roknar við at fáa hana. Hann vísir til andan í stýrisskipanarlógini. Kann vera at løgmaður hevur grein í sínum máli, men tá má hann eisini sjálvur síggja til at liva upp til andan í hesi lóg, tvs. at taka [...] fara í onnur lond at vitja ella halda summarfrí! Teir verða frákoyrdir. Spurningurin um eina misálitisváttan á løgmann hevur verið frammi áður. Tað hevur ljóðað, at onkur hevur umhugsað eina slíka, nú meðan [...] leggur mál fram. Tú kanst ikki sum løgmaður fyrst krevja av eini andstøðu, at hon skal liva upp til demokratiska og sakliga andan í eina stýrisskipanarlóg ð, og samtíðis seta somu andstøðu til viks, tá henda
fólk. Spurningurin er tó, hvat hetta hjálpir - um tað kanska ikki tvørturímóti forðar fyri eini nóg skjótari politiskari loysn! ER tað so, at løgmaður hevur lagt seg út í, hvat tingið ger við eina slíka [...] á Føroya Løgtingi hevur avgjørt ikki at taka av eini innbjóðing at vitja tað bretska parlamentið. TAÐ var annars fyri nøkrum mánaðum síðani, at ein innbjóðing kom úr Bretlandi til løgtingið at vitja Whitehall [...] sigur tingformaðurin J. I. Olsen, at nú tá løgmaður, sum eisini hevur fingið eina líknandi innbjóðing, ikki hevur ynskt at taka av henni - orsakað av marknatrætuni - so heldur løgtingið tað vera skeivt at
sigur landsstýrismaðurin, men tað átti at borið til við samráðingum at funnið eina ella aðra loysn. Landsstýrismaðurin hevur rætt og slætt ikki loyvi til at kappa høvdið av einum heilum árgangi av okkara [...] ein vilji til ikki at skula missa andlit, sum er orsøk til, at landsstýrismaðurin ikki vil boyggja seg. GEVST við hasum harra landsstýrismaður og lat næmingarnar sleppa aftur í skúla. Tá vísir tú teg nettup [...] Tinganesi. Fáa teir ikki loyst hetta málið, tá eiga hinir landsstýrismenninir at gera vart við seg. Hvat tú t.d. tú Krisjan Magnussen!
so tó so mikið, at nógv av tí øsing, sum hevur verið móti føroyingum í longri tíð, nú er gjørd til einkis. At tað so smátt eisini ber til at siga, hvør og hvat er gjørt skeivt í øllum hesum málinum, er [...] var neyðugt við íløgum í eitt nú tunlar fyri at liva upp til krøvini, sum eitthvørt nútíðarsamfelag setir til trygdina og til framburð. OG hvat við R. Mikkelsen og Benjaminsen! Vit minnast, hvussu tann [...] bankafólk og embætismenn hava hildið lív í. Og tú byrjar so smátt at kunna flikka saman eina mynd úr tí sera stóra og fløkta puslispæli, sum alt hetta málið hevur verið og framvegis er. Í okkara hugaheimi eru
er so, um hann er førur fyri at gera nakað. Ella spurningurin er kanska heldur: hvat vilja vit og her er tað aftur løgmaður, sum hevur seinasta orðið, hvat vilja vit hava hann at gera! SAMRÁÐINGARNAR við [...] fyri sjálvur at fara til Bretlands og við at ?nokta? tingmonnum at fara til Bretlands kvettir av týðandi møgleikar fyri lobbyarbeiði - fyri at kunna sannføra bretar um týdningin tað hevur fyri okkum, at u [...] og eru ein ella onnur miðlinja. VIT eru ikki ósamd við løgmanni, tá hann hevur rikið eina ?harða? kós móti bretum, tí teirra upprunaligu krøv vóru fullkomiliga burturvið. Men løgmaður hevur eisini skyldu
mótivegis oljufeløgunum. Tí tú her mást viga fyrimunir og vansar upp móti hvørjum øðrum. Øðrumegin mást tú tryggja samfelagnum tess náttúrliga ágóða av eini oljuvinnu, men tú mást hinumegin heldur ikki [...] ganga fleiri vegir. Eitt nú kunnu føroyingar fáa viðhald í skuldsetingunum, ella verða danir fríkendir. Ella verða tað høgg til báðar síður, soleiðis, at tað verður torført at fara víðari við eini rættarsøk [...] NEYVAN nakrantíð áður hevur so nógv staðið uppá spæl hjá Føroyum, sum komandi ár ber boð um. Úrslitið av bankakanningini verður greitt, og ein ella onnur avgerð skal takast í marknatrætuni við Bretland
møguleika at síggja Sosialin alt fyri eitt hann er skrivaður, líka mikið um tú er stæddur í Mykinesi ella á Bali. Tað ber til at tekna seg sum haldara longu nú. Umframt blaðið eru eisini fleiri áhugaverdar [...] málsetningur okkara, tá vit runda næstu øld. Av tí at vit í løtuni eru avmarkað til bert at kunna prenta 32 síður hava vit verið noydd til at taka út úr blaðnum Lýsingartorgið, sum annars er fastur partur av blaðnum [...] hin møguleikan eisini, at halda Internetblaðið við teimum eyka veitingum, sum hetta hevur - umframt at brúka høvið til at lata føroyingum í útlandinum einastandandi jólagávuna - í 1998 at kunna fylgja við
spurning um yvirskot ella undirskotsruta. Talan er um at gera eina íløgu í framtíðina eins og gjørt varð við ferðamannaflutninginum á sinni. SPURNINGUR okkara til løgmann er: fer tú at fyritaka tær nakað [...] so virkar demokratiið ikki. Sosialurin hevur m.a. roynt at fáa løgmann at úttala seg um flogvallarmálið tvs. ætlaðu útbyggingina av flogvøllinum í Vágum. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa hann at svara [...] verður eftir løgmanni, sum yvirtók málið eftir S. PíG. Er tað so harra løgmaður, at tú als ikki ynskir hesa útbygging, tí tú heldur sær, at flogvøllur verður bygdur aðrastaðni. Og í sama viðfangi kann verða
tað út til, at bridgespælarin Edmund Joensen hevur timað alt hetta væl. Hetta er ikki nakað, sum bráddliga er íkomið. Hann hevur vitað um ætlaðu ?kvettroyndina? í sínum egna flokki leingi, og hevur tí eisini [...] so eru tey eisini atvoldin til, at einki kemur burtur úr nøkrum samráðingum við danir. Men við at velja hann aftur til formann, so hava tey givið honum tað álit, sum skal til fyri at hann longu komandi [...] afturá og siga: hvat segði eg - vit hava ikki brúk fyri fólkafloksmonnum í sambandsflokkinum! Edmund Joensen hevur fyrr spælt kort síni væl. Men tað er ikki nokk at vera dugnaligur kortspælari. Tú skal eisini
m, tá tú tengir tað saman við eitt komandi løgtingsval. Framgongd fólkafloksins fer neyvan at vera tann sama til eitt løgtingsval, tí so nógvar atkvøður frá ?kristiligu? flokkunum er farnar til fólkaflokkin [...] , ið ikki er tengdur at persónum ella einstøkum málum. Hvat viðvíkur støðu javnaðarfloksins á fólkatingi ivast vit onga løtu í, at javnaðarumboðið fer at liva upp til tey lyfti, sum hann gav undan valinum [...] sæst m.a. av stóru framgongdini í Vági. At fólkaflokkurin hevur profilerað seg nógv í sitandi samgongu man helst eisini hava komið væl við til fólkatingsvalið. TAÐ man vera komið óvart á mong, serliga