Barnasúkkling

Aftur í ár fer Tórshavnar Súkklufelag at skipa fyri barnasúkkling

 

Súkkling


Tórshavnar Súkklufelag fer aftur í ár at venja børn at súkkla, hetta eru børn og ung frá 3. flokki og til 14 ára aldur . Í ár venjur hesin bólkur tvær ferðir, ímóti einari í fjørð, hetta fyri at íðkararnir skulu fáa sum mest burturúr. Sum í fjørð, verður byrjað uttanfyri bygningin hjá Føroya Tele uppi á Hálsi.

Venjingartíðirnar eru mánadag og mikudag kl 18.00- 19.00 , tó í dag kl 16.00.

Ætlanin er, at skipa fyri barna og ungdómssúkkling á øllum FM-róðrarstevnunum í summar, so ungu súkklararnir sleppa at royna tað teir venja í kapping. Hetta eru Grand Prix kappingar, og verða børnini bólkað soleiðis:


Bólkur 1 : 6,7 og 8 ár.

Bólkur 2 : 9,10 og 11 ár.

Bólkur 3 : 12,13 og 14 ár.


Hesir bólkar verða so aftur býttur sundur í gentur og dreingir. og fáa íðkararnir stig eftir hvussu gingist hevur. Vinnararnir verða kosnir á Ólavsøku, og fáa heiðurstekin tá, meðan teir á hinum stevnunum fáa skreytbløð.

Sum í fjørð, skulu allir súkklarar vera í hjálmi, bæði tá teir venja og tá teir kappsúkkla.

Fyrsta kappingin børn og ung kunnu bjóða seg fram til, verður Balslev Runt. Henda kapping skuldi verið síðsta heyst, men bleiv útsett, tí Balslev´s Timiburhandil bygdi uppí. Nú er so liðugt, og verður kappingin tá verkfallið er av. Lýst verður í bløðunum.Øll børn í aldrinum 7-14 ár kunnu vera við, og súkkla tey í aldursbýttum riðlum.



1/8 triathlon.

Sum ein liður í venjingini til Oyggjaleikirnar skipaði Føroya Triathlon Felag í vikuskiftinum fyri tveimum kappingum. Einara 1/8 triathlon kapping leygardagin, og einari tíðarsúkkling sunnudagin.

Í triathlon svumu, súkklaðu og runnu íðkararnir ávíkavist 750 metrar, 20 kilometrar og 5 kilometrar. Svomið var í Svimjihøllini, súkklað var út Havnini, inn í Kaldbaksbotn og aftur til Skógrøkt Landsins, higani runnið var fram við strond, til Sparikassan og aftur til Skógrøkt Landsins.


Tíðirnar vóru hesar:

1. Gunnar Dahl Olsen. 1.14.51.

2. Beinir Rasmussen. 1.16.05.

3. Evald Rasmussen. 1.21.59.

4. Hallur Stakssund. 1.24.24.

5. Kári Simonsen. 1.24.45.


Tíðarsúkklingin sunnudagin var úr Kaldbak til Havnar, og síðani niðan á Kleynisvarða.


Tíðirnar vóru hesar:

1. Gunnar Dahl Olsen. 36.09

2. Sverri Mohr Edvinson. 38.21

3. Kári Brattaberg. 40.02

4. Beinir Rasmussen. 42.14

5. Christian Guttesen 42.53

6. Eli Christiansen. 44.00

7. Kári Simonsen. 44.55

8. Evald Rasmussen (Givin)


Báðar dagarnar var vindur og regn, so tíðirnar kunnu ikki sammetast við tíðir aðrir tri-íðkarar hava, so FTF bíðar nú eftir góðveðri, tá skipað verður fyri einum _ triathlon venjingarkapping. Til hesa, sum til allar aðrar kappingar felagið skipar fyri, eru øll ið hava hug at royna hvør dugur er í teimum vælkomin.