Til minnis um Dánjal Jóhannes Petersen í Porkeri

deyður hin 1. 1. 2002, bert 31 ára gamal

Við vónum bjørtum varð árið byrjað
og lukka havsbrúnni lýsti í,
á aldum spældi sær morgunroðin,
so fagurt litaði bø og líð.
Ein ungur maður seg leit í kring
so glaður var um Guds sjónarring.

Frá barni av var hann eygagóður
og vinur við alt á hesi jørð.
Í bø og haga so lættur, fróur,
tá sólin hitaði land og fjørð.
Ein lítil drongur so fimur rann,
við hundinum, meðan dagur svann.

Sum ungur drongur so væl hann royndist,
so trúfast mongum hann rætti hond.
Í spæli, arbeiði, altíð fúsur
frá fjallatindi til fjørustrond.
Ein vakur unglingi reystur gekk,
frá mongum manninum tøkk hann fekk.

Til mans hann kom, royndist sera treystur
og stuðul bleiv fyri heim og bygd.
Hann seyðin røkti og vísti hegni,
tók á seg ábyrgd og vísti dygd.
Ein álitsmaður á alistøð,
í hagastýri og grønum bø.

Í manndómi, blíður, hjartagóður,
at lætta um, har ið tung var leið.
Hjá faðir, móðir, ein dyggur stuðul,
frá systrum, bróður, hann aldri gleið.
Ein rættur maður, tók mangt eitt tak
at fjálga um har, sum bert var bak.

Ein ungur maður í kring seg lítur
nú morgunroðin so vakur er.
Hann brosar eymligt til sína kæru
- men bráddligt roðin í havið fer!
Ein maður - fluttur í himnasal,
her gráta vinir í hópatal!