Á dreymaferð við Guðrið

Guðrið Hansdóttir fór á pall tíðliga leygarkvøldið. Frammanundan konsertini hevði hon kunngjørt, at hon ætlaði at spæla nýggj løg, og at hon gleddi seg til tað. Tað gjørdu hennara mongu fjepparar heilt sikkurt eisini.

Guðrið Hansdóttir, ið er fødd í 1980, er ein av teim best umtóktu tónleikarunum innan sína genru, ið á Gfestival.com verður presenterað sum vaksanmannapoppur. Hon hevur seinastu árini sligið navnið hjá sær fast við melidiøsum løgum, ið tó altíð hava lyndi til at yvirraska meg.

Tá tónleikurin hjá Guðrið, serliga seinasta fløgan, The Sky is opening, verður spæld, kenni eg tað ofta, sum um eg ikki rættiliga kann seta hana ella tónleikin hjá henni í nakran ávísan bás, - og tað tulki eg sum ein kvalitet. Stemningurin í tónleikinum hjá Guðrið er droymandi, flótandi og samstundi krevjandi á tann hátt, at hann krevur, at tú kennir, og at tú hugsar. Guðrið tekur við øðrum orðum áhoyraran út á langar eksursiónir, sum to altíð lata hann venda aftur, trygt og gott, har hann hoyrir heima.


Á dreymaferð við Gurðið

- Tað, ið tiltalar meg mest við Guðrið, er helst tað, at hon ongantíð ger ov nógv av, men harafturímóti heldur seg, og harvið lurtaran, á einum tryggum grundarlagi. Hetta skal tó ikki skal misskiljast sum um, at tað er keðiligt. Tvørturímóti skal hetta síggjast sum, at tað kenst sum eitt tekin um, at hon hvílir í tí hon ger, at hon veit hvat hon ger, at hon meistrar tað, hon ger. Av somu orsøk kenni eg sum áhoyrari eisini, at eg kann slappa av, og at eg kann njóta tónleikin hjá henni. Bara lata meg føra og forføra í ringa verðrinum í Syðrugøtu. Tí tað er tað, Guðrið ger, eisini á sínum liveframførslum.

Við sínum eyðkendu búnum og reyða hári, við sínum gittara og sínum løgum, megnar hon at halda áhoyraranum føstum og føra hann frá byrjan til enda ígjøgnum eitt melodiøst univers, har tað er lovyt at droyma.

Á G! skuffaði Guðrið heldur ikki. Framførslan var góð og gevandi, og tað sýntist sum um áhoyrararnir høvdu eitt gott upplivilsi saman við Guðrið hetta leygarkvøldið á G!, ið tíverri alt kvøldið leið undir eini ljóðgóðsku, ið sum skilst ikki kundi verið øðrvísi, orsaka av ringa veðrinum og teim umkalfatringum, ið tí vóru neyðugar.