verður í bløðunum.Øll børn í aldrinum 7-14 ár kunnu vera við, og súkkla tey í aldursbýttum riðlum. 1/8 triathlon. Sum ein liður í venjingini til Oyggjaleikirnar skipaði Føroya Triathlon Felag í vikuskiftinum [...] Tórshavnar Súkklufelag fer aftur í ár at venja børn at súkkla, hetta eru børn og ung frá 3. flokki og til 14 ára aldur . Í ár venjur hesin bólkur tvær ferðir, ímóti einari í fjørð, hetta fyri at íðkararnir skulu [...] skulu fáa sum mest burturúr. Sum í fjørð, verður byrjað uttanfyri bygningin hjá Føroya Tele uppi á Hálsi. Venjingartíðirnar eru mánadag og mikudag kl 18.00- 19.00 , tó í dag kl 16.00. Ætlanin er, at skipa
arbeiðsformaðurin, sum ikki er í verkfalli. Og tí kann eingin forða teimum í, sigur John Kjeld. Vanligt hevur altíð verið, tá skip koma við plattatilfari, at mannignin sjálv høggur í umborð, og formaðurin og [...] koma við einum farmaskipi til bryggju í Funningsfirði, lossa eina heila last og síðan sigla av aftur firðinum, tá heimafólkið ikki sleppur á flot at fáa sær at kóka. Í umrødda førinum var talan um eitt skip [...] , sum komið var við plattatimbri til plattavirkið Atlantshav í Funningsfirði. Og ikki nokk við, at skipið er komið inn á ein stongdan fjørð. Tað varð eisini lossað, meðan verkfall annars er um stóran part
fjørðin ja, so gleðast í hjarta tú má. Fyri framman er Hvalbiar sandur, fyri okkum tú vakrastur er. Og tann slætti og vakrasti bøur ja, tá ert tú mitt í tíni verð. Her er vakurt í Hvalba á sumri tá ið sólin [...] vekjast nógv minnir í tær. Hvalba vøkur tú ert mær á vetri tá tú klødd ert í snjóhvítan skrú. Og so stint stendur Grymsfjall og verjir fyri stormum um okkara bý. Tá tú spákar tær niðan í heiðar, og tú steðgar [...] gongur ein túr inn í dalin og so steðgar á frið fløtum har, sært tú Dalsá, sum rennur so vøkur. Onga aðrastaðni hetta tú sær. Lítla Dímun so vøkur har stendur, fyri framman til Hvalbiar fjørð. Hon er ogn fyri
alifirðirnar. Í Noreg er ætlanin at selja alifirðir. Í Føroyum selja vit ikki ognarrættin til alifirðirnar, men lata brúksrættin fyri 12 ár í senn. Hesin brúksrætturin verður latin ókeypis í løtuni. Men [...] ein einstøk fyritøka skal fáa monopolstøðu í alivinnuni. Málið er sera aktuelt, tí ein fyritøka er í løtuni sera aktiv á marknaðinum og roynir at keypa seg inn í fleiri alivirkir. Hetta hevur ført til eina [...] sjálvandi. Nú verður so eisini tosað um at seta í verk eina antitrust lóg í Føroyum. Sipað verður her til amerikansku antitrust lógina (The Sherman Act), sum var sett í gildi fyri at verja amerikanska brúkaran
fólkatalið við umleið 300; í dag búgva uml. 1460 fólk í økinum, og tað svarar til 3,2% av øllum teimum, sum búgva í Føroyum. Sostatt er gingið aftur á hondina í Sandoyar-økinum, bæði í góðum og ringum tíðum [...] av øllum føroyingum búgva í Sandoyar-økinum, so hevur støðugt verið talan um eina lutfalsliga afturgongd. Í 1950 búðu 5,2% av Føroya fólki í Sandoyar-økinum, men longu fyrst í seksti-árunum byrjar afturgongdin: [...] og orðaskifti um økismenning í Sandoynni Mánadagin 15. januar skipar Vinnulívsráðið í Sandoynni fyri fundi um økismenning. Økismenning tykist vera vorðið eitt nýtt gandaorð í politiska orðaskiftinum, men
tað almenna at aftofta vinnulívið í útjaðaranum í Føroyum og noyða øll virkini at flyta til Havnar? Hetta er spurningurin, sum leiðslan á saltfiskavirkinum, Palm Seafood, í Vági nú seta almennu myndugleikunum [...] svar frá einum politikara úr hvørjum flokki í samgonguni. Og tað er ikki av ongum, at Leivur Lindenskov og Petur Johannesen, sum eru oddamenn í Palm Seafood í Vági, reisa hendan spurningin. Teir siga, at [...] at tað stendst so nógvur eyka kostnaður av at hava saltfiskavirki í Vági, at vit koma ikki at standa okkum í kappingini við virkini í miðstaðarøkinum, sum ikki hava hesar somu útreiðslurnar. Teir siga
fer beint í gólvið, og stilli var í høllini, til Framleikararnir fóru sigursgongd runt í høllini av gleði. Settið endaði 16-14 til Fram, men hevði Mjølnir t.d. bert klárað at vunnið tveir bóltar í verjuni [...] fyri, at sigur ikki kom í hús við settbóltin 24-23. "Vit hava vunnið" !!! Jugoslavin hjá Mjølnir Borko, hevur uttan iva sagt nøkur góð orð í steðginum millum 2. og 3. sett, tí í øðrum settið vann Mjølnir [...] vunnið dystin, tí í 3. setti stóð tað bara Mjølnir á skránni, hóast teir ikki høvdu broytt leikstílin í mun til tey fyrru settini. Mjølnir vann settið heili 25-14, og hetta var uppiborið. Men í fjorða settið
altíð verið roknaður sum ein tann besti í Føroyum, um ikki tann besti. Hetta eigur at viga nógv, serliga á vetradegi hjá fremmanda skipum at kunna sigla inná ein fjørð, ið er tryggur. Samband til lands Tað [...] sambandinum frá oljufeltinum og til lands, eins og sambandi víðari, t. d. til flogvøllin í Vágum. Góður tyrlupallur er í Froðba og eftir hvat tyrluskiparnir siga, so er hann væl plaseraður og sera góður at [...] staðnum, ein tilbúgvingarstøð har sløkkiliðið á staðnum eisini kann húsast. Nýggjasta sjúkrahús í landinum liggur í Suðuroy, eitt nýmótans sjúkrahús við øllum hentleikum og møguleikum, um ein neyðstøða skuldi
kann vera gull, kol ella kelduvatn í fjallinum, olja ella annað kolvetni í grundtilfarinum, hóskandi firðir við vatnútskifti til aling ella tilvøksturin í fiskastovnunum í føroyskum sjógvi. Atgongdin til [...] kapitalur í alt ov stóran mun rikin yvir í troytingina av náttúrutilfeinginum, eins og arbeiðskraftin eisini verður tað. Mangan verður spurt um hví aðrar vinnur ikki í størri mun taka seg upp í Føroyum. [...] eru beint nú vorðin ein møguleiki, sum vinnuligur rakstur nú er í. Fiskur hevur verið tað í øldir, meðan jørðin hevur verið minkandi í tign í langa tíð. Sum tøknin vinnur fram, ella kanska so hvørt sum nøgdin
hesuferð, tí í ár fer at kalla øll stevnan fram rundanum skúlan og ítróttarhøllina ? Einastu tiltøk, sum ikki eru rundanum skúlan og høllina, er koyring í go-kart og ríðingin, sum er inni á Fjørð. Av tí, at [...] kappróðrinum skjýtur fyri 10 mannaførunum, tí róðurin í ár verður so spennandi sum nakrantíð. Í løtuni er tað nevniliga so, at tvey 10 mannafør liggja púra jøvn í kappingini um føroyameistaraskapin við tað, at [...] Vestminningur og Nólsoyingur hava 22 stig. Og beint í hølunum á teimum liggur Havnarbáturin við 20 stigum. ? So tað er onki at ivast í, at ein góð plasering í dag kann fáa avgerandi týdning fyri, hvar føro