verða Milton og Rose Friedman endurgivin fyri at siga: Meirilutin ræður ? men hetta er ein serligur meiriluti. Hann er ein samgonga av fleiri minnilutum við seráhugamálum. Lat okkum siga, at í tínum valdømi [...] vallógini vera bráðneyðuga. At broytt kommunuskipan fer at broyta lokalpolitikkin, er tó burturvið at halda, eins lítið og at ein skipan við øllum Føroyum sum eitt valdømi fer at gera tað. Tað mundi seinasta [...] at seta okkum spurningin, um hesin so nógv umrøddi lokalpolitikkur er sjúkan, ið skal basast og lekjast, ella um hann er eitt súmptom. Er hann eitt súmptom, nyttar ikki stórt at brúka orku uppá at taka súmptomið
Nei? nei, tað er ikki tað, tað ræður um. Tað broytist ikki so nógv, um vit vinna FM ella ikki. Tað veldst um, hvat hendir, tá kappingin er liðug. Eg kann ikki siga nú í november, hvat fer at henda í apríl [...] felagnum, sum nú æt Puerto Cruz (í Spania hava liðini nøvn eftir sponsorunum ? Maritim er ein týsk hotellketa, og Puerto Cruz er navnið á býnum, haðani liðið kom. Tá var tað býráðið, sum var sponsorur hjá liðnum) [...] haldi, vit hava tað besta liðið í landinum. Tá vit so spyrja hann, hvat styrkin við H71-liðnum í dag er, svarar hann: ? Styrkin hjá okkum er, at vit hava spælarar á øllum plássum, sum kunnu skora mál ? og
hetta skal gerast. Hetta mistakið er ein klassikari í øllum útviklingsarbeiði, og tað er harmiligt at kommununevndin ikki er sloppin undan tí. Ein møgulig frágreiðing er, at nevndin hevur mett, at spurningurin [...] at vera ógvuliga máttmikil. Ilt er at siga, hvat hetta endar við, men ein møguleiki er, at SEV verður gjørt til eitt alment partafelag eins og telefonverkið. Harvið er trupulleikin tó ikki loystur, og [...] tykki hoyrir ein slík naiv og læribókakend fatan av hvat ein marknaður er als ikki heima í einum áliti av hesum slag. Tað eru skrivaðir kilometrar av bókum um marknaðin sum hugtak, og tí er heilt burturvið
vísir kenslurnar - List er kenslur, og tí er tað nakað, sum er sera persónligt. Eg veit, at um eg ikki hevði selt myndirnar, so var eg farin í kjallaran, sjálvt um tað bert var ein dreymur, men nú eri eg [...] eg ovurfegin, sigur ein glaður Ova. - Hallo, ert tú her, ljóðar aftanfyri ryggin. Hetta er ein kend rødd, sum sigur hesi so væl kendu orð á føroyskum. Og hvør er hasin, sum stendur har? Jú, aftanfyri meg [...] ivast í tí, tey gera. Og júst á hendan hátt er tað komið, at Ova er aftur er farin at arbeiða við ull. - Mær dámar sera væl at tøva ullina, og eg haldi, at tað er tað føroyska, sum eg royni at fara aftur
og viðkomandi. - Leikurin er rættiliga viðkomandi. Søgugongdin fer fram í sekstiárunum, hon er um ein drong, sum hevur verið burturi í nógv ár. Vit kunnu siga, at leikurin er ein dreymur, har drongurin minnist [...] minnist aftur. Alt spælið er ein dreymur, sigur Saga Jónsdóttir. - Tað sum er serligt er, at nógvur tónleikur og dansur er í leikinum. Leikurin hevur bæði skemt og drama. Áskoðarin fær alt í einum og [...] enn hon er í dag. Størri munur var á politisku flokkunum tá enn í dag. Politiska orðaskiftið var harðari. Leikurin sipar til hetta, men er tó meiri ein søga um familjuna, sum drongurin er ein partur av
skipinum. Annað, ið ein serliga leggur til merkis, er tann nýtímans útbúnaður, ið eitt tílíkt skip hevur, har alt er fjarstýrt frá eftirlitsrúmum. At trygdin er í lagi, varnast ein beinanvegin, man kemur [...] botn er, at tað kann flytast til annað oljuøki, um hetta er neyðugt. So tú er ikki bundin av at hava skipið liggjandi bara her restini av ævitíð tess. Eitt sera áhugavert umborð á einum FPSO-skipi er tornið [...] kemur umborð. Á dekkinum er avmerkt, hvar ein sum gestur kann ganga, og trygdargongd er úti í borðinum, so sleppast kann frá einum enda á skipinum til annan, sjálvt um eldur er í. Eftirlits- og ávaringartól
í kappingini, sum megnaði at fylgja við VÍF. Soleiðis er ikki í ár, og eitt er longu nú staðfest: Neistin verður ikki botnlið í ár. Liðið er ein góð blanding av ungum og ágrýtnum monnum og so teimum eldru [...] stig frá VÍF á bronsuplássinum. StÍF er framvegis ikki komið upp á somu hæddir sum í fjør. Næsti dystur hjá teimum er longu í annaðkvøld móti KÍF í Vestmanna. Og tað er als ikki vist, at strandingar fara [...] berandi á liðnum. At tann mest berandi eisini er tann elsti, fingu vit staðfest í høllini á Skála sunnudagin. Kári Mortensen ? hesin ótrúligi ítróttarmaðurin, sum er farin væl upp um tey 40 árini ? skeyt ikki
fótbólt. Hetta er ein trupulleiki, sum Tjaldrið hjá monnunum eisini hevur, og tað er torført at spáa um, hvat tað endar við, tá fótbólturin aftur tekur kappingina upp við hondbóltin. Men tað er í øllum førum [...] VB. Kappingin er ivaleyst løgd soleiðis, so VB-kvinnurnar skulu sleppa undan at ferðast so ofta, men Eyðbritt Krosslá heldur ikki, at hetta er nøkur góð loysn ítróttarliga. ? Kappingin er løgd soleiðis [...] lið bert skjýtur fýra mál ein heilan hálvleik. Eyðbritt Krosslá sigur við Sosialin, at tað stutt sagt gekk av skriðuni í fyrra hálvleiki. ? Alt gekk galið. Vit høvdu næstan eins nógvar royndir á málið og
vit samstundis síggja ójavnan sum er. Tað hevur kanska nakað at gera við úr hvørjum umhvørvi ein kemur úr, har tað ikki er loyvt at hava slíka hugsan. Konufólk eru á ein ella annan hátt dømdar syndugar um [...] viðmerkingum. Í teirra verð hoyrir tað ongastaðni heima. Er leiðarin góður, hevur tað so ikki minni týdning hvat kynið er? - Jú, avgjørt, men veruleikin er, at kvinnur verða ikki nóg væl umboðaðar á arbeiðs [...] av teimum. Og tað er kanska ein partur av sannleikanum. - Kvinnur hava ilt við at traðka fram, søgan sigur okkum, at tær gera tað í øllum førum ikki so glaðbeintar sum menn, og tí er tað eisini upp til
, um hvat ?tað privata? er? Er tað tað einkulta menniskjað, ella er tað familjan? Er tað tann einstaka fyritøkan, ella tað samlaða vinnunlívið? Og hvat er so ein privat fyritøka? Til dømis er ein partur [...] Niðurstøðan er tí, at privati sektorurin ikki altíð er meira effektivur enn tann almenni sektorurin, sum mytan annars vil gera hann til. Triðja mytan er, at uppgávan hjá tí almenna einans er at skipa fyri [...] Vit kunnu jú ikki kappast við ovurstórum lønum (harvið er als ikki sagt, at láglønarsamfelagið er nøkur loysn), og tí er kapping við vælferðini ein greiður møguleiki. Vit hava nevniliga góðar møguleikar