Jólaboðskapurin

Sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu vera fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði! Luk. 2, 10?11.

 

Nú jólini aftur nærkast og bæði smá og stór gleða seg til hesa undurfullu hátíð, tá Gud sendi son sín til jarðar við einum einasta endamáli, at bjarga okkum frá ævigari glatan og leiða okkum frelst heim í sítt himmalska ríki.

Tað hevur ofta verið sagt bæði í talu skrift, at jólini hava ikki altíð verið kristin, og tað er eisini so satt sum tað er sagt; jólini eru kristin hátíð við Jesusi Kristi. Tá Maria átti Jesusbarnið og legði tað í krubbuna í fjósinum, var tað av teirri grund, at tað onga aðrastaðni var rúm fyri teimum, Mariu, Jósefi og Jesusbarninum.

Jesus er heimsins frelsari, hann vil vera tín og mín frelsari, er hann okkara frelsari, so kunnu vit búgva okkum til at halda jól saman við honum og gleða okkum saman um hesa signaðu jólahátíð, soleiðis at Jesus verður okkara jólagestur; eiga vit hann í hjørtum okkara, so eiga vit eina gleði, sum varar alt lívið. Gud gevi okkum at halda eini sonn kristin jól í Jesu navni.

Men Maria legði sær øll hesi orð í geyma og hugsaði um tey í hjarta sínum. Og hirðarnir fóru avstað aftur, og teir lovaðu og prísaðu Gudi fyri alt tað, sum teir høvdu hoyrt og sæð, soleiðis sum tað hevði verið sagt við teir. Luk. 2, 19?20.

So vil eg enda við einum jólasálmi, sum eg havi yrkt til jólini 2001. Gleðilig jól og gott nýggjár øll somul.


Jólasálmur


Lag: Nú ringja klokkur jólafest


Nú kirkjuklokkur ringja hátt,

eitt undur stórt ta jólanátt;

tá birtist ljós í myrku verð,

tí frelsarin oss føddur er.


Maria son Guds bar í heim,

tí syngja vit við gleði, gleim;

og takka Gudi hjartans glað,

um barnið, føtt í Dávids stað.


Stór gleðiboð um víðan vøll,

tey ljóða enn í smáttu, høll;

um jólagleði, jólafrið,

um gleði sum kann vara við.


Í Guds hús bæði stór og smá,

vit boðskapin har lýða á;

sum hirðar hoyrdu jólanátt,

Maria hevur barnið átt.


Um jólatræið lið um lið,

foreldur, børn nú syngja við;

hin glaða jólasálm á jørð,

sum ljóðar yvir fjøll og fjørð.


Gud gevi oss at halda jól,

tí Jesus, hann er heimsins sól;

sum fløvar hvørt eitt hjarta her,

og sanna jólagleði ber.