Á countryferð í Danmark

Í august mánaði spældi Hallur Joensen á contryfestival í Silkeborg. Oddbjørn Vágslíð var við á ferðini og hevur skrivað ferðafrásøgn.

Tað stóð mær í boði at koma við Halli Joensen, nú hann fyri fyrstu ferð skuldi royna seg á einum Country Music Festival palli uttanlands, saman við country tónleikarum úr Danmark, Noregi, Svøríki, Týsklandi, Onglandi og USA. Festivalurin skuldi haldast í “Indelukket” í Silkeborg, Danmark. Hallur skuldi á pall sunnudagin tann 14-8-2011, frá kl.13.30 til 14.30.

Satt at siga, var eg eitt sindur ivasamur, um eg skuldi fara hesa søguligu ferð. Eg eri nú komin í pensiónsaldur, og heilsan er farin at bila. Eg visti ikki, hvussu eg kom at passa saman við hesum ungu tónleikaramonnum og -kvinnum, sum vóru í ferðalagnum. Men tá ið eg fekk at vita, at Jógvan Joensen, svigarpápi Hallur, eisini kom við, tók eg av.

Ein onnur orsøk, sum gjørdi tað, at eg tók av hesum tilboði, var at vísa Halli, og ikki minst pápa hansara Karl Andre Joensen, sum er farin foldum frá, tann heiður at verða hjástaddur til hesa stóru løtu, tá ið Hallur fyri fyrstu ferð skuldi royna seg á einum Country festivali uttanlands.

Pápi Hallur, Karl Andre, var hýruvognsførari í Klaksvík. Vit høvdu somu áhugamál fyri countrytónleiki, og okkara felags countrystjørna var Hank Williams Sr. Av tí at eg ongantíð havi havt koyrikort, nýtti eg nógv hýruvogn. Og Karl Andre visti, hvat kassettuband við Hank Williams, hann skuldi seta í, tá ið Oddbjørn kom inn í hýrivognin.

Útboðið av Hank Williams LP-plátum var ikki stórt í plátuhandlunum í Føroyun. Tó kom nakað av Hank Williams LP-plátum heim við fiskimonnum úr Canada og New Foundlandi, og blivu tær nógv spældar. Hetta vóru alt studioupptøkur av Hank.


Á ferð til London

Á páskum í 1978 gjørdu eg og Jóanes Jacobsen úr Uppsølum í Klaksvík ein søguligan countrytúr til Wembley Arena í London. Har var ein innandura countryfestivalur hildin í tríggjar dagar. Mervyn Conn skipaði fyri hesum tiltaki á hvørjum ári. Á hesum festivali vóru 35 av tátíðar stóru countrystjørnum sum framførdu. Nevnast kunnu Don Williams, Merle Haggard, Kenny Rogers, Marty Robbins og aðrir. Rundan um konsertsalin, sum tók umleið12.000 fólk, vóru sølubúðir, sum seldu mat, cowboy útbúnað og LP-plátur. o.a. Og her fekk eg hendur á fleiri Hank Williams plátum, sum eg ikki hevði hoyrt fyrr.

Men tað besta av øllum var, at eg kom at kenna enska countryblaðið “Country Music People”. Og havi eg verið haldari av hesum blað líka síðani. Og standa allir árgangirnir í reyðum ringbindi, sum verður framleitt til blaðið. Í gjøgnum hetta blað kundi eg fylgja við, hvat nýtt kom út við Hank Williams. Og so var at fáa fatur á LP’ini úr Onglandi ella USA. Og so at fortelja Karl Andre, hvat nýtt var komið í húsið. Og so at seta seg at kopiera hesa sangir, yvir á kasettubond til Karl Andre. Hallur sigur, at hann minnist eina ferð, at pápi sín kom inn í køkin hjá teimum. Í hondini hevði hann eitt kassettuband við Hank Williams, sum hann kysti og segði: “Nú skulu tit hoyra”.

Og Hallur man hava lurta væl eftir. Tí nógvir av yndissangum við Hank, sum Karl Andre helt av, syngur Hallur fyri okkum í dag, til gleði fyri seg sjálvan, og ta stóru fjøld av áhoyrarum, hann hevur rundan um seg.


Hósdagur 11. august

Eg fekk at vita frá Halli, at eg bleiv avheintaður hósdagin kl.12.30, og at vit fóru vestur á flogvøllin við reyða ferðabussinum hjá honum, við hvítum cowboyhatti á síðuhurðunum.So har var eingin ivi, har vit komu, at her komu tónleikarar, sum høvdu við countrytónleik at gera.

Við í ferðalagnum úr Klaksvík vóru countrykongurin Hallur Joensen, kona hansara Annika, svigarpápin Jógvan Joensen, guitarleikarin Jóan Petur Hansen, vanliga nevndur “Beddi”, kona hansara Sigrid, trummuleikarin Høgni Klakkstein, Karl Sofus í Heimistovu, sum er ein av Føroya bestu dokumentar fotografum. Hann skuldi royna at fáa hesa søguligu ferð festa á film og fløgu. Og so Oddbjørn, sum bara skuldi fylgja við og njóta túrin.

Komnir á flogvøllin, hittust vit við restina av ferðalagnum, sum komu úr Tórshavn. Steelguitarleikarin Jákup Zachariassen, bassguitarleikarin Eyðun Johannesen og songkvinnan Kristina Bærendsen, sum syngur kór saman við Halli. Keyboardspælarin Godtfred Joensen var staddur í Danmark saman við konuni, og skuldi koma til konsertina sunnudagin.

Manager (fyriskiparin) hjá Halli, Allan Samuelsen, var saman við unnustuni Annie Joensen farin til Silkeborg frammanundan.

Eftir eina seinking uppá ein hálvan tíma, var hildið avstað. Og komu vit til Billund í øllum góðum. Har stóð ein stórur bussur og tók ímóti okkum og tónleikaraviðførinum. Vit skuldu gista á Scandic Hotel í Silkeborg, og var hetta eitt frálíkt hotell við innandura svimjihyli, billardborði, og ikki minst fótbóltsspæliborði, sum bleiv nógv brúkt.

Tá ið vit skuldu kekka inn, stóð ein plattur við tí nýggju fløguni hjá Halli “Enn stendur hurð mín opin” frammanfyri reseptiónsdiskin. Hallur tók eina eskju upp og gav okkum øllum eitt eintak av fløguni. Og var hann sjálvandi sera spentur at síggja, hvussu tað endaliga úrslitið kom at síggja út.

Eftir at vit høvdu kekka inn og funnið okkara kømur, skuldi tann nýggja fløgan hjá Halli roynast á fartelduni hjá Karl Sofus, sum eg hevði kamar saman við. Eg legði meg á seingina við bóklinginum, sum fylgdi við fløguni. Og bleiv eg stórliga bilsin og ikki sørt stoltur av, at vit kundu framleiða og tónleikaliga frambera tílíkt dygdarverk. Ein føroyskt framleidd countryfløga. Her eigur Jákup Zachariassen, saman við yrkjarum, lagsmiðum, tónleikarum, ljóðblandarum og ikki minst Hallur stóra tøkk fyri valaverk.

Avtalan var, at vit skuldu hittast á matstovuni seinni. Vit vóru komin í seinna lagi, og var matstovan við at steingja. Men við vælvild frá kokki og servitrisu, fingu vit ein góðan bita og fóru troytt til songar. Avtalað var, at vit skuldu hittast kl. 9.00 til morgunmat dagin eftir, og planleggja dagin.



Fríggjadagur 12. august

Eftir at hava fingið okkum morgunmat og planlagt dagin, eitt nú hvat vit skuldu fara til, var farið avstað við einum minibussi inn á “Torvet” í miðbýnum í Silkeborg. Festivalurin skuldi byrja og undirhald var frá kl.12.30 til 15.30. Síðan fór alt fylgið so at siga í skrúðgongu í bilum og til gongu út á festivaløkið “Indelukket”, sum liggur tætt við.

Vit fóru í góðari tíð inn til miðbýin. Har vóru teir í ferð við at rigga til á einum lítlum palli. Borð og stólar vóru á økinum, so vit tóku nakrar stólar og settu okkum niður við einari øl.

Kvinnurnar hvurvu inn í handlar, at hyggja uppá útboðið, og hvat kundi keypast

heim við. Eg hevði, áðrenn eg fór úr Føroyum, hugt eftir veðurlíkindunum í sjónvarpinum. Har var spátt regn allar dagarnar, so eg hevði tikið mær oljuklæðir við í viðføri. Nú sótu vit í miðbýnum í Silkeborg í brennandi sólskini. Karl Sofus hevði sikkurt hugt eftir somu veður spámonnunum. Tí hann hevði ongar sólbrillur við. So hann fór at keypa sær einar sólbrillur. Og tað fekk hann eisini. Eftir at hava verið í samskifti við ein sølusnilling kom hann út aftur við sólbrillum í besta “Bono” stíli, og sum kostaðu ein hálvan bóndagarð.

Eingin av okkum høvdu fyrr verið á hesum festivali. So vit vistu ikki, hvussu hetta fór at ganga fyri seg. Men vit komu skjótt at merkja, at hetta var nakað serligt. Tí skjótt tusti inn á økið við kvinnum og monnum í 30 til 70 ára aldur, íklødd fullan cowboybúna.

Eftir at hava verið við til setan og hoyrt uppá countrytónleik eina løtu, komu Allan Samuelsen og unnustan Annie upp í hópin. Hann hevði roynt hetta nakrar ferðir áður, so hann greiddi frá, hvussu leikur fór fram. Svongd var komin á okkum. Og við tað at “Jensens Bøfhus” lá beint yvir av, hildu vit yvir at biðja um borð. Men av tí at bíðitíðin var ein til tveir tímar, var avgjørt at fara aftur til Scandic Hotel at fáa okkum ein bita og hvíld, áðrenn farið var út á sjálvt festivaløkið.

Vit høvdu sett okkum fyri at lurta eftir Texasbúgvanum úr USA, Dickie Lee Erwin og føroyinginum Stanley Samuelsen, sum framførdu í tí, tey kalla “Tuborgteltinum” frá kl.16.00 til kl.17.00. Eftir at hava leigað okkum ein minibuss, hildu vit avstað. Men sum Columbus á sinni, so endaðu vit á skeivum stað. Tá ið vit vóru sett av, vóru vit á økinum, sum kallast “Udelukket”, har bert húsvognar í alskyns útgávum, sum vóru komnir til countryfestivalin, høvdu sín basa. Hetta økið lá nakað burtur frá “Indelukket”, har sum festivalurin liggur. Onkur helt fyri, at festivalurin lá aftanfyri skógarøkið, sum lá aftanfyri

húsvognaøkið. Til alla lukku spurdu vit okkum fyri, og fingu at vita at vit vóru komin til skeivt øki.

Vit fingu at vita, at bussruta var hvønn tíma inn á festivaløkið. Men hetta høvdu vit ikki stundir til. Og so at fáa fatur á einum minibussvogni at koyra okkum aftur inn til “Indelukket”. Hetta var ikki lætt, og bíðitíðin bleiv tí long.

Tá ið vit blivu sett av við “Indelukket”, kendi eg meg aftur. Mín fyrrverandi kona hevði sum ung í 1964 gingið á Silkeborg Húsarhaldsskúla. Hon hevði valt hetta stað, tí hon hevði eina ommusystur, sum búði tætt við “Indelukket”. Seinni vóru vit fleiri ferðir í Silkeborg í sambandi við summarferiu, og høvdu spákað fram við “Gudenåen” ella “Silkeborgsjógvarnar”, sum hon eisini verður nevnd. Nú gekk eg á sama stað, í heilt øðrum ørindum, tí nú skuldu vit á countryfestival.

Vit koma so til “Tuborgteltið”. Av tí at vit vóru seinkað, fingu vit bara um endan av framførsluni hjá Dickie Lee og Stanley, sum settu festivalin í gongd úti á økinum. Og sigast má um Dickie Lee, at hann hoyrist, tá ið hann syngur. Og ein skilur, hvat hann syngur um og verður ikki køvdur av instrumentum. Teltið var fult av fólki, og fólk sóu út til at hugna sær almikið. Í teltinum vóru borð við benkrum sett upp, so tú kundi sita og lurta eftir framførsluni. Frammanfyri pallin var eitt dansigólv, sum fyri tað mesta bleiv nýtt til “Linedance” framførslur og upplæring í “Linedance”. Eftir hesa framførslu, fóru nakrir “Linedansarar” út á gólvið at vísa síni kynstur.

Vit fóru so at ota okkum oman til tann stóra pallin. Á vegnum liggja ymiskar sølubúðir, har tú kundi keypa tær mat, cowboy útbúnað, fløgur og LP-plátur. Sama konsept, sum Mervyn Conn setti upp í 1968, tá ið fyrsti Wembley Arena Country festivalurin, sum bleiv hildin í London, og sum nú er ein stórur partur, sum vesturheimurin hevur tikið til sín. Ja, sjálvt Nashville hevði ongan festival tá. Teir fingu sín Fan Fair í 1972.

Alt fylgið var komið oman til teltið, har armbond skuldu festast á okkara handlið, so vit kundu sleppa inn til stóra pallin og framførsluøkið. Har stóð ein long rekkja av skandinavum og týskarum, sum skuldu býta síni atgongumerkir um við armbond. Hallur fór yvir og tosaði við ein av fyrireikarunum og vísti honum eitt skriv. Vit blivu so førd ígjøgnum, uttan armbond, frammanfyri einari undrandi mannamúgvu. Gud viti, hvørji tey hildu hesi fólkini verða, sum bara kundu spáka ígjøgnum uttan armband, og so ikki stilla seg upp í rekkjuna.

Har sum stóri pallur er, hava teir ruddað eitt náttúrulendi av trævøkstrinum burtur, og hava gjørt træbenkur til at sita á inn í lendi. Og við breiðum gongutrappum ímillum benkurnar, so man situr líka sum í einum Amfiteatri, sum grikkar høvdu. Man hevur gott útsýnið yvir pallin, og økið frammanfyri hevur dansigólv at dansa á, ímeðan framførslurnar eru.

Tá ið vit komu oman til økið, var tað ein danskur bólkur, sum eitur “Mr. Jack and the Daniels”, ið byrjaði á stóra palli. Vit fingu okkum pláss, ímeðan Hallur fór saman við tónleikarunum aftur um pallin at fáa armbond fest á handliðini. Karl Sofus og eg blivu sitandi eftir. Tá ið Hallur kom aftur, fingu vit at vita, at neyðugt var við armbandi til okkum báðar. Vit skuldu hava armbond, har “pressa” stóð á. Og tað skuldi Allan Samuelsen skaffa okkum. Vit vóru nú komnir inn við ongum armbandi. So nú var at halda seg innanfyri, til vit fingu samband við Allan.

Vit sótu og hugnaðu okkum, og hugdu at allari hesari mannarúgvuni av kvinnum og monnum. Øll ílatin cowboybúna. Ein partur gekk við troyggjum, sum vístu frá hvørjum linedance klubba, tey komu frá. Eisini vóru bólkar av kvinnum og monnum, øll líka ílatin, sum eisini hava hoyrt til ein klubba. Hesir linedansarar framførdu dúgliga framman fyri pallin. Vit keyptu eina øl ella cola fyri at køla okkum av í hitanun. Karl Sofus royndi at fáa myndir av hesum ymisku íkløddu fólkunum í filkassan. Har gingu kvinnur við cowboyhatti, leðurjakka við frynsum og strømmum cowboybuksum. Onkur av teimun var so djørv, at hon hevði patrónbelti saman við einum Colt 45 revolvara við lið. Hetta helt eg verða eitt sindur yvirdrivið.

Og mennirnir, teir gingu eisini í fullum “outfit”. Ein partur gekk við longum regnfrakka. Høvdu eisini sheriff-stjørnu á bringuni og belti við einum Colt 45 revolvara og patrónum við leysum krúti. Hesi uml. 20-30 fólkini fóru niðan í bakkan rundan um økið. Og hvørja ferð ein framførsla skuldi setast í gongd, soo skutu tey alt í gongd við leysaskoti upp í loft, so krútroykur stóð um alt økið.

Tú sá eisini fólk, sum gingu ílatin sum yvirklassafólk í “The Wild West”. Har vóru borgmeistarar við frú. Bankdirektørar við frú. Hetta var stuttligt at síggja. Men virkaði eitt sindur yvirdrivið. Orsøkina skal ein finna í teimum mongu linedance klubbunum, sum eru í Norðurlondum, har hesin kulturur verður nógv dyrkaður.

Eg saknaði ektaðar indianarar í fullari krígsmáling. Og indianarahøvdingar við fullum fjøðurprýði á høvdinum. Og har var eingin suðurstats- ella norðurstatssoldatur ella generalur, sum gekk ímillum fólkið og vísti okkum ein part av søguni hjá USA. Á Wembley í 1978 hevði Mervyn Conn syrgt fyri, at nøkur av hesum fólkum gingu á festivaløkinum, so at tú kundi fáa tikið mynd av tær saman við einum ektaðum indianarahøvdingi ella einum generali frá borgarakrígnum.

Stóra navnið á festivalinum var Lorrie Morgan. Hon var komin úr USA við sínum sjey mans stóra tónleikabólki og skuldi enda kvøldið. Hon er ikki so kend her heima hjá okkum, men nógv var væntað av henni hjá tí donsku áhoyrarafjøldini.

Lorrie Morgan er ikki hvør sum helst í country høpi. Hon er dóttir George Morgan, sum lá nr.1 í Nashville við sangi sínum “Candy Kisses” í 1949, til Hank Williams trokaði hann av trónini við sanginum “Lovesick Blues”.

Hon er fødd 27. juni 1960. So hon var 51 ár, nú hon framførdi á palli. Hennara stílur er tann sami, sum man hoyrir úr Nashville í dag. Nógvir tónleikarar, og ein reikan aftur og fram á palli. Hon heldur sær væl. Hevur átt 2 børn. Hevur verið í trimum hjúnaløgum, har tann eini countrysangarin, Keith Whitley doyði tann 9. maj 1989 av alkoholeitran.

Vit gjørdu av at sleppa okkum avstað, áðrenn konsertin við Lorrie Morgan endaði. Tí nú kom eitt lítið æl, og tað var blivið myrkt. Vit fingu fatur á einum hýrivogni, sum koyrdi okkum aftur á Hotel Scandic. Eg var nú sera troyttur, eftir at hava sitið í uml. 5 tímar á einum træbeinki. So eg slapp mær til songar. Makkarin Karl Sofus, hann setti seg at fáa yvirført tað, sum var komið í filmkassan um dagin, inn á fartelduna.



(geri myndatekstir, tá uppsetingin er gjørd)