”, sum liggur tætt við. Vit fóru í góðari tíð inn til miðbýin. Har vóru teir í ferð við at rigga til á einum lítlum palli. Borð og stólar
hoyrir, sum tú so kanst nýta til tað, sum tú hevur hug til. Til ber at fara út á alnetið, har tú so kanst leita fram upplýsingar, downloada ymiskt áhugavert, spæla, chatta og annað. Eisini ber til at spæla [...] eisini høvi til at fara út á internet-café. Hvat er so ein internet-café, ella skuldi ein kanska sagt alneta-matstova? Tað tíma vit ikki, men líkamikið, so er ein internet-café eitt stað, har tú afturfyri [...] tey flestu nýta hesar caféir til gamans, heldur enn til álvara. Í grannalondum okkara er talið av hesum teldustøðum vaksið við miklari ferð seinastu árini, og líkt er til, at hetta eisini verður gongdin
streym Tommy veit ikki so nógv um økið og landið enn. Hann hevur tó lisið sær til nakað. T.d. eru tøknilig hjálpartól til taks, so sum møguleikar fyri telduposti. Tó er el-orka ikki gerandiskostur á bygd í Nepal [...] við fólk har. Allar hesar royndir koma mær til góðar og eg eg havi roynt ymsar greinir av umsiting. Eg havi lært at improvisera, og tað trúgvi eg kann koma mær til góðar seinni, sigur Tommy. Ongan streym [...] hava tey onkutíð søkt, tá okkurt starv hevur verið leyst í onkrum fjarskotnum landi. Hesaferð eydnaðist og Tommy skal starvast sum eitt slag av umboðsmanni í býnum, ella bygdini, Surkhet, og myndugleikarnar