Á café fyri at spæla telduspøl

Um innihaldið í Yngd hesu ferð

Her er Yngd so aftur, og í dag fara vit at hyggja eitt sindur eftir, hvussu tað heila gekk fyri seg, tá Yngd fyri stuttum var niðri í Internet-caféini, Orbit.

Orbit var fyrsta Internet-caféin í landinum, tá dyrnar vórðu lætnar upp hin 17. mars í ár. Síðani eru líknandi caféir opnaðar í bæði Fuglafirði og Runavík, og væntandi verður tað ikki leingi, so hava klaksvíkingar eisini høvi til at fara út á internet-café.

Hvat er so ein internet-café, ella skuldi ein kanska sagt alneta-matstova? Tað tíma vit ikki, men líkamikið, so er ein internet-café eitt stað, har tú afturfyri eina ávísa samsýning fær avmarkaða tíð frammanfyri ein telduskýggja, við øllum sum hartil hoyrir, sum tú so kanst nýta til tað, sum tú hevur hug til.

Til ber at fara út á alnetið, har tú so kanst leita fram upplýsingar, downloada ymiskt áhugavert, spæla, chatta og annað. Eisini ber til at spæla okkurt telduspæl, antin fyri teg sjálvan, ella á einum lokalum netverki, har tú roynir teg móti øðrum í sama høli. Fyri teir seriøsu teldubrúkararnar er eisini møguleiki at skriva stílar og annað keðiligt, men eg loyvi mær at halda, at tey flestu nýta hesar caféir til gamans, heldur enn til álvara.

Í grannalondum okkara er talið av hesum teldustøðum vaksið við miklari ferð seinastu árini, og líkt er til, at hetta eisini verður gongdin her hjá okkum. Í hvussu so er, er líkt til, at vit innan stutta tíð hava 4 ístaðin fyri onga, so her er sanniliga okkurt at gleðast um hjá teimum, sum siga at tey ikki vita, hvar tey skulu fara um kvøldarnar.


Vit hava tó ikki bara teldur í blaðnum í dag. Aftur hesu ferðina hava onkrir lesarar skrivað okkum nøkur orð, og sjálvandi verða hesi prentað, umframt at 3-arin letur fløgu til ein hepnan lesara, hvørja ferð eitt lesarainnlegg er í blaðnum. Vit skulu tó minna tykkum á, at fyri at kunna senda eina fløgu, eru vit noydd at vita navn og bústað tykkara.

Tað hendir nevnliga fleiri ferðir, at vit ikki fáa sent nakran vinning, tí vit ikki vita, hvar viðkomandi persónur býr.


Eisini hava vit hitt ein ungan Klaksvíking, sum seinasta árið hevur havt úr at gera við at geva út fløgur. Nú veit eg ikki, um 3 fløgur innan 1 ár heimsmet, men í øllum førum fær hesin klaksvíkingur innivist í Guinnes, hóast hann ikki verður beinleiðis nevndur. Skalt tú hava alla søguna er bara at blaða víðari.


At enda hava vit sum vanligt eisini fløguummæli og tónleikatindar, soleiðis at tey tónleikaáhugaðu eisini fáa sítt.