Á ferð inn í gamlar søgur

Mumiur og pyramidur. Sól, sandur og litfagrir bazarar. Vanlukkuligt fátækradømi og ørandi ríkidømi. Landið við Nilá er ein ævintýraheimur fyri bæði børn og vaksin.

– Mamma, kunnu vit ikki fara til Egyptalands?
Børnini sita á baksetrinum við stóru klaffabókini um Egyptaland. Tey eru í pyramidualdrinum. Alt snýr seg um mumiur og kongsgravir og hieroglyffur og Tut-Ankh-Amon. Og hvussu finnur mann inni í einari pyramidu, og hví balsameraðu egyptarar eisini kettur? Spurningarnir flúgva runt í bilinum, og læraramamman svarar sum fræg¬ast, meðan hon roynir at halda seg mitt á vegnum. Her mitt inni í Hvalbiar¬tunnlinum.
Jú, lat okkum fara til Egyptalands, hoyrir hon knappliga seg sjálva siga. Ups – hvat var hatta?
Men sagt er sagt, og børnini skera í fagnaðarróp: »Vit skulu til Egyptalands«.
Hendingin í Hvalbiartunnlinum var fyri meiri enn tveimum árum síðani. Og lítla barnafamiljan fór at spara saman til eina uppliving, av teimum stóru. Tí tað er ongantíð bíligt at ferðast úr Føroyum, og slett ikki langt út í heim.
Og bøkur vórðu lisnar. Og søgur vórðu sagdar. Og filmir vórðu vístir. Og nógv at minnast: Koppsetinger, magafyrireiking, tryggingar, sólkrem og klæðir, sum ikki øsa arabisku mannfólkini! Alt, sum vit kundu skava saman um gamla land Fárao varð tugt og tanlað, so vit kundu vera væl fyrireikað til túrin. Tí tað er onki stuttligt at standa framman fyri einum risastórum templi við relieffum og standmyndum, uttan at vita eitt sindur til evnið frammanundan.

Sól og mentan
Egyptiska sivilisatiónin er fleiri túsund ára gomul, og sermerkt fyri hana er, at hon longu í fyrndini var so serstakliga framkomin, bæði vísindaliga, tøkniliga, listarliga, andliga og læknaliga. Hetta ger eisini, at ferðin til Egyptalands verður rópt ein mentanarferð, har tú í fyrsta lagi fert fyri at uppliva og læra – og so kanst tú taka tær av løttum aftaná.
Ikki tí. Egyptar hava sanniliga eisini sól- og baðiferðamál. Til dømis í rættiliga nýggja feriuparadísinum Sharm el Sheik, sum fleiri sammeta við eina plastútgávu av Disneylandi ella okkurt líknandi. Vilt tú hava sól, strond, coctails og poptónleik allan sólarringin, skalt tú velja tann partin av landinum. Ella vilt tú kava í sjónum við nøkrum av heimsins vakrastu korallum, er hetta økið kring Svartahavið eisini staðið. Men so upplivir tú ikki upprunaligu mentanini úr gamla Egyptalandi, sum milliónatals ferðafólk úr øllum heiminum leita sær til á hvørjum ári.

Aladdin millum jól og pyramidur
Vit valdu eina 15 daga Kefren-rundferð frá donsku ferðastovuni Atlantis Rejser. Fyrra vikan var eitt sonevnt Nilcruise, har vit sigldu niðan eftir Nilá í einum cruiseskipi við fýra dekkum, harav ovasta dekkið var sóldekk við svimjihyli og liggistólum. Á ferðini løgdu vit at í ymsum býum, har eitthvørt áhugavert var at síggja. Vit høvdu longu heimanífrá teknað okkum til allar útferðirnar, har ein sera dugnaligur og vælútbúgvin danskur ferðaleiðari vísti runt. Eitt nú løgdu vit at í fyrrverandi Theben, sum í dag eitur Luxor, har vit vitjaðu Konganna Dal og Karnaktemplið og annað har íkring. Vit vóru við segl¬báti, á kamelbaki og í hestavogni. Í Sahara oyðimørkini, hjá teppiseljaranum Aladdin, á krokodillufarmi og í papyrus¬húsi. Eisini komu vit heilt suður móti markinum til Sudan, har Aswanbyrgingin hevur tamt risastóru ánna, sum í øldir hevur verið lívsæðrin í landinum, bæði sum vatnkelda hjá landbúnaðinum og sum flutningsvegur.
Seinnu vikuna býttu vit sundur, so vit fingu tríggjar dagar í Keiro, har vit vitjaðu egyptiska fornminnissavnið, Museum of Egypt, við øllum dýrgripunum frá fornari tíð. Eisini løgdu vit leiðina framvið Giza-slættanum, har pyramidurnar og sfinxurin lokkaðu. Her var tað serliga spennandi hjá børnunum at sleppa inn í tað allar heilagasta í heimsins størstu pyramidu, Keops. Meðan børnini lupu upp gjøgnum trappurnar fór pápin krúpandi aftaná – ikki er lætt at vera 186 cm høgur og krúpa í 1 metra hædd teir 70 metrarnar eftir smølum trappum í myrkri, nógvum hita og við lítlari luft. Gott, at mamman bíðaði uttanfyri.
Síðstu fýra dagarnar var sólferia á einum góðum hotelli í Luxor, har allar tær mongu spennandi upplivingarnar sluppu at festa seg. Egyptaland er kolandi heitt á sumri, í miðal eini 40 stig. Desember er næstkaldastur við 25 stigum í miðal – perfekt!
Jólaaftan var millum hesar seinastu fýra dagarnar, og tað var bara hugna¬ligt at halda bretsk jól á einum fínum hotelli saman við fólki úr øllum heiminum. Av tí, at bestu hotellini eru ætlað vesturlendingum, vóru tey vakurt pyntað á jólum. Annars var ongin jólahýrur í muslimska landinum, har rópt verður til bøn í moskuni klokkan onki hvønn morgun. Eisini tað var sera áhugavert og øðrvísi enn kirkjuklokkurnar sunnumorgun her hjá okkum.

Barnakongur í glasmontru
Men sum sagt, var tað mest spennandi við ferðini til Egyptalands at síggja kendu støðini, sum fornfrøðingar hava funnið, grivið út og varðveitt. Í Konganna Dali á vestara áarbakka, sum er heim teirra deyðu, tí har fer sólin í kav, fóru vit inn í nakrar av teimum 63 kongsgravunum, sum fornfrøðingar hava funnið higartil. Hendan sjón var so bergtakandi, at eg næstan misti ondina.
Millum ár 1539 f.kr. til 1075 f.kr. var dalurin brúktur til kongskirkjugarð. Her hava arbeiðsfólk grivið djúpar, symmetriskir tunnlar og trappur langt, langt inn í fjallið. Einir fimm metrar til loftið og kanska fýra metrar í breidd og tíggjutals, ella meiri enn hundrað metrar, inn á botn. Veggir og loft prýdd og litløgd við framúrskarandi list, myndum og hieroglyffum, sum greiða frá lívinum hjá tí deyða og ferð hansarar gjøgnum undirverðina. Allan vegin framvið vegginum og í skotum, líka inn á botn, stóðu dýrgripir, brúkslutir, amboð, matur, vápn, akfør og enntá bátar, sum tann deyði skuldi hava við á ferðini. Inni á botni stóð so sarkofakið, sum er ein risastór líkkista úr granitti við einum tungum granitloki á. Har lá mumian av deyða konginum. Tess eldri kongurin gjørdist, tess djúpari var grøvin, tí gravararnir gróvu og prýddu grøvina alt lívið hjá konginum. Í dag eru ongir dýrgripir í grøvunum, tí tjóvar rændu alt longu í miðøldini. Bert í grøvini hjá 22 ára gamla dreingjakonginum Tut-Ankh-Amon var framvegis ein hópur av dýrgripum, tá komið var fram á hana í 1922. Hesir lutir verða nú sýndir fram í stóra fornaminnisavninum í Keiro. Savnið er rættiliga fallið í órøkt, men farið er undir at byggja eitt nýtt savn í nánd av slættanum, har pyramidurnar og sfinxurin eru. So tað einasta sum liggur eftir í grøvini hjá dreingjakonginum er hansara balsameraða lík. Svartur og uppturkaður, ikki størri enn eitt 10 ára gamalt, liggur hann og hvílir í einari glasmontru, har ferðafólk kunnu síggja hann.

Inferno í Cairo
Í øldir hevur Nilá breyðføtt fólkið í Egyptalandi, sum til tíðir hevur kunna heystað upp í tríggjar ferðir árliga. So tað er ikki matur, sum trýtur. Men kortini er aldargamla ríkidømið og stórbæra søgan ein rámandi andsøgn til Egyptaland í dag, har fátækradømi, mutur og einaræði ræður, og har stórur partur av fólkinum ikki dugur at lesa og skriva. Hóast partar av fólkinum eru múgvandi, livir meginparturin í djúpari armóð, sum eisini hevur við sær, at islamistiskar rørslur fáa alt fleiri viðhaldsfólk.
Milliónabýurin Cairo, sum fyrr í seinastu øld var ein hámentaður og verðsligur stórbýur, tá róptur París í Miðeyðstri, kann best lýsast sum eitt satt inferno, har nútíð og fortíð bresta saman til eina kakafoni av floytandi bilum, djórum, skirvisligum vognum, modernaðum mappumonnum, biddandi kryplingum, biðjandi muslimum, vápnaðum vaktum, smølum bazarum, har alt fæst til keyps, ruskdungum og fremmandum royki. Ikki ein býur, har tú orkar at vera leingi sum ferðafólk, tí alt er snøgt sagt ein stórur ruðuleiki. Men púra trygt, tí kriminalitetur er so at siga ikki í Egyptalandi, har ferðavinnan er ein hin størsta vinnan. Alt samalt ómetaliga spennandi og læruríkt fyri børn sum vaksin. Fremmandakent og eksotiskt.
Av tí, at Egypaland er eitt menningar¬land, mást tú sum ferðandi vera fyri¬reikað upp á, at talan er um eitt til¬afturskomið land, har tingini ikki altíð rigga. Ferðabøkurnar ávara eisini móti longum bíðirøðum og leysum lívi. Kortini upplivdu vit ikki nógv av hesum. Kanska tí vit valdu at ferðast á 1. klassa allan vegin, har tú fært nógv meira komfort, betri tænastu og reinføri, fyri fáar hundrað krónur eyka.
So samstundis sum, at vit upplivdu ræðandi fátækradømi, upplivdu vit eisini ørandi luksus, serliga á hotellinum í Cairo. Marglæti so vilt, sum vit als ikki kenna tað her í norðurlondum. Men hesir mótsetningar vóru eisini hugvekjandi, og vit fingu nøkur góð prát um vælferðina her hjá okkum: Her fá hava nógv, og fles hava nokk, í mun til støðuna í menningarlondum, har fá hava alt og flest hava onki.
Samanumtikið ein ógloymandi upp¬living fyri familjuna Dam/Dalsgarð, mamma og pápi og tvey børn, 9 og 11 ár, jól í Egyptalandi 2009.
Next stop New York!



EGYPTALAND:

Høvuðsstaður: Cairo
Mál: Arabiskt
Átrúnaður: 90% muslimar og 10% kristin
Stødd: 1.001.450 km2 harav 0,6 prosent vatn.
Fólkatal: 80.300.000
Gjaldoyra: 1,00 egyptisk pund er uml. 0,95 d.dk.
Veðurlag: Heitt og turt. Regnar ongantíð. Kalt um náttina.
Politiskt: Hosni Mubarak er forsætisráðharri. Landið varð lýst í undantaksstøðu í 1981 og er hetta framvegis galdandi. Lýðveldi.



__________________________________
Tekstur: Rigmor Dam
Myndir: Arnbjørn Ó. Dalsgarð