Á ferð kring knøttin í 9 ár

Fyri níggju árum síðani stevndi 51 fót stóri seglbáturin, Little Swan, úr heimbýnum Sidney í Avstralia, og ætlanin var at sigla kring allan knøttin í fimm ár. Nú eru níggju ár farin aftur um bak, og Little Swan liggur í Vágsbotni, og enn er nakað eftir, áðrenn ferðin kring knøttin er liðug.

Skipari og eigari av snotuliga seglbátinum er Toni Strub. Vit hittu hann umborð á Little Swan ein fyrrapart í vikuni, har hann greiddi frá síni ferð og upplivingum.

Konan fekk húsini og eg fekk bátin
Toni Strub greiðir frá, at fyri tíggju árum síðani fóru hann og konan hvør til sítt. Tey býttu ognirnar sínamillum, og konan fekk húsini, meðan Toni fekk bátin, sum eisini var kærasta ognin hjá honum.
Um hetta mundi fekk Toni tilboð frá arbeiðsgevara sínum, eini evnafrøðisverksmiðju í Sidney, um at hann kundi fara frá fyri aldur eitt sindur fyrr enn ætlað. Toni tók av tilboðnum, og tá ið hann hevði umhugsað, hvat ið hann skuldi fara at gera, gjørdi hann av at fara á eina ferð við bátinum hjá sær kring allan knøttin.
Sum áðurnevnt helt Toni út á hav í 1996, og undan fráferðini metti hann, at ferðin fór at taka eini fimm ár. Nú eru níggju ár farin, og enn hevur Little Swan ikki verið aftur í Sidney, men tað verður hann væntandi komandi ár, sigur Toni Strub.
Sjálvur hevur Toni nakrar ferðir verið heima aftur, men tá hevur hann flogið til Avstralia, og báturin hevur ligið eftir í eini ella aðrari havn.

Leiðin gongur vestureftir
Á ferð síni hesi seinastu níggju árini hevur Toni Strub havt ymsar manningar við umborð. Í løtuni eru fýra ungfólk afturat honum umborð á Little Swan. Hendan morgunin vit vitja umborð, hitta vit tveir ungar mans. Annar er Ben, sum kemur úr Onglandi, og hin er danin Lars, ið er ættaður úr Aalestrup í Miðjútlandi.
Tað er ikki so langt síðani, at Toni var heima í Avstralia. Báturin hevur ligið í Danmark í vetur, og av tí at veðrið her á okkara leiðum ikki loyvir sigling við seglbáti alt vetrarhálvárið, hevur Little Swan ligið í Egå beint uttan fyri Århus, meðan Toni hevur verið heima í Avstralia.
Men 31 mai legði Little Swan frá bryggju í Egå, og tá gekk leiðin móti Noreg. Har hevur báturin siglt í skergarðinum í nakrar vikur, og vitjað hevur verið í eitt nú Kristiansand og Stavanger. Úr Noreg var kós sett móti Føroyum, men veðurlíkindini vóru ikki av teimum bestu, og tí steðgaði Little Swan eisini eina nátt í Hetlandi, áðrenn seinasta strekkið til Føroya var lagt aftur um bak.
Mikudagin legði báturin at bryggju í Vágsbotni, og ætlanin er at steðga í nakrar dagar, áðrenn leiðin gongur vestureftir við kós móti Íslandi. Úr Íslandi gongur leiðin til Grønlands, síðani til New Foundland og Canada, og síðani longur suður til USA og seinni Karibia.
Toni Strub sigur seg vænta, at hann fer at sigla í Karibia komandi ár, og tá ið hann hevur sæð tann partin av heiminum, fer Little Swan aftur at seta kós móti Sidney eftir tíggju ár á sjónum.

Ikki so romantiskt sum fólk halda
Spurdur hvat tað er við lívinum á sjónum og umborð á einum seglbáti, ið er so dragandi, sigur Toni Strub:
- Tað er ilt at siga. Tað er í hvussu so er ikki so romantiskt, sum nógv fólk halda. Mangan er tað rættuliga baldrut, og tú sært einki annað enn tað opna hav í fleiri vikur. Tá kann tað verða ógvuliga einsligt, og tú hugsar viðhvørt, hvat ið tú gert her. Men hinvegin er tað eitt ótrúligt frælsi, og tú setur sjálvur dagsskránna, og tú er fríur fyri alt tað "ræsið" í gerandisdegnum, sigur avstralski skiparin.
Men hvussu verður so, tá ið Little Swan aftur kemur í havn í Sidney, og Toni Strub hevur verið heima í nakrar mánaðar. Fer skiparin ikki tá aftur at kenna longsul út á hav?
- Eg veit ikki. Nú havi eg verið burtur ógvuliga leingi, og tað er eisini ein spurningur um pengar. Eg trúgvi ikki, at tað verður so nógv eftir á kistubotninum, tá ið eg komi heim aftur, men útlongsulin verður ivaleyst har, sigur Toni Strub.

Øll kunnu koma við Little Swan
Sum áðurnevnt eru tað skiftandi manningar umborð á Little Swan. Tað ber eisini til hjá føroyingum, ið hava áhuga við at fara ein túr við snotuliga seglbátinum at søkja um pláss á ferðini víðari.
Tað er greitt, at Little Swan fer at mangla manning, tá ið komið verður til Grønlands, og eisini á ferðini í Canada og USA. Á heimasíðuni hjá bátinum, www.adventure-yachting.com, ber til at lesa um ferðina hjá Little Swan kring knøttin, og har ber eisini til at frætta nærri um, hvussu ein kann gerast partur av manningini umborð á 51 fót stóra seglbátinum.