NÚ hevur danski forsætisráðharrin ?lagt seg út í? marknamálið. Á tíndafundum í Føroyum segði hann seg vilja geva føroyingum eina hjálpandi hond. Hann fýrdi ikki fyri at fara til London at tosa við sjálvan tony Blair. Tað er sjálvandi gleðiligt at hoyra, at hægsti danski politikarin vil hjálpa okkum í marknatrætuni. Spurningurin er so, um hann er førur fyri at gera nakað. Ella spurningurin er kanska heldur: hvat vilja vit og her er tað aftur løgmaður, sum hevur seinasta orðið, hvat vilja vit hava hann at gera!
SAMRÁÐINGARNAR við bretar hava nú vart í nógv ár, uttan at partarnir eru komnir á mál. Tað eru tey, sum halda, at tað var sera heppið, at samráðingarleiðslan kom yvir á føroyskar hendur og at vit í Árna Olafssyni fingu ein góðan og kompetentan leiðara. Men tá vit nú hyggja í bakspeglið, so minnast vit eisini, at sambandsformaðurin og nú løgmaður, var hart ímóti, at danir lótu okkum samráðingarleiðsluna. Spurningurin er um ikki júst henda avgerðin var skilagóð, tí neyvan hevði ein donsk samráðingarleiðsla hildið so fast uppá føroysk krøv sum okkara egna hevur megnað tað hesi árini. At forsætisráðharrin nú sigur seg vilja hjálpa mugu vit bara taka sum eitt gott tekin men tað undrar okkum tó, at danskir politiskir myndugleikar ikki longu hava gjørt størri lobbyarbeiði í hesum máli.
KANN tað vera vera so, at tað er júst samráðingarháttur løgmans, sum hevur forðað fyri hesum! Avgjørdur og treiskur sum hann er hevur hann ongantíð fjalt út yvir, at hann ynskti ikki at tosa við bretskar stjórnarleiðarar og tók tí heldur ikki av eini innbjóðing at vitja í Bretlandi.
SPURNINGUR okkara er, hvussu tað ber til, at okkara løgmaður - øðrumegin skuldsetur tingmenn at vera óbúnar, tá teir ikki vilja tosa við Nyrup - hinumegin sjálvur vísir aftur eini innbjóðing at vitja Bretland! Kann vera at løgmaður ikki heldur hetta vera nakra skilagóða og rímuliga samanbering. Tað er í hvussu er okkara meting, at løgmaður við at sýta fyri sjálvur at fara til Bretlands og við at ?nokta? tingmonnum at fara til Bretlands kvettir av týðandi møgleikar fyri lobbyarbeiði - fyri at kunna sannføra bretar um týdningin tað hevur fyri okkum, at undirgrundarmark og fiskimark eru tað sama og eru ein ella onnur miðlinja.
VIT eru ikki ósamd við løgmanni, tá hann hevur rikið eina ?harða? kós móti bretum, tí teirra upprunaligu krøv vóru fullkomiliga burturvið. Men løgmaður hevur eisini skyldu til at brúka teir ráðgevar og tey samráðingarfólk, sum nú einaferð eru sett til at finna eina loysn. Tað er varhugi okkara, at løgmaður nú hevur koyrt málið fast og so fast, at hetta kann gerast ein boomerangur, um tað fer til Haag. Tað kann tí vera skilagott, at danski forsætisráðharrin kemur upp í leikin. Tað kann í hvusus er vera við til at lata onkrar dyr upp millum partarnar, sum nú tykjast læstar. Men hetta er eitt mál við so nógvum taktikki í, at orð Nyrup eisini kunnu útleggjast frá bretskari síðu sum, at nú fer stóribeiggi Danmark at ?hjálpa? sær til at mýkja fastlæstu støðuna og at hetta í síðsta enda skal kunna gagna Bretlandi.
VIT eru samd við løgmanni og nevnd í, at vit eiga ikki at geva okkum fyri bretskum trýsti, men hinvegin halda vit eisini - fyri at brúka egnu orð løgmans - at tað er óbúgvið ikki at vilja dialogin - antin talan so er um danir ella bretar. Men løgmaður hevur so valt at brúka ?tað seinasta hálva árið? til at fáa bretar at innsíggja, at teirra seinasta útspæl var ikki nóg mikið. Hinvegin hava bretar víst sína ónøgd við, at føroyingar ikki komu við einum ella øðrum útspæli, eftir at teir sjálvur komu við sínum á tí næstseinasta fundinum. Er samráðingarnir fæstlæstir mugu vit taka málið upp politiskt. Vit vilja annars enn einaferð appelera til Tony Blair og hansara fólk og minna á orðini teir nýttu undan valinum, nevniliga at Bretland hevur brúk fyri virðing í umheiminum. Og fyri at fáa hesa mást tú eisini hava virðing fyri sama umheimi.